Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 104 - 1. juni 2006 Í kvøld verður konsert í Nóls­ oyar skúla, 2. hvítu­sunnudag í Haldarsvíkar kirkju, og týskvøldið komandi verður konsert í Norður­ landa­húsinum Konsertir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á konsertferðini fara Monika Stauss Joensen og Nikos Kapnas, sum saman mynda eina altjóða tónleikamynd, at framføra tónar úr barok-tíðini og tí sokallaðu klassisku tíðini, sum Mozart livdi í. Skráin er sera áhugaverd við verkum eftir eitt nú F.H.Hoffmeister, J. Pleyel, L. Spohr og J.S. Bach. Monika og Nikos spæla duettir fyri tvær violinir, violin og viola, og eisini fer Nikos at spæla eina solo-partita fyri viola, sum upprunaliga er skrivað fyri cello. Samanumtikið kunnu vit siga, at talan er um áhugaverdar konsertir við kamartónleiki. Byrja í kvøld Ætlandi skuldi ein av konsertunum hjá Moniku og Nikos verða í Fríðriks­ kirkjuni á Toftum seinasta sunnudag, men vegna ser­ ligar umstøður varð hend­ an konsertin avlýst. Í staðin fara tey bæði at spæla til eina tón­leika­ gudstænastu í Haldarsvíkar kirkju 2. hvítusunnudag, har deknurin prædikar. Fyrsta konsertin verður longu í kvøld í Nólsoyar skúla klokkan 19.30. Onn­ur í røðini verður í Haldarsvíkar kirkju 2. hvítu­sunnudag klokkan 11, og hetta verður ein tón­ leikagudstænasta. Triðja og seinasta konsertin á hes­ um sinni verður í Norður­ landahúsinum komandi týskvøld klokkan 19.30. Stauss og Kapnas Nikos Kapnas er føddur í Tashkent, USSR, har hann byrjaði sína tónlistarligu yrkisleið. Hann endaði út­búgving sína í Thessa­ loniki í Grikkalandi, Ant­ werpen og Brússel. Ì meira enn 16 ár spældi hann í belgiska útvarps -og sjón­ varpsorkestrinum. Monika Stauss Joensen er fødd í Zúrich, Sveits og byrjaði at spæla violin longu sum sjey ára gomul. Hon hevur sína útbúgving bæði úr Sveits og Jugoslavia. Seinni tók hon tvey diplom hjá the Royal School of Music í London. Monika og Nikos hava búsett seg í Føroyum og eru væl kend nøvn í før­ oyska tónleikalívinum. Um­framt at tey bæði eru virknir tónleikarar, hava tey undirvíst sum lærara í Føroya Musikkskúla í fleiri ár. Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði eru á konsertferð saman. Øll vælkomin Tað er Konsertfelagið sam­an við Norðurlanda­ húsinum, sum standa aft­ an fyri konsertirnar hjá Moniku Stauss Joensen og Nikos Kapnas. Atgongumerki á 60 kr. fáast við dyrnar í Nóls­ oyar skúla og í Norður­ landahúsinum. Næmingar hava ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga væl­ komin at lurta eftir hesum báðum úrmælingunum á tónlistarliga økinum. Amerikumenn eru í løtuni umborð á Norðborg við nýggjari tøkni til svensku vmk- skerimaskinurnar. Endamálið er, at neyðugt ikki longur skal vera at hava fólk standandi við maskinunar og venda fiski í skálunum Tøkni Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Heilt aftur til miðskeiðis í áttatiárunum, tá ið svensku vmk-skerimaskinurnar vórðu settar umborð á før­ oysk svartkjaftaskip, hevur verið neyðugt at hava fólk standandi við hesar maskinur. Hesar maskinur vórðu upprunaliga bygdar til skering av sild og seinni eisini lagaðar til svartkjaft. Maðurin ella kvinnan, sum stendur við maskinuna, hevur til uppgávu at syrgja fyri, at fiskurin, sum dett­ur oman á skálirnar og síð­ an fer til skeringar, vend­ ir rættan veg. Vanliga kem­ur allur fiskurin eftir høvdinum oman á skálirnar, men onkur fiskur vendir øvut. Fer fiskurin á skeivari síðu í maskinurnar, hongur flakið saman um búkin – og ikki um ryggin, tá ið talan er um sonevndu butterfly- fløkini. Er talan um farsfram­ leiðslu, er vandi fyri, at innvølur kann enda í fars­ inum, um fólk tá ikki eisini standa við skrædlaran og taka skeivt skornu fløkini frá. Soleiðis var tað í áttati­ árunum, tá ið føroyingar lótu nýggj verksmiðjuskip byggja til at virka svartkjaft til matna. Meira rationelt Enn í dag eru hesar somu vmk-skerimaskinur grund­ar­ lagið undir teirri svartkjafta- og sildaframleiðslu, sum er umborð á okkara verk­ smiðjuskipum. Umborð á Atlantic Navi­ gator, har høvuðs­fram­ leiðsl­an er surimi, eru 16 skerilinjur, og umborð á Norðborg, sum framleiðir matvørur, eru seks maskin­ ur. Nýggja skipið, sum ætl­ andi kemur í flotan fyri Norðborg um eini tvey ár, fer eisini at hava vmk- skerimaskinur sum grund­ arlag undir síni fram­ leiðslu av eitt nú sild og svartkjafti. Felags fyri arbeiðs­gongd­ ina umborð á hesum skipum er, at neyðugt hevur verið at hava eitt fólk standandi við hvørja av hesum maskin­ um. Men nú bendir mangt á, at hetta skjótt verður søga. Nýggj tøkni Amerikumenn hava nevni­ liga ment eina skipan við sjálvvirkandi ílegging av fiskinum, soleiðis at neyð­ ugt ikki longur verður at hava fólk standandi við maskinurnar og venda fiski, sum vendir øvut. Jón Rasmussen, sum er Stauss og Kapnas fara á konsertferð Norðborg gongur á odda: Sjálvvirkandi íl fólk við flakama Monika Stauss Joensen og Nikos Kapnas eru úr ávikavist Sveits og USSR. Tey búgva í Føroyum og eru væl kend nøvn í føroyska tónleikalívinum Í kvøld klokkan 19.30 verður fyri fyrstu ferð høvi at hoyra Moniku Stauss Joensen og Nikos Kapnas spæla saman á palli. Konsertin í kvøld verður í Nólsoy, og gott samband er út um fjørðin við Rituni fyri konsertina og innaftur eftir konsertina Mynd: Vilmund Jacobsen Borgarstjóri Vilmund Jacobsen Í eina tíð hevur ljóðað, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Niel­sen, hevur havt ætlanir um at leggja frá sær sum borgarstjóri. Herfyri segði hann seg frá sum formann í Komm­ unusamskipan Føroya (KSF). Grundgevingarnar vóru, at arbeiðsbyrðan í Runavíkar kommunu, sum nú telir 14 bygdir, er vorðin so stór. Eisini vísti hann á, at hann hevur verið við til at gjørt stórar vinnuligar íløgur, sum eisini krevja nakað av honum. Aftrat hesum eru stórar og týðandi uppgávur at loysa í KSF. Eingin avgerð Spurdur, um hann eisini ætlar sær at gevast sum borgarstjóri, sigur Rod­ mundur Nielsen: – Tað er eingin loyna, at eg havi umhugsað støðuna, men í løtuni havi eg onga avgerð tikið um at leggja frá mær. Tað hevur eisini ljóð­ að, at Hans Petur Ellings­ gaard, býráðslimur, sum í seinastuni hevur selt burtur av sínum vinnu­ virk­semi, væntandi verð­ ur eftirmaðurin, um Rod­ mundur Nielsen leggur frá sær. Men, sum skilst, hevur borgarstjórin í Runavíkar kommunu ikki tikið støðu til at leggja frá sær. Hevur onga avgerð tikið Rodmundur Nielsen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen