Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 1. juni 2006 7 - Tað sker meg í eyguni, at Javn­að­ar­ flokk­urin, flokkurin við landsins leiðslu, miss­ir so nógva und­ ir­tøku millum velj­ ar­ar­nar. Tað merkir, at fólk eru ikki nøgd við leiklutin hjá Javn­að­arflokkinum og vilja hava eina broyting, sigur Tór­ bjørn Jacobsen, løg­tings­maður Tjóðveldisflokkin VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast Tórbjørn Jac­ob­sen fegnast um, at Tjóð­veld­is­ flokk­urin í seinastu veljar­a­ kann­ingini gongur fram við 3,5%, so minnir hann á, at talan bert er um eina kann­ ing. — Men hetta vísir kortini eina gongd, sum vit eisini sóu við fólkatingsvalinum í fjør, tá Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur, sig­ ur hann. Tórbjørn Jacobsen sig­ ur, at tað er sjáldsamt, at flokkurin við landsins leiðslu gongur so nógv aftur, sum Javnaðarflokkurin ger í hesi kanningini. — Tað eru ov nógvir trup­ ul­leikar í samgongurni, sum leiðsl­an ikki fær bilbukt við. Fólk eru eisini troytt av politisku gongdini, tí tað hendir snøgt sagt einki. Framgongdin hjá Tjóð­ veld­isflokkinu er eini boð frá velj­arunum um, at flokkurin hig­­ar­til hevur gjørt eitt gott arbeiði. Framgongdin er so markant, at hetta eisini eitt signal um, at veljarin ynskir eina broyting í politisku leiðsl­ una, heldur Tórbjørn Jac­ ob­sen. Tórbjørn Jacobsen vísir á, at um vit — sum vit so ofta gera — bera saman við donsk viðurskifti, so sær man altíð har, at tað er flokkurin, ið hevur for­ sætisráðharran, sum veksur og veksur. — Her síggja vit júst tað øvugta, at Javnaðar­flokk­ur­ in gongur nógv aftur, með­ an teir, sum eru rundan um hann halda tørn — Sam­ bands­ flokkurin gongur enn­ tá fram! Hetta heldur Tórbjørn Ja­c­obsen vera upp­aftur týð­u­ligari tekin um, at velj­ar­in ikki er nøgd­ur við leiðsluna, meðan man kanska er nøgdir við tað, sum hinir flokkarnir gera í landsstýrinum. — Ein ógvuliga sjáldsom støða. Man tosar so ofta um »statsministara­eff­ekt­ina«, men her virkar hon øvugt, sig­ur Tórbjørn Jacobsen. Hóast talan altso »bert« er um eina veljarakanning, sum sigur, hvussu støðan er í teirri løtu, kanningin er gjørd, so vísir eisini á sam­an­fallið millum, at Javn­að­ar­flokku­rin minkar og at Tjóðveldisflokkurin veksur. — Hetta eru flokkar, sum hava eitt ávíst felags velj­ ar­a­grundarlag, sigur Tór­ bjørn Jacobsen, sum eis­ini vísir á, at nógvir sam­gong­ u­møguleikar síggjast í hesi veljarakanningin. Eitt er, at fullveldissamgongan aftur hevur meiriluta, annað er, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hava nær­u­m helmingin av ­­velj­ar­ u­num aftan fyri seg. Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldisflokkurin: Veljarin ónøgdur við løgmann - men samgongan held­ur støðuna og tað er at fegnast um held­ur løgmaður, sum heldur ikki sær nakað alternativ til sitandi sam­gongu eftir eitt komandi val Veljarakanning Jan Müller jan@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin er taparin í nýggj­astu veljarakanningini. Hann gongur aftur við 2,3% í mun til síðsta val. Tað held­ur formaður floksins og løgmaður, Jóannes Eid­ es­gaard ikki koma ávart á, tá hugsað verður um, at flokk­urin má bera lessið við at standa á odd a fyri hesi samgonguni. –Tað er ikki óvanligt, tá talan er um kanningar í einum val­ skeiði, at flokkar, sum sita í stjórn, verða teir, sum verða lagdir mest undir lupp­in og oftast hava aft­ ur­gongd í stjórnartíðini, með­an andstøðuflokkar hava tann lætta leiklutin bara at profilera sín egna pol­i­tikk og óforpliktandi kunna seta ting fram. Teir eru eisini gjarna í tí leikluti, at teir fáa framgongd. So henda gongdin, har stjórn­ ar­flokkar ganga aftur og an­dstøðu­ flokkar fram í velj­ara­kanningum í einum val­skeiði er fyri mær púra nátt­úrlig. Løgmaður staðfestir ann­ ars, at samgongan fram­veg­ is varðveitir sína støðu við 21 tingmonnum, og tað er hann sum leiðari fyri sam­ gonguna fegin um. Hann heldur eisini, at tað er ein rættvís mynd, tí tað gongur væl í samfelagnum. Tey mál­ini, sum samgongan hev­ur sett sær, hevur hon í nógv­um førum rokkið, og búskaparpolitikkurin, sum varð lagdur til rættis í 2004, byrjar nú at bera frukt. Jóannes Eidesgaard tulk­ ar annars afturgongdina hjá flokkinum sum eina av­leið­ing av, at flokkurin ber eitt ávíst less fyri hin­ ar flokkarnar, og tað er so aftur náttúrligt, tí Javn­ að­arflokkurin leiðir sam­ gong­una, og tað má væl vera tann prísur, sum Javn­aðarflokkurin beint nú í hesi kanningini skal gjalda fyri at halda saman upp­á tingini. Tað forpliktar at vera leiðsla og taka vit tey málini, sum ikki eru væl móttikin millum fólk, so sum eftirlønirnar til landsstýrismenn, og úrslitið verður, at Javn­ að­ar­flokkurin, sum hevur løgmann, rindar ein eyka prís fyri tað. Uppá fyrispurning um henda kanningin ikki er eitt slag av misálitisváttan til løgmann sigur Jóannes Eid­esgaard, at hann her bara kann fyrihalda seg til seinastu kanning, tá spurt var um hvønn persón fólk ynsktu til løgmann. Sjálv­ ur tekur hann ikki nýggju kanningina sum eina misálitisváttan og vísir á, at misnøgdin, sum er, verður kanalyserað gjøgn­ um Javnaðarflokkin, tí hann hevur leiðsluna. Bæði Fólkaflokkurin og Sam­ bandsflokkurin ganga fríir, tí Javnaðarflokkurin ber lessið fyri teir eisini. Men kanningin sigur javn­að­ar­ fólki, at vit fáa ongan val­ sigur forerandi, vit skulu stríð­ast fyri hann sigur for­ maður Javnaðarfloksins. - Róð hevur ver­ið framundir, at Sam­bands­ flokk­ur­in fyri at fáa løg­ mann kann velja at fara í eina samgongu við Tjóð­ veld­is­flokkin og ein minni flokk eftir næsta val! - Hondina á hjartað. Eg havi sera ringt við at fáa eygað á eitt annað alternativ til sitandi samgongu. Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin: Afturgongdin er prísurin fyri at bera lessið Bill Justinussen metir, at teirra støða sum anstøðuflokkur hevur havt góða ávirkan á flokkin, tí hann harvið hevur megnað at víst, at teir føra skilagóðan politikk og eru virknir á øllum økjum VELJARAKANNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Til løgtingsvalið seinast hevði Miðflokkurin eina und­ir­tøku uppá 5,2%. Varð tað val í dag, so hevði undirtøkan sambært kann­ ingini verið 6,3%. Tað gevur Miðflokkinum lut­ fals­liga størst framgongd av øllum flokkunum, og tað er nakað Bill Justinussen fegnast um: - Ja vit fegnast so avgjørt um kanningina. Serliga tí, at vit nú fyri fyri fyrstu fer í langa tíð, eru omanfyri 5% í eini veljarakanning, sigur næstformaður Miðfloksins. Sum heild plagar Mið­ flokk­urin at standa seg betri í sjálvum valinum enn í veljarakanningum, men Bill Justinussen torir ikki at siga, um góða úrslitið í kanningini, skal skiljast sum eitt støðumett ella ein tendensur. Men hvat er tað so, sum er orsøkin til framgongd Miðfloksins? - Eg haldi, at okkara støða sum anstøðuflokkur kem­ur flokkinum til góð­ ar í kanningini, og er ein partur av orsøkini. Sum anstøðuflokkur hava vit megnað at víst, at Miðflokkurin førir skil­a­góð­an politikk og er virkin á øllum økjum. Sum samgonguflokkur er tað ikki líka lætt at vera virkin allastaðni, heldur Bill Justinussen. Sum veljarakanning­in vísti, so sigur meir enn helm­ ing­urin av velj­ar­u­­num seg liggja mitt í millum høgru og vinstru. Miðflokkurin er eisini ein flokkur, sum liggur nøkulunda mitt í millum høgru og vinstru. Er tað ein partur av frágreiðingini til góðu úrslitið hjá flokkinum? - Tað er møguligt, men eg haldi rákið er tað, at allir flokkarnir søkja inn ímóti miðjuni. Men so skal eisini sig­ast, at Miðflokkurin hevur síni hjartamál, sum ikki eru til at vika. Tað kann bæði vinna, men eisini kosta veljarar, staðfestir Bill Justinussen, varaformaður í Miðflokkinum. Kanningin er frálík fyri Fólkaflokkin og samgonguna, men Javnaðarflokkurin tyk­ist eitt sindur slitin, sigur Óli Breckmann. Hann heldur eisini, at fólkið tekur undir við politikkinum, sum samgongan higartil hevur ført ­­VEL­JARAKANNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur eina undirtøku upp á 20,5% mill­um veljararnar. Hetta er næstan akkurát sama úrs­­lit, Fólkaflokkurin hevði í januar í 2004, tá und­ir­tøkan var 20,6%. VIð øðrum orðum ein af­t­ urgongd uppá 0,1%, og hev­ur tað onga broyting á ting­mannatal floksins. Fleiri av undanfarnu velj­ar­a­kanningum hava ikki verið mildar móti Fólk­a­flokkinum, so tí var tað ein væl nøgdur Óli Breckmann, vit fingu orðið á, til eina feska viðmerking til júst kunngjørdu velj­a­r­a­kann­ ing­ina: - Hetta var ein frálík kanning fyri Fólkaflokkin og samgonguna. har flokk­ urin og samgongan varð­ veit­ir tingmannatalið. Vit plaga ikki at standa okk­ um nakað serliga væl í kanningum, so hetta má vera ein ábending um, at tann politikkurin vit føra í løtuni, er á góðari leið, heldur Óli Breckmann. Málið við Dag­mar Joensen og lands­ stýrismannin í Vinn­u­ málum, Bjarna Djurholm, hevur fylt nógv í fjøl­miðl­ u­num seinastu tíðina. Bjarni Djurholm er fólk­ a­floksmaður, men kann­ ing­in varð gjørd, áðrenn málið við honum sum høv­u­ðspersóni av álvara tók fer á. Heldur Óli Breck­ mann, at úrslitið hevði verið øðrvísi, um kanningin varð gjørd í dag? - Nei tað hevði tað ikki. Fólkafloksveljarar eru fantastiska støðugir og velja við heilanum, so tað hevði ikki broytt nógv. Eg haldi annars kanningin vís­ir, at førdi búskapar- og skatt­a­pol­ i­tikk­urin, sum hóast út­sving, hevur tað gott, fær undirtøku millum velja­r­arnar. Eisini hóvligi sjálv­stýrispolitikkurin hevur und­irtøku millum fólkið, staðfestir Óli Breckmann, sum vísir á, at tann ó­nøgd­in við samgonguna sum er, kemur Tjóð­veld­is­flokk­i­ num til góðar, men at tað tó ikki hevur ávirkan á tingmannabýtið. - Tjóðveldisflokkurin er fult mobiliseraður sum er. Javnaðarflokkurin tyk­ist harafturímóti eitt sind­ur slitin sambært velj­ a­r­a­kanningini, sigur Óli Breckmann, sum sam­ stund­is vísir á, at tað var tað sama galdandi fyri teir, tá teir sótu sum løg­ mans­flokkur. Fólkafloksveljarar velja við heilanum Gott at vera anstøðuflokkur