Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 1. juni 2006 9 mars ´97 og upp í 27% í 2002. Men hann dett­ur niður aftur á 19% í seinastu kanningini. Tjóð­veld­is­flokk­ urin liggur fremstur millum al­mennar løntakarar við 32% í seinastu kanning; Sambandsflokkurin honum á baki við 24%. Sambandsflokkurin ar­beið­­a­r­aflokkur? Tá ið Observa gjørdi fyrstu ver­u­ligu veljara­kann­ ing fyri Dimmalætting í 1978, var tað ikki sørt, at Sambandsflokkurin hevði hug at breggja sær av at vera størsti arbeiðaraflokkur. Tað bygdi hann á, at hann var tann flokkurin, sum stóð sterkastur millum løn­tak­ arar í privatari vinnu. Men síðani misti hann – fyri eina tíð – takið á hesum bólkinum. Tølini fóru úr 29% niður í 13 í 1990, men hava tó síðani havt hug at lagt seg á eitt støði um 26-27%. Samstundis sum Sambandsflokkurin full­ kom­i­liga misti tamarhaldið á løntakarunum í privatu vinnuni, so tók hann seg væl fram ímillum tey alment løntu, so hann leyp fram frá 12 prosentum í 1984 upp í 23 í 1990. Í seinastu kanningunum frá 2002 og 2006 vóru vóru tað 24-25% av av hesum slagnum av veljarunum, sum atkvøddu fyri Sambandsflokkinum. Hvørjir eru so ar­beiða­ r­a­flokkarnir? Í seinastu kanningini frá 2006 standa Tjóð­veld­is­flokk­ ur­in og Sambandsflokkurin sterk­astir millum løntakarar inn­an tað privata. Tølini hjá hesum báðum flokkum liggja um 27-30%, meðan hinir báðir av teimum fýra stóru, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin liggja um tey tjúgu. Men so skal havast í huga, at tú skalt ikki meira enn 12 ár aftur í tíð, tá ið Javnaðarflokkurin lá væl hægri enn hinir og hevði umleið triðingin av privatu løntakarunum við sær. Fólkaflokkurin hev­ ur í meira enn eitt tíggj­u­ áraskeið havt góðan fjórð­ing av løntakarunum innan tað privata aftan fyri seg, men her er parturin so mink­að­ur niður í 18% í seinastu kann­ ingini. Millum alment lønt stend­ur serliga Tjóð­veld­is­ flokk­urin seg væl við 32%; honum næstur Sam­bands­ flokk­urin við 24, meðan Javnaðarflokkurin og Fólk­ a­flokk­urin eru darlaðir aft­ ur­úr og eru endaðir niðuri á 18-19 prosentum. Men eisini í hesum førinum skalt tú ikki so langt aftur í tíð fyri at finna eina glæsiligari fortíð. Í 1984 lá t. d. Fólkaflokkurin langt om­an fyri hinar, tá ið tað ráddi um at eiga stuðul mill-um alment lønt: 34% hevði hann, meðan hinir tríggir stóru spentu úr 12 upp í 24%. Tað ber sjálvandi til at siga, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga aftur við dyggum stuðli hjá løntakarum bæði innan tað privata og tað almenna, og tí eru teir báðir frægastu boðini upp á at kunna nevna seg arbeiðaraflokkar. Rættari er tó at taka tey øðiligu sveiggini upp og niður við í metingina, tí tað vísir at vera skjótt hvønn vegin – fyri allar flokkar. Tað, sum kann leggjast afturat, er, at tað tykist sum um, at Sambandsflokkurin hevur staðið stinnastur millum tím­a­lønta arbeiðsfólkið og fiskimenn seinastu tíggju árini við rættuliga støðugt at hava umleið ein fjórðing. Tjóðveldisflokkurin tykist hinvegin at hava verið í eini serstøðu millum alment lønt seinastu tíggju árini við tølum úr 28 prosentum og upp í 37, meðan Fólk­ a­flokkurin hevur lagt seg á eitt støði umleið tey 16 prosentini. Borgarligu flokk­ ar­nir fræg­ari fyri mill­um sjálv­støð­ug vinn­u­rekandi Frægari gongst Fólk­a­­f­lokk­ inum, tá ið tað kem­ur til tey sjálv­støð­ug vinnurekandi sum hand­­ils­menn, hand­ verk­s­meist­­ar­ar, bøndur og út­róð­r­ar­menn. Her fær hann stuðul frá 30%´um, með­an Sambandsflokkurin ligg­ur eitt sindur nið­an­ fyri við 24%´um í sein­ astu kanningini frá 2006. Hinir báðir stóru flokk­arnir hava vanliga lig­ið nakað niðanfyri, men í hesari kann­ ing­ini hev­ur Tjóðveldis­flokk­ ur­in tik­ið seg fram úr 19 og upp í 30% undir liðina á Fólkaflokkinum. Javn­að­ arflokkurin fær hin­veg­in bert 14% av stuðl­i­num frá hesum bólkinum av veljarununum. Fólk­a­flokk­urin hevur mist sína einaráðandi støðu í hesum bólk­inum, samanbera vit við tøl frá 90-árunum, tá ið hann lá millum 35 og 41%, og eingin stóð honum kurl. Í dag fær hann kapping frá Sambandsflokkurin og Tjóð­veldisflokkinum. Men eisini í hesum bólk­ i­num er tað tey ógvusligu sveiggini upp og niður – og so aftur upp – ið eyð­ kenna myndina meira enn nakað annað. Í 1984, tá ið studningspolitikkurin var í hásæti millum allar flokkar, var styttri millum flokkarnir – úr 20 upp í 28% - og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu munin, tá ið tað ráddi um stuðul í hesum samfelagsbólkinum. 10 ár seinni - í ringastu krepputíð – var fullkomiliga vent í hol­uni: Nú høvdu hesir báð­ ir ikki meira enn góð 10% aftanfyri seg, Sam­bands­ flokkurin góð 20, meðan Fólk­a­flokkurin hevði góð 40% av teimum sjálvstøðug vinnurekandi í sínum parti. Munirnir eru síðani aftur tódnaðir nakað. Pensiónistarnir býta seg javnt millum 4 teir stóru. Sambandsflokkurin er tann flokkurin, ið plagdi at standa seg best, tá tað ræður um at vinna stuðul mill­um teirra, ið ikki longur eru í aktivari vinnu. 40% av pensiónistunum høvdu í 2002 Sambandsflokkin sum frægasta flokkin. Sam­ bands­flokk­ur­in hevur al­tíð ligið væl fyri í hesum sam­ felagsbólkinum – millum 34 og 29% síðani 1990 – men nú tykist hann at missa takið. Frá at hava eina einaráðandi støðu í 2002 við stuðli frá 40% av pensiónistunum, er hann farin 15% aftur niður í 25. Men munurin er lítil og eingin millum hann og hinar tríggj­ar teir stóru flokkarnar, sum hava úr 22 upp í 24% í part. Ein annar flokkur, ið hevur mist munandi sein­ astu 11-12 árini, er Sjálv­ stýrisflokkurin, sum er farin úr 13%´um og niður í 5. Taka vit alt skeiðið síðani 1990 undir einum, so er tað ser­merkta, at tann borgarligi part­ur­in av spektrinum, ið stóð so nógv sterkari mill­ um pensiónistar í 1990, hevur mist, meðan teir báð­ir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, ið mynda vinstrusíðu í før­­oysk­um politikki, eru gingnir fram undir einum. Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Aðrir flokkar Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Aðrir flokkar Lokala um­boð­an­in er alt­ger­andi hjá S­jál­v­stýr­is­flokk­i­ num, heldur Kári P. Højgaard, sum fegn­ast um, at Sjálv­ stýr­is­flokkurin er at finn a omanfyri sperrumarkið í veljarakann ingini VELJARAKANNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sjálvstýrisflok­k­ur­in hev­ur sambært velj­a­r­a­kann­ing­ ini eina lítla afturgongd á 0,2%. Seinasta løgtingsval var undirtøkan 4,6%, með­an veljarakanningin vís­ir, at undirtøkan fyri flokk­inum i dag, er 4,4%. Kortini heldur Kári P. Høj­ gaard, formaður Sjálv­stýr­ is­floks­ins, at talan var um eitt positivt úrslit fyri flokkin: - Eg haldi at hatta var eitt fínt úrslit. Serliga tí, at vit liggja omanfyri sperr­u­markið. Tað hevur sera stóran týdning, sigur Kári P. Højgaard. Sum kanningin vísti, so vil meiri enn helming­ur­in av veljarunum vera við, at teir liggja mitt á vinstra/ høgra-ásanum. Eitt vørumerkið hjá Sjálv­stýr­ is­flokk­inum hevur longi verið, at hann er einasti flokkurin, sum liggur mitt á miðjuni. Átti hetta ikki at givið flokkinum ein risa fyrimun ímun til aðrar flokkar, sum onk­ ursvegna hella eitt sindur til vinstru ella høgru? - Eg leggi fram­veg­is dent á, at Sjálv­stýr­is­flokk­ urin er einasti flokkurin, sum liggur mitt á miðj­ uni. Men flokkurin hevur tann trupulleikan at drag­ ast við, at hann bara hev­ ur ein tingmann. Tað vil siga, at í eini kanning sum hesari, hevur velj­ arin í teimum ymisku val­døm­unum, bara he­v­­ ur ein eysturoying at i­dentificera seg við, með­an hinir flokkarnir hava tinglimir kring land­ið. Eg trúgvi, at um vit høvdu ein lista við valevnum, hevði úrslitið verið munandi øðrvísi, sigur Kári P. Højgaard, sum harvið staðfestir, at lokala umboðanin er altavgerandi hjá einum flokki sum Sjálvstýrisflokkinum. Lokala umboðanin stóran týdning