Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 104 - 1. juni 2006 Í blaðnum í dag og í komandi bløðum fara vit á almannakungera úrslitið av eini umfatandi veljara­ kann­ing, sum felagsskapurin FYND hevur gjørt saman við Sosialinum. Fynd fevnir um eitt netverk av samfelagsfrøðingum á miðnámsskúlum og Fróð­ skapar­setrinum og hevur fleiri ferðir áður gjørt sera gjølligar og umfatandi kanningar saman við føroysku miðlunum. Kanningin er gjørd í døgunum 24. og 25. apríl. Ikki færri enn 1001 fólk svaraðu, so grundarlagið undir kanningini er rættiliga stórt og vóna vit tí eisini, at hon kann vera við til at skapa kjak og seta spurningar í komandi bløðum og í samfelagnum sum heild. Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum fólk, er hvussu býtið er millum teir einstøku politisku flokk­arnar í mun til seinasta val. Og her gevur kanningin okkum eina rættiliga greiða ábending, tó at marginalarnir eru smáir í nógvum førum og so tann sannroynd, at góð 10% av teimum spurdu hava ikki gjørt av, hvønn flokk tey høvdu valt, um val var nú. Samanumtikið kann sigast, at tað eru fleiri vinnarar. Hyggja vit eftir tingmannatalinum, hvat man tó skal taka stórt fyrivarni við, so er Sambandsflokkurin vinnarin, og Javnaðarflokkurin taparin. Tann fyrri fær ein tingmann aftrat, tann seinni missir ein. Tað eru tó meira prosentini, sum vit skulu hyggja eftir, tí tey geva bestu ábendingina um, hvønn veg tað ber og hvørjar broytingar eru síðani seinasta val. Og har er ein greiður vinnari, og tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur eina framgongd uppá heili 3,5%. Haraftrat er hann vorðin størsti flokkur í prosentum eisini, gott prosent frammanfyri Sambandsflokkin, sum við síðsta val hevði 2% fleiri men kortini fekk ein tingmann færri orsakað av valskipanini. Eisini Miðflokkurin hevur framgongd við einum prosenti. Javnaðarflokkurin er stóri taparin í kanningini og fer 2,3 prosent aftur samanborið við seinasta val, sum eisini nú verður yvirhálaður av bæði Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Havast má í hesum eisini í huga, at Hin Stuttligi Flokkurin er ikki við longur, men fekk hann 2,4 prosent við valið. Kann hugsast, at nógvar av teimum atkvøðunum eru farnar heim aftur til Tjóðveldisflokkinum. Taka vit so samgongu kontra andstøðu, so er greitt, at samanlagt ganga samgonguflokkarnir aftur í prosent­um við 2,4. Men samgongan varðveitir sínar 21 tinglimir. Aftrat hesum skal sigast, at 10% hava ikki tikið støðu. Kanningin fevnir eisini um nógvar aðrar áhugaverdar samfelagsspurningar, og teir fara vit at venda aftur til í komandi bløðum. Millum mongu yvirskriftirnar eru hesar: Fólkaflokkurin mist stuðulin millum almennar løntakarar. Sambandsflokkurin arbeiðaraflokkur? Borgar­ligu flokkarnir frægari fyri millum sjálvtstøðugt vinnurekandi. Pensiónistarnir býta seg javnt millum fýra teir stóru. DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðveldisflokkurin stóra framgongd VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jonna Justinussen skrivar í Dimmalætting 26.mai, eitt sera viðkomandi lesara­ bræv um sletuhundar í Før­ oyum. Hon setir spurnar­ tekin við hvat vit skulu við sletuhundum í Føroyum, og viðmerkir um allar teir stakkals Border Collie ið verða nýttir sum (stressaðir) familjuhundar. Tað ljóðar sum eitt ”býtt” hugskot, at hava sletuhund í Føroyum – men, í Danmark og øðrum londum, sum ikki hava nógvan kava, fáa sletu­hundar vognar at draga eftir seg. Hetta mugu sletuhundaeigarar hava í huganum, tí um hundurin ikki verður nýttur til enda­ málið hann er skaptur til, verður tað bert ein stress­ aður familjuhundur. Tað skal eisini havast í huga, at sletuhundar eru avlaðir til sera hart veðurlag, tí trívast teir best úti, og skulu helst hava ein góðan hundagarð - men, har kunnu teir ikki ”plantast”. Teir hava sera nógva orku, og hana mugu teir sleppa av við hvønn dag. Vit síggja eisini sera nógv ”selskaps” hundasløg (s.s. Chiahuahua, Mops, Pekingesarar, King Charles Spaniel O.l.) – hesir hundar krevja selskap! Tað er sera ringt fyri teir, at vera leingi einsamallir heima, meðan familjan er úti og arbeiðir o.a. Tað kann gerasr ein langur listi yvir ymiskar ”rasur”, og hvat er týdningarmikið fyri hvørja rasu – men, um tú skalt velja tær ein hund, fá tær nóg mikið av upplýsingum um hann, soleiðis at tú veist, um tú kanst bjóða honum tað hann er ætlaður til – og, at hann fær nóg mikið av motión, og ikki minst, um rasan er ”intellegent” má hon eisini sleppa at nýta heilan! Upplýsingar um hundar fáast á alnótini, í bókum (flestu bókasøvnini eru væl útgjørd við hundabókum), ella til ber at venda sær til hundafelagið, og spyrja hvør rasa passar seg best til tín, og tína familju. – Um tú kallar tað kon­ spiratiónsteoriir ella ikki, er týdningurin júst tann sami, – valdmisnýtsla av grovasta slag Henda niðurstøðan er greið, eftir tí at døma, fjøl­miðl­ar­nir nú hava at frambera í málin­ um, viðvíkjandi leiðsluni í Framtaksgrunninum, í rela­ tión til politisku skip­anina. Klagan sum fyrr­ver­ andi stjórin í Fram­taks­ grunninum, Dagmar Joen­ sen av røttum hevur grundað og framborið løgmanni, er sum kunnugt avvíst. Løg­ maður ger ikki meira við málið, fingu vit at vita av løgmannsskrivstovuni. Ei undur í, tí hvussu kann hann “lyfta fingur” uttan sjálvur at fáa hann í klemmi? Enn einaferð brúktu teir slag­ orðini: “Tað gongur nokk allíkavæl”. Fakta er heldur, at Dag­ mar, sum bert ein av mong­ um, ikki hevur kunna røkt sína ábyrgdarskyldu, sum formaður Framtaks­grunn­ sins, orsakað av polit­isk­ari uppí­bland­ing úr Vinnumála­ ráðnum og serliga av Bjarna Djurholm. Gud hjálpi mær, nú eisini við vælsignilsi løgmannsins. Ja, nú gekk kabalin eftirhondini upp. At løgmaður nú eisini góðtekur alt hetta óskilið, við onki at gera, men sita hendur í favn, vísir sanna lindið hansara. Tað gongur nokk allíkavæl, – eisini hjá honum! Men ein kann so spyrja: Hvar er moralurin, hvar er álitið? Harra løgmaður! Eg og fleiri við mær leita enn. Sonnet To my friends in London We welcome you to these our Faroe Isles, may pleasentness our humble gesture be: And all the charming beauty you will see as memories and satisfying smiles. You’ll hear the sound of fowl in mountains high; And breathing all the fresh and salty air. When cultures meet is like a moment fair: We’ll hope our visitors to gratify! In weather’s theme a dearest friend you’ll find. To leave, will not leave memories behind: Obliging we will surely meet again. Our flag is Cross, our Sky, our Sea, our Blood. You never will forget where else you stood; Our blessed friends, our new hope’s opening. Christian Fróði Djurhuus Valdsmisnýtsla Hjalmar N. Poulsen Sletuhundar í Føroyum Ester H. Hansen