Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 5 Bjarni Hansen í Runavík hevur søkt um stuðul at gera teppir úr føroyskari ull. Hugsanin er, at tey kunnu latast sum neyðhjálp sum ein partur av menningarhjálpini hjá landsstýrinum ULL Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Bjarni Hansen býr í Runavík við sera góðum útsýni yvir ítróttarøkið. Hann er pen­sjon­ eraður rørsmiður. Bjarni hevur gjørt eina mask­inu, sum tøvir ull við motororku. Maskinan er gjørd úr tveimum plátum. Tú leggur ullina millum plát­ urnar, og so verður ullin tøvd við at pláturmar flyta seg aftur og fram. Bjarni Hansen fekk hug­ skotið til at gera hesa mask­ in­una, tá ið hann lurtaði eftir Fimmarinum ein dagin, har ið hugskotið um at lata ullvøru sum menningarhjálp varð borið fram. Bjarni fekk beinanvegin hugskotið um at gera teppir. – Teimum neyðstøddu tørvar hita, tí at tey hava ongastaðni at búgva, og tøvd teppir eru góð til at halda hitanum, sigur Bjarni. Brenna 30 tons av ull um árið – 30 tons av ull verður brent um árið, og tað er spell, sigur Bjarni. Hann metir, at hann fær nýtt alla ta spiltu ullina, um verkætlanin verður til veruleika. – Hendan verkætlanin eig­ ur at kunna bera seg. Tøving er eitt 1000 ára gamalt hand­ verk, so hví skal tað ikki rigga i dag? – Um pengarnir koma til vega til at keypa maskinur til tøvingina, so kundi tað verið eitt gott íkast til útjaðaran, heldur Bjarni. Tað hevði givið arbeiðspláss í landinum til tey plássini, har tað ikki stendur so væl til. Hugsanin er, at landsstýrið keypir teppini og sendir tey sum neyðhjálp til onnur lond. – Spinnaríini í Føroyum vaska ullina hjá sær uttan­ lands, men um vit fingu eina maskinu til at vaska ullina, so kundu spinnaríini eisini kent ágóðan av verkætlanini. Bjarni hevur sjálvur eina heimagjørda maskinu í kjall­ arinum. – Fyrst leggur tú eitt lag av ull og síðani eitt lag av plastikk fyri at teppið skal vera sterkt. Síðani verður eitt sindur av sápu koyrd á og so eitt lag av ull afturat, greiðir Bjarni frá. Bjarni ynskti ikki, at tann útsendi frá Sosialinum tók myndir av maskinuni. Bjarni hevur fingið góða hjálp til at gera maskinuna, og hann við­ ur­kennir, at tað hevði ikki gingið uttan ta hjálpina hann hevur fingið. Hevur søkt um stuðul Trupulleikin er pengarnir. Bjarni eigur ongar pengar sjálvur til at keypa neyðugu útgerðina. Hann hevur søkt um stuðul til verkætlanina, men einki svar er komið enn. Bjarni metir, at um 100.000 krónur verða latnar, so verð­ ur tað nóg mikið til at koma í gongd. Bjarni tosaði við nógv ym­isk fólk um hugskotið, og øll hildu tað vera gott. Hann hevur fingið hjálp frá Kára P. Højgaard til at skriva umsóknina, og fleiri hava veitt moralskan stuðul. Eldsál 6 bókur hevur Bjarni lisið um tøving. Eisini hevur hann verið í Svøríki og fingið vitan um, hvussu ullin best verður tøvd. Bjarni vísir eitt petti av tøvdari ull, og hon er sera sterk. Vanliga er ull sera bleyt, og hon kann hálast sundur uttan nakað, men tøvd ull er sera sterk og heit. Bjarni brennur veruliga fyri hesari verkætlanini, og tað er ikki tí, at hann sær hetta sum ein møguleika at vinna sær pening. – Mítt hjartamál er børnini, sum ikki hava tað so gott. Um verkætlanin gevur yvirskot, so verður tað givið til okkurt vælgerandi endamál – helst til børn í Føroyum, sum ikki hava tað so gott, sigur Bjarni Hansen. Bjarni Hansen úr Runavík hevur søkt um stuðul til eina verkætlan um at gera teppir burturúr føroyskari ull. Her vísir Bjarni eitt dømi um, hvussu teppini síggja út Mynd: Heini S. Kristiansen Seinastu vikuna hevur nógv verið at hoyrt og sæð til orðið EITT. Nú er avdúkað, hvat liggur aftanfyri orðið: Ein samanrenning av virkseminum hjá Elektron og Kalli í eitt nýtt felag, sum nú kann bjóða fólki eitt gott, betri og ódýrari internet-samband, bæði til privatar kundar og fyritøkur Samskifti Snorri Brend Kall/Elektron: – Hví í víðu verð kunnu vit ikki hava sama tilboð og somu møguleikar sum internet- brúkarar í útlondum? Henda spurning hava mang­ir føroyingar sett sær gjøgnum árini. Svarið hevur sum oftast verið, at vit hava ligið so langt frá útlendsku veitarunum av hesum tæn­ astum. Soleiðis var støðan í gjár. Men í dag er hesin møguleikin vorðin veruleiki her á landi. Tað hendi, tá nýggja felagið EITT alment fór til verka í morgun. Hetta felagið ætlar at út­nytta tær sterku síðurnar og royndirnar, sum bæði Kall og Elektron hava. Og ætlanin er, at teir føroysku brúkararnir skulu fáa gagn av hesum samstarvinum. – Okkara ynski er at vera bestir og størstir. Vit vilja snøgt sagt gerast nr. EITT, sigur stjórin í nýggja felagnum, Erling Eides­gaard. Nýggja tilboðið vendir sær bæði til einstaklingar og fyritøkur. Marknaðurin er vaksandi, og tí er ikki óhugsandi at hetta nýggja tilboðið – sum m.a. inniber møguleikar fyri flatrate – kemur í tøkum tíma. Bíligt samband Hesa seinastu vikuna hava vit sæð og hoyrt, hvussu felagið hevur marknaðarført seg og nýggja navnið. Einki hevur tó verið sagt um, hvat lá í navninum. Á tíðindafundi í morgun varð víst á, at eini 1500 fólk hava givið sítt boð uppá, hvat lá í navninum. Júst við navninum EITT ynskja fólkini aftanfyri fel­ agið at vísa á, at tað skal verða bæði fyrst, best og ikki minst øðrvísi. Nú tvey so ymiskar fyri­ tøkur hava stovnað hetta nýggja felagið, kunnu teir tí gera brúk av teirri vitanini og teim royndunum, sum tey í sínum lagi hava. Ætlanin er tí eisini, at bjóða fólki betri tænastur fyri ein munandi bíligari prís enn higartil. Fyri smáar 600 kr. skal ein familja kunna gera brúk av breiðbandinum allar 24 tímarnar í døgninum og til einhvønn tørv. – Jú, vit vænta okkum nógv av hesum nýggja tilboðnum, varð sligið fast á tíðindafundi í morgun. Út í heim Nógvar fyritøkur gjalda í túsundatali av krónum fyri sítt internet-samband, men við nýggja tilboðnum og møguleikanum verður prísur lækkaður munandi. Umframt hetta verða aðrar tænastur so líðandi lagdar aftrat tilboðnum. Og ætlanir eru um enn fleiri tænastur í framtíðini. – Nei, hetta er ikki síðstu ferð at vit verða fyrstir, kundi stjórin, Erling Eidesgaard sláa fast. Óhugsandi er ikki, at hetta tilboðið somuleiðis kann nýt­ ast í øðrum støðum kring heimin, m.a. í samfeløgum sum líkjast okkara. Arbeitt verður tí víðari við hesum ætlanunum. EITT nýtt tilboð til internetið Stjórin í Kalli, Bjarni Askham Bjarnason og stjórin í EITT, Erling Eidesgaard vænta sær nógv av nýggja tilboðnum Mynd: Jens Kr. Vang Tøvd ull nýtast sum neyðhjálp Rætting Í Sosialinum tann 30, mai stóð, at Ferðaráð Før­oya samstarvar við Tjære­ borg, og at tað ber til at ferðast til Grikkaland við Tjæreborg. Ferðaráð Før­oya samstarvar ikki við Tjæreborg, tí at tey sam­skipa einans ferðir í Føroyum. Tað er Faroe Travel, sum samstarvar við Tjæreborg. Endamálið hja Ferðaráði Føroya er at marknaðarføra ferðavinnuna í Føroyum og ikki at skipa fyri ferð­um uttanlands. Á heimasíðuni hjá Ferða­ ráði Føroya stend­ur, at høv­uðsvirksemið hjá ráðnum er at: - at menna Føroyar sum ferðamannaland - at kunna um og markn­ að­ar­­føra Føroyar sum ferða­­mál