Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 104 - 1. juni 2006 Fólkaflokkurin mist stuð­ulin millum al­mennar løntakarar. Sam­bandsflokkurin arbeiðaraflokkur? Borg­arligu flokkarnir fræg­ari fyri millum sjálv­tstøðugt vinn­u­ rek­andi. Pen­si­ón­ist­ar­ nir býta seg javnt mill­ um fýra teir stóru. Hetta eru nakrar av yvirskriftunum í velj­arakanningini, sum Fynd hevur gjørt saman við Sosialinum. Fynd fevnir um eitt netverk av sam­fel­ags­ frøð­ ing­um á mið­náms­ skúlum og Fróð­skap­ ar­setr­i­num VELJARAKANNING Jógvan Mørkøre Veljarakanningar kunnu, eru tær nóg umfatandi og lagt er eftir tí, geva eina mynd av, hvar ið ymsu flokk­arnir standa sterkastir, tá tað ræður um stuðul frá ymsum samfelagsbólkum. Ser­ligur áhugi er fyri tí, ið kann nevnast klassaval ella á enskum ’class voting’. Ser­ liga hevur granskingin heft seg við, at t.d. teir stóru sosialdemokratisku flokk­ ar­nir í Evropa hava mist trad­i­ti­onella takið á vanliga arbeiðaranum, men afturfyri styrkt sína støðu millum vaks­ andi talið á alment løntum. Sam­stundis síggja vit í tí mesta av Evropa, at tað, vit van­liga fata sum borgarligir flokkar, styrkja sína støðu bæði millum arbeiðarar og alment lønt og gerast minni heftir at háinntøkubólkum og bóndum. Yvirhøvur er eitt rák burtur frá klassavali – iv­a­ leyst eitt úrslit av, at flestu flokk­ar í dag meira miða seg eftir at boða politikk og draga a­t­kvøðufiskar inn í bæði borð, heldur enn at umboða serligar samfelagsbólkar. Spurningurin er so, um vit kunnu staðfesta eitt líknandi rák frá klassavali til til eitt meira tilvildarligt og spjatt býti av atkvøðunum frá yms­um samfelagsbólkum upp á flokkarnar. Til ber bein­leið­is at samanbera úrs­lit frá umfatandi veljara­kann­ing­ um frá 1990, 1994, 1997, 2002 og 2006, ið Fynd hev­ ur gjørt. Samanberandi talva er gjørd burturúr hes­um við denti á fýra stóru flokk-arnar Fólkaflokkin, Sam­bands­ flokk­in, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Aðr­ ir smáir flokkar – sum hava verið skiftandi í tali – eru samanfataðir undir einum, ’Aðrir flokkar’. Ein orsøk er, at tølini ofta eru so smá upp á einstaka flokkin og óvissan hareftir, so tað verður nærum mein­ ings­leyst at bera tey víðari einsæris. Onnur orsøk er tær sundurstøkkingar í tí pol­itiska umhvørvinum, ið vil hava serstakar krist­ i­ligar flokkar. (Júst í tíðar­ skei­ð­num, sum mynd­ir­nar fevna um, eru byltingar í hesum umhvørvinum, sum føra til, at Miðflokkurin loksins stendur einsamallur eftir.) Skeiðið 1990-2006 er sjálvandi avmarkað tíð­ ar­skeið, men úrslit eru frá øðr­um kanningum longur aftur í tíð, har tað ber til at samanbera summi av úrs­lit­ u­num frá 1990 og frameftir beinleiðis við eldri tøl, í øðrum førum við einum fyr­ i­­varni, tí bólkarnir eru ikki eins samansettir. Serliga á­huga­verd er her kanningin frá 1978, sum Observa gjørdi fyri Dimmalætting upp undir løgtingsvalið sama árið. Fólkaflokkurin mist al­menn­ar løntakarar Tá ið tað ræður um løn­ takarabólkarnar undir ein­ um, so eru teir fýra stóru flokk­arnir rættuliga javnir, tó so at Fólkaflokkurin hev­ ur hug at standa eitt sindur veikari enn hinir. Tað er serliga tey alment løntu, ið heldur taka aðrar flokkar framum. Her fær Fólk­a­ flokkurin 18% í seinastu kanningini frá 2006, meðan hinir tríggir liggja úr 21 og upp í 30%. Tað er einki nýtt í hesum. Síðani tey ringu kreppuárini í fyrru helvt av 90-árunum hevur hann staðið seg illa í hes­um bólkinum. Men onk­untíð hevur staðið frægari til: Í 1984 atkvøddi 3. hvør í almennum starvi fyri Fólkaflokkinum. Javn­ að­ar­flokk­urin tóktist at hava fótað sær aftur her, men seinastu tølini draga niður. Tekur tú løntakarabólkin undir einum, so fór kreppan illa við Javnaðarflokkinum. Hann misti undirtøku bæði millum alment sett og priv­ at sett. Millum privat sett reyk undirtøkan úr 33% í november 1990 niður í 14% í juni 1994; síðani hevur undirtøkan kvinkað seg upp í 21%. Her liggja Tjóðveldisflokkurin og Sam­bands­flokkurin kortini væl frammanfyri við tølum úr 27 upp í 30%. Millum al­mennu løntakararnar var farið at bragda aftur. Her var Javnaðarflokkurin farin úr 18%´um í eini kann­ing Samfelagsbólkar og val av flokki Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Aðrir flokkar Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Aðrir flokkar Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Aðrir flokkar Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, leggur fram veljarakanningina fyri um boð fyri politisku flokkarnar í Miðlahúsinum í morgun: Kári P. Højgaard, Sjálv­stýr­ is­flokk­urin, Óli Breckmann, Fólkaflokkurin, Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin, Bill Justinussen, Miðflokkurin, Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldisflokkurin og Jó­ann­es Eidesgaard, Javnaðarflokkurin Mynd: Jens Kristian Vang