Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 104 - 1. juni 2006 Tyrlan hjá Atlants­ flogi flutti fyri fyrstu ferð týsdagin oljuarbeiðarar av seismikkskipi á bretska land­grunn­inum til Aberdeen. Hans Erik Jakobsen, flogovasti sær stórar møguleikar fyri tyrlutænastum í frálandavinnuni á øllum Atlants­ mótinum Offshore­ flutningur Jan Müller jan@sosialurin.fo Royndirnar hjá føroyska flog­felagnum Atlantsflog at flyta oljuarbeiðarar til og frá boripallum og hjálp­ arskipum í frálanda­vinnuni hesi seinastu árini koma nú av álvara felagnum til góða. Tað fingu flogskiparar og onnur starvsfólk hjá fe­lagnum prógv fyri týs­ dagin, tá boð vórðu eftir tyrluni hjá Atlantsflogi at flyta oljuarbeiðarar frá hjálparskipi í bretskum øki heim til Aberdeen. Hans Erik Jakobsen, flog­ovasti á tyrludeildini hjá Atlantsflogi og flog­ skip­ari var sjálvur við til hesa spennandi og nýgg ju uppgávuna hjá flog­felag­ num. Hann vísir á, at teir hava fyrr flutt oljufólk av skipum og pallum til Føroya, higani tey so fara víðari til Aberdeen. M.a. hevur tyrlan flutt nógv fólk av skipum nær Foinaven oljupallinum, sum ligg ur millum Hetland og markið. At flyta bretskar oljuar­ beiðarar til Aberdeen hava teir hjá Atlantsflog so ikki roynt fyrr. Og Hans Erik fegnast um hesa fyrstu roynd­ina, sum eydnaðist sera væl. Hann heldur tað er eitt herðaklapp til før­ oy­ingar, at eitt útlendskt oljufelag sum Chevron nú heitir á Atlantsflog um at átaka sær frálandauppgávur í bretskum øki, har tað eru nógv onnur tyrlufeløg, sum bjóða sínar tænastur fram. Uppá fyrispurning hví slík uppgáva verður lat­in før­oyingum sigur Hans Erik, at tað kunnu vera fleiri orsøkir. Ein er so tann, at nettupp Chevron hevur áður brúkt føroyskar tyrlutænastur, tá felagið gjørdi seismiskar kanningar á føroyskum øki og segði seg tá vera sera væl nøgt við tænastuna, og ein onnur er, at tað er tørvur á tyrlum í løtuni. Og síðani tann, at frálandaverðin broytist eisini, og mørk verða flutt. Møguliga sígg ja oljufeløg stórar møguleikar fyri eini føroyskari frálandavinnu og vilja tí eisini brúka før­ oyskar tænastur á øllum Atlantsmótinum. Hetta ber bara til, tá báð­ ar tyrlurnar eru klárar, tí onnur má vera tøk til at taka sær av bjargingararbeiði og fyrifallandi arbeiði í Før­ oyum. Teir fóru so avstað til Aberdeen mánadagin, og týsdagin vóru teir fýra ferðir úti hjá einum seismikkskipi eftir fólki. Skipið var Geco Diamond og lá 63 fjórðingar norður úr Aberdeen. Umborð á tyrl­uni kunnu vera 13 fólk, men teir flugu so fýra túrar við 8 fólkum hvørja ferð. Her var eisini talan um nógv góðs. Hinir, sum vóru við á hesi spennandi frálandauppferðini, vóru Hans Heri Højgaard Jacob­ sen, Fróði Poulsen og Ey­stein í Løðu. Væl egnað – Um onkur segði fyri mær fyri einum ári síðani, at vit skuldu til útlandið at flúgva offshore, so hevði eg sagt, at tað var ein tápulig ”joke”. Men nú er tað so veruleiki. Og tyrlan er sera væl egnað til flutningin. Sam­ starvað varð so við Bristow Helicopters, sum tók sær av oljuarbeiðarunum í sam­ starvi við eitt av fólkunum hjá Atlantsflogi. Men At­lants­flog arbeiddi kortini sum sjálvstøðugt tyrlufelag á jøvnum føti við hini stóru tyrlufeløgini. Tað tekur mill­um tveir og ein hálvan og trígg jar tímar at flúgva til Aberdeen. Tyrlan hevur brennievni til at flúgva góðar fýra tímar, og tað eru so eisini fleiri aðrir flog­ vøllir á leiðini. Hans Erik heldur hetta at kunna flyta oljufólk frá olju­ skipum og pallum í bretskum øki til m.a. Aberdeen vera eina spennandi byrjan til eina møguliga komandi rók innan føroyska flog­ vinnu. Tað verður sera áhuga­ vert at sígg ja, hvussu hetta fer at rigg a. –Aber­ deen er ein av fremstu off­ shorehøvuðsstøðum í heim­ inum, og tí er sera hugaligt at verða uppringdur í Før­oyum og biðin um at koma hagar at taka sær av uppgávum. Hetta er vón­andi eitt nýtt kapitul í føroyskari flogvinnu, og upp­gávur av hesum slag skapa so eisini grundarlag fyri at gera íløgur í nýgg jar tyrlur í framtíðini, hvat eisini má vera málið, skulu vit vera ein náttúrligur partur av frálandavinnuni ikki bara í Føroyum men á øllum Atlantsmótinum. Vit mugu so royna at fáa okkara nationala felag bygt upp til at nøkta offshoretørvin í Føroyum, og vit mugu bjóða okkum fram uttan fyri Føroyar. Og tað hava vit m.a. gjørt við hesi uppgávuni. Harvið menna vit førleikan og eisini fáa vit betri umstøður at hava fleiri væl útbúgvin fólk til eitt nú bjarging. Vit vera ikki so sárbarir, tá onkur fellur frá, tí tað hevur sera nógv at siga, at vit vera fleiri í hesi vinnuni og ikki so fá, sum vit eru tað í dag. So Hans Erik heldur henda fyrsta royndin kann vera við til at menna eina føroyska tyrlutænastu í frálandavinnu eins og so nógvir aðrir hava gjørt. Sáttmáli við Statoil Annars nærkast løtuni, tá Statoil fer at taka avgerð um, hvat felag skal fáa flutn­ingin við tyrlu frá olju­pallinum Stena Don til Vágar í summar. Sum skilst hava fleiri feløg givið boð inn, og tað ljóðar, at talan verður møguliga um at lata nøkrum av hesum feløgum uppgávuna í felag, og eftir tí sum skilst verður Atlantsflog helst eitt teirra. Herfyri frættist, at danskt tyrlufelag eisini hevur ligið framvið umframt nýgg ja FaroeJet. Atlantsflog til arbeiðis í bretsku frálandavinnuni …stuðlar ASFALT Tyrlan hjá Atlantsflogi til arbeiðis í Bretlandi