Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Heina Sig­ fred Jacosen ættaður úr Klaksvík, kemur til Vágar hósdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni fríggja­dagin 2. juni kl. 13.30. Anker Borgardal, Sand­ vík, andaðist mána­­dagin á Lands­sjúkra­húsinum, 41 ára gamal. Farið verð­ur úr kapellinum fríggja­kvøld­ið kl. 18 til Smyril. Jarðarferðin verð­ur úr Sandvíkar kirkju leygardagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minn­ast Anker kunnu lata børnunum eina pen­ingagávu. Konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur umleið ár 300. Tíðindaskriv Heri N. Vestergaard, Sumba, og John Larsen, Tórs­havn, hava fingið prógv sum havkavarar frá kav­ara­skúl­ anum Faroe Dive í Klaksvík. Teir hava seinastu vikurnar staðið royndir í ástøði, kaving í svimjihøll og ikki minst kaving í sjónum. Teir umhugsa at útbúgva seg enn meira innan kaving. Faroe Dive, Klaksvík: Tveir kavarar fingið prógv Á myndini síggjast f.v.: Heri N. Vestergaard, Sumba, og John Larsen, Tórshavn, eftir seinasta kavið á grundskeiðnum Tíðindaskriv Fríggjadagin 2. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning við málningum hjá Edward Fuglø upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Vit kenna mest Edward Fuglø frá at hann hevur sett pallmyndir upp, t.v.s. at gera scenografi til ymiskar framførðslur. Tá man so tekur og setur eitt frímerki á ein brævbjálva, so er Ed­vard Fuglø aftur har, hann hevur fingið virðisløn fyri eitt tað vakrasta frímerki í Europa í 2003. Í Føroyum er Edward Fuglø eisini kendur fyri at byrja Leikalund. Handilin Leikalund, í Gamla Klaksvíks-handlinum, selur bøkur, tónleikalist o.m.a og skipar fyri skiftandi mynda­ fram­sýningum. Edward Fuglø er føddur í 1965 í Klaksvík, hann hevur list- og designútbúgving. Myndevnið hjá Edward Fuglø hevur verið ymisk dýr og menniskjur. Á fram­ sýningini í Galerie Focus er myndevnið Fjallabrúður. Framsýningin verður op­in til 15. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Tíðindaskriv Kommunusamskipan Før­ oya hevur í dag sett Jóan Pet­ur Hentze í starv sum aðalskrivari. Jóan Petur er 35 ár, er út­búgvin cand. mag. og hevur hollar og fjølbroyttar fyrisitingarligar royndir í miðfyrisiting og almennu umsitingini. Jóan Petur byrjar í starvi 1. juli. Kommunusamskipan Føroya: Jóan Petur Hentze nýggjur aðalskrivari Rodmundur Nielsen, frá Kommunusamskipan Føroya, og Jóan Petur Hentze, sum er settur í starv sum aðalskrivari Edward Fuglø í Galerie Focus Fríggjadagin 2. juni kl. 16 til letur ein framsýning við málningum hjá Edward Fuglø upp í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang Tøkk Hjartaliga takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt gjørdu 90 ára føðingardag mín ógloymandi. Blíðar heilsur Sunneva Gram Mentanarnáttina, fríggja­ dag­in 2. juni kl. 18.15, let­ ur listamaðurin Olivur við Neyst upp framsýning í forhøllini í Snarskivuni á Vaglinum. Sum tannáringur steig Olivur við Neyst fót­ in inn um gáttina í før­ oyska listaheiminum. Á eini listaframsýning á Norðoyastevnu fyrst í 1970- árunum, vísti hann á fyrsta sinni almenninginum sínar listarligu gávur. Um hetta mundið vóru nógv listafólk í Klaksvík, og í hesum um­hvørvi var lívsleiðin hjá honum gróðursett. Hetta er fyrstu ferð, at hann einsamallur hevur fram­sýning í Snarskivuni, men hansara listaverk hava áður verið at sæð á ljósa vegginum í forhøllini saman við øðrum listafólki. Olivur við Neyst hevur havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands. Hann hevur prýtt skúlan í Porkeri og á Lágargarði, um­framt at hann hevur tekn­ að myndir til skúlabøkur og barnabøkur. Í 1990 fekk hann barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tekningarnar í bókini Spell at sólin kom upp, sum Martin Næs skrivaði. Til hesa framsýningina, ið er ein søluframsýning, hev­ur Olivur arbeitt við vatn­litamyndum og olju­ máln­ingum. Myndevnini eru ikki ókend: bygdir, landsløg og skip, ið hann mangan í sínum skapandi arbeiði leitar aftur á, men altíð við nýggjum íblástri og strokum, tí Olivur er fjølbroyttur listamaður. Øll eru vælkomin at síggja listaframsýningina í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag til fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Listaframsýning