mikudagur 31. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hvat er ein góður ferðaleiðari?
Henda spurningin setti Planet.fo Kasper de Choen, ið
er ferðaleiðari og lærari á
skúlanum:
Ein góður ferðaleiðari er:
-
»service-mindaður«
-
opin og virkisfúsur
-
dissiplineraður
-
fleksibul
-
ábyrgdarfullur
-
hevur gott yvirlit
-
dugir væl at arbeiða í
toymi
-
dugir væl at arbeiða í
stressaðum støðum
-
dugir væl at málbera seg
Magnus Debess Madsen heldur, at arbeiði sum ferðaleiðari er eitt framúr spennandi
og avbjóðandi arbeiði: - Eg havi hitt eina rúgvu av fólkum, ment meg, upplivað og
sæð sera nógv. Somuleiðis fekk eg nógvar góðar vinir og havi enn regluligt samband
við fleiri. Eisini lærdi eg nógv, ið eg somuleiðis kann brúka seinni í lívinum
– bæði persónliga og innan arbeiðið, sigur Magnus.
Hvørt ár fara fleiri
hundrað næmingar úr
øllum Norðanlondum
á ferðaleiðaraskúlan
hjá Service & Co,
sum liggur í spanska
býnum Santa Susanna
– einar 70 kilometrar
frá Barcelona.
Skúlin
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Ferðaleiðaraskúlin hjá
Service & Co liggur mið-
skeiðis í einum feriuparadísi
á einum marglætis hotelli í
Santa Susanna, Hotel Tahiti
Playa. Ferðaleiðaraskeiðið
varir 5-6 strævnar vikur og
kostar 16.00 krónur. – Tá
er vistarhald og ferð úr
Danmark íroknað.
Service & Co hevur trý
ferðaleiðaraskeið um árið. Í
alt sleppa 180 næmingar á
hvørt skeiðið á skúlanum,
og miðalaldurin er um 22
ár.
Eingi serlig krøv
Einastu krøvini, ferða-
leiðaraskúlin hjá Service
& Co setur næmingunum,
eru, at næmingarnir eru
18 ár, duga enskt og til
reiðar at arbeiða hart. Men
harafturímóti bjóðar skúlin
við vissu arbeiði til allar teir
góðkendu næmingarnar
á skúlanum. Men fyri at
verða góðkendur sum
ferðaleiðari, skalt tú fyrst
klára sjey royndir. Í miðal
dumpa 25% av øllum
næmingunum á skúlanum.
Og tey allar flestu, ið verða
góðkend á skúlanum, hava
fingið arbeiði innan ein
mánað eftir skúlalok og
vinna úr 3000-9000 krónur
um mánaðin.
Hart arbeiði
Hóast ferðaleiðaraskúlin
í Santa Susanna ikki bert
er turrislig undirvísing
á skúlabeinkinum, fáa
næmingarnir frá fyrsta degi
at vita, at arbeiðið sum
ferðaleiðari er annað enn
at smyrja sólkrem og eta ís
á heitum strondum langt
burtur heimanífrá.
– Sum ferðaleiðari
skalt tú vera búgvin
til at arbeiða hart 24
tímar um samdøgrið,
men harafturímóti er øll
verðin títt arbeiðspláss,
sigur Kasper de Choen,
ferðaleiðari og lærari.
Mennandi arbeiði
Á ferðaleiðaraskúlanum
verður stórur dentur lagdur
á at menna seg persónliga
og at læra at »selja seg
sjálvan«:
– Tað snýr seg í
høvuðsheitum um at
kenna seg sjálvan, at
ráða yvir alskyns støðum
og at duga at tulka tekin
frá øðrum fólkum. Sum
persónur mennir tú teg
ótrúliga nógv í so stutta tíð,
ferðaleiðaraskeiðið varir,
sigur Kasper de Choen og
skoytir uppí, at á skeiðnum
lærir tú alt um ferðavinnu
og tað praktiska og
teoretiska, ein ferðaleiðari
kemur út fyri í sínum
arbeiði:
Undirvísingin á skúlanum
byrjar um klokkan níggju
hvønn morgun. Eftir
avbjóðingarnar fyrrapartin
er siestan á skránni, har
næmingarnar sjálvir gera
av, hvat teir gera – eitt
nú ber til at fara oman á
strondina at sóla sær, lesa
eina bók ella hvíla seg.
Heimasíður í samband við
ferðaleiðaraskúlan:
www.guideskole.dk
www.tora.fo
Kasper de Choen, ferðaleiðari og lærari:
øll verðin er eitt
arbeiðspláss
Meðan tú ert á ferðaleiðaraskúla,
hevur tú eitt nú møguleika at fara
á málskúla ella til fótbóltsdyst
á Nou Camp í Barcelona.
Mitt á strondini í Santa Susanna liggur
skúlin á einum sera stásiligum hotelli
– Hotel Tahiti Playa. Hotellið hevur góðar
svimjihyljar, og kømurini hava vesi/bað,
telefon, sjónvarp, aircondition og balkong.
“Ferðafólk halda altíð, at ein
ferðaleiðari veit alt 100%. Men í
veruleikanum var eg bara ein 21
ára gamal føroyingur, ið skuldi
vera á heimavølli í Spania. Innast
inni var eg ofta nervøsur.”