hósdagur 1. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 1. juni 2006
11
Visjónstorgið byrjaði
við, at Jóannes
Ejdesgaard, løgmaður,
beyð vælkomin.
– Í dag skulu vit fyri
fyrstu ferð realisera
Visjón 2015, so alt
samfelagið ítøkiliga
kann vísa á hana,
legði Jóannes
Ejdesgaard út við at
siga í røðu síni.
Visjón 2015
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tá løgmaður í dag beyð
øllum vælkomin til fyrsta
visjónstorgið, legði hann
dent á, at tað ringasta vit
kunnu gera, er einki at
gera:
– Vit noyðast at eggja
hvønn annan, so vit í felag
mennast. Um vit einki gera,
verður ónøgd og ruðuleiki.
Tí er okkara skylda at leggja
ætlanir fyri framtíðina.
– Visjón 2015 er nú
komin fram á borðið, tí vit
hava sæð, at vit noyðast at
leggja eina nýggja kós fyri
tey næstu 10 árini, segði
løgmaður og legði afturat,
at hóast 9 ár eru til 2015,
ber ikki til at leggja árar inn
og bíða:
– Vit hava nógv tøk fyri
framman og noyðast at
fara í gongd alt fyri eitt.
Onkur spyr kanska: “Hví
Visjón 2015 og ikki Visjón
2006?”. Vit hava nógvar
trupulleikar í Føroyum í dag
– eitt nú á skúlaøkinum. Teir
trupulleikarnar skulu vit
sjálvandi loysa beinanvegin,
men samstundis noyðast vit
at hugsa langt, tí so vinna
vit enn meira.
– Hetta er fyrstu ferð
nakrantíð, føroyska sam
felagið hevur sett seg niður
í felag. Øll eru samd um, at
Føroyar skal verða millum
tey bestu londini í 2015.
At enda segði løgmaður,
at á visjónstorginum í dag
vóru øll vælkomin at koma
við rósi, rísi og áheitanum
til strategibólkarnar, so øll
í felag kunnu rógva saman
og gera Visjón 2015 til
»fólksins ætlan«.
Strategibólkurin
fyri kunningar- og
samskiftistøkni legði
fyrst sína ætlan fram
á visjónstorginum
á Hotel Føroyum í
dag. – Alnetið skal
verða ein berandi
partur av øllum
og lyfta føroyska
samfelagið frá einum
ídnaðarsamfelagi og
til eitt »innovasjóns
samfelag«, segði Anna
Mittún Jacobsen, ið
legði ætlanina hjá KT-
bólkinum fram.
Visjón 2015
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Visjónin er, at nýtslan
av kunningar- og sam
skiftistøkni í tí almenna,
í
skúlaverkinum
og
í
vinnuni skal vera við til
at lyfta føroyska samfelag
ið frá einum ídnaðarsam
felagi og til eitt »innova
sjónssamfelag«. Hetta fer
at føra við sær, at føroyska
vinnan kann gera seg gald
andi á altjóða pallinum,
segði Anna Mittún Jacobsen
og legði eina við, at høv
uðstrupulleikin í KT er, at
Føroyar vanta føroyingar
við altjóða royndum:
– Men í 2015 skal
alnetið verða ein natúrligur
og berandi partur av ger
andislívinum. KT skal verða
við til at lyfta støðið í allari
undirvísing, tað almenna
skal verða ein áhaldandi
drívmegi í at nýta kunningar
tøkni á ein fyrimyndarligan
hátt og somuleiðis skal
alnetið verða ein natúrligur
og berandi partur av øllum
vinnulívinum, segði Anna
Mittún Jacobsen millum
annað, tá hon legði ætlanina
hjá KT-bólkinum fram á
Hotel Føroyum í morgun.
Alnetið skal lyfta føroyska samfelagið
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður:
– Noyðast at rógva í felag
Fyrsta visjónstorg
viðvíkjandi Visjón 2015
Í dag byrjaði fyrsta visjónstorgið á
Hotel Føroyum. Strategibólkarnir
løgdu sína ætlan fram, og síðan var
orðaskifti á skránni. Umframt umboð
fyri strategibólkarnar, vóru eisini
politikarar, fakfeløg, áhugafeløg og
embætismenn við á fundinum.
Vit hava meira um
visjónstorgið á Hotel
Føroyum í Sosialinum
í morgin.
– Í dag skulu vit fyri fyrstu
ferð realisera Visjón 2015, so
alt samfelagið ítøkiliga kann
vísa á hana, legði Jóannes
Ejdesgaard út við at siga í
røðu síni.
Strategibólkurin
fyri kunningar- og
samskiftistøkni legði
fyrst sína ætlan fram á
visjónstorginum á Hotel
Føroyum í dag.
– Í Skotlandi síggja vit
nógvar inntøkumøguleikar,
og hetta kann vera við til
at tryggja, at tann positiva
fíggjarliga kósin vit hava
sett kann verða hildin, sigur
stjórin, Tummas Magnussen
um avgerðina.
Verður
avgerðin
sett
í verk, merkir hetta at
Norröna fer at sigla uppá
onkra skotska havn longu
komandi summar. Hervið
steðgar
siglingin
uppá
Hetland.
Um hetta sigur Tummas
Magnussen:
– Tað er við sorgblídni
at vit gera hetta, men tað
er ein sannroynd at vit
hava mist pening við hesi
siglingini. Vit kunnu tí ikki
forsvara at halda fram við
eini rutu, sum gevur hall.
At Hetlandssiglingin ikki
hongur saman fíggjarliga
kunnu teir á Smyril Line
staðfesta. Men tíðindini um
hetta skapa ikki fagnaðarróp
í Hetlandi. Her hevur
hetlendski
partaeigarin
í Smyril Line, Shetland
Developement Trust boðað
frá tiltøkum at steðga hesi
ætlanini.
– Vit eru sera misnøgd
við avgerðina, og harmast
um at hetta skal vera neyð
ugt, sigur stjórin í hesum
grunninum, Josie Simpson.
Hann
minnir
á,
at
grunnurin setti 4,2 mió.
pund í nýggju Norrönu,
samstundis sum ein tryggj
aði sær at hon skuldi sigla
upp á Hetland í fleiri ár
aftrat.
– Okkara arbeiði verður
nú at verja áhugamálini
hjá Hetlandi í Smyril Line,
og ta positivu ávirkan sum
siglingin hóast alt hevur
havt fyri okkum, sigur
hann.
Spurningurin er so, hvørt
hesi orðini gera nakran mun
mótvegis leiðsluni í Smyril
Line. Her verður hinvegin
víst á, at tann dýrkaða oljan,
eitt stórt orkukrevjandi skip
og hækkandi havnargjøld
hava víst, at siglingin altso
ikki hongur saman fíggjar
liga.
sb
Hetlendingar vilja ikki av við Norrönu