mikudagur 31. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
SOV Í SONGINI
HJÁ RONALDO
Ein nátt í somu
song, sum
Ronaldo hevur
sovið í, hevur
størri virði
enn ein nátt
í seingini hjá
Ronaldinho
á Park Hotel
Weggis í
Schweiz.
Ebay hevur
seinastu vikuna
selt hotelkø-
murini, sum
Ronaldo, Kaka,
Adriano, Roberto Carlos og Ronaldinho hava
sovið í undir venjingarleguni í Schweiz. Ein nátt
í somu song, sum Ronaldo júst hevur sovið í á
Park Hotel Weggis í
Schweiz, seldi best. Kamarið hjá Ronaldinho lá
leingi á odda, men beint áðrenn sølan steðgaði,
varð tað boðið 1.010,00 sveisiskir frankar – um
4800,00 krónur – fyri eina nátt á kamarinum hjá
Ronaldo. Kamarið hjá Ronaldinho varð selt fyri
850 sveisiskir frankar.
Í alt fekk eBay 3200,00 sveisiskar frankar
fyri søluna av kømurinum, og allir pengarnir
fara vælgerðararbeiði í Brasilia. Vanliga kosta
kømurini millum 480 og 780 sveisiskir frankar
fyri eina nátt.
Britney SPEARS
aftur støk
Sambært www.kendte.dk er Britney Spears
næstan aftur støk. Nógvir fjepparar
eru óivað fegnir um hetta, men sjálv er Britney
ikki glað fyri skilnaðin, tí so er hon jú skjótt
einsamøll við tveimum børnum. Maðurin,
Kevin Federline, er nevniliga fluttur niður í
kjallaran í húsum teirra í California at búgva,
og í miðlunum hava vit ikki sæð parið saman
í ein heilan mánað, sum verður mett at verða
rættiliga sjáldsamt. Sambært heimasíðuni er
parlagið farið í spønir, men Britney roynir enn
at fáa parlagið at rigga.
Minst til
føturnar
Nú er stundin
komin til at
tveita ullintu
hosurnar inn
aftur í skápið
og
leita sum-
marskóg-
varnar og
sandálurnar
fram aftur.
Men áðrenn
føturnar aftur
skulu fram í
ljósið er gott
við eitt sindur
av fótarøkt.
Tak eitt
handklæði,
fyll eina balju
við heitum
vatni, koyr
eitt vet at
grovum
salti í, set teg í ein góðan stól, hvíl teg og
lat føturnar njóta 15 minuttir í góðum vatni.
Eftir hetta skal harða húðin skubbast av. Tak
ein óbrúktan grÝtusvamp og skrubba deyðu
húðina av. Skola føturnar og smyr tær í góðum
kremi.
Voila – føturnar eru sum nÝggjar og klárar til
summarið.
Býrt tú í Havn og hevur hug til at arbeiða í
summar – ja, so er hetta
avgjørt ein møguleiki. Aftur í ár skipar
Tórshavnar kommuna fyri væl
umtóktum ungdómsarbeiði til ung millum 14-17 ár.
- Fyri at so nógv ung sum møguligt kunnu fáa kjansin at arbeiða, verður
tað skipað soleiðis, at 10 arbeiðsdagar vera til hvønn. Tímalønin er
hálv fyri tey, sum eru 14 ár, og tey 15 og 16 ára gomlu fáa 75% av
vanligari tímaløn.
Arbeitt verður í bólkum, og verður ein leiðari fyri arbeiðsbólkarnar.
Bólkarnir fara at arbeiða í ávísum býarpørtum kring býin og í bygdu-
num.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt fyrifallandi, uppruddingar- og
viðlíkahaldsarbeiði fram við vegum og úti í frílendum: at lúka, reinsa
vegristir, sópa, mála, gera gøtur, reinsa grót upp o.s.fr., sigur Marjun
Niclasen, samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna bjóðar ungdómi arbeiði
Uppskrivingin til arbeiðið byrjar í dag, mikudagin 31. mai. Til ber at
ringja til snarskivuna og melda seg til á tlf. 302017.