Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 1. juni 2006 15 ein av monnunum aftanfyri Christian í Grótinum og Norðborg, sigur, at tveir amerikumenn í løtuni eru umborð á Norðborg og seta upp eina telduskipan við kamera til hvørja av hesum skerimaskinum. – Henda skipan hevur verið roynd í eina tíð við ymiskum fiskasløgum – og hon er eisini roynd umborð á skipum, sum vit arbeiða saman við. Jón vísir á, at nýggja ameri­ kanska skipanin við teldu­ stýrdum og sjálvvirk­andi íleggjara tykist rigga væl. – Tað, sum amerikumenn hava gjørt, er, at teir í fyrsta lagi hava ment ”føðingina” til maskinurnar betri, so­leiðis at fiskurin í størst møguligan mun vendir rætt, tá ið hann kemur oman á skálirnar. Hann sigur, at kameraði „hyggur“ niður á fiskin og sigur frá, um fiskurin vendur skeivt. Um so er, fer hann ikki gjøgnum skeri­maskinuna, men aftur pavnin og soleiðis einaferð runt aftrat. – Kameraið boðar eis­ ini frá, um fiskurin er skadd­ur. Er hann skaddur, verður hann skumpaður úr skipanini og fer til slógv. Tá fer hann ikki aftur í pavnin og runt aftur í skipanini. Óført til sild Jón sigur, at nýggjan tøknin riggar ógvuliga væl til sker­ ing av sild, og í so máta hevur skipanin verið roynd í nøkur ár. – Norðhavssildin liggur um eini 300 g., meðan svart­ kjafturin liggur millum 100 og 120 g. Haraftrat kemur, at fiskurin ikki er eins skaptur. Vit vænta tó, at nýggja amerikanska tøknin eisini fer at rigga væl í svartkjaftaframleiðsluni, sig­ur hann. Avgerandi er eisini, at fisk­ urin er feskur og góður. Jón Rasmussen sigur, at nú verður nýggja skip­anin sett upp umborð á Norð­ borg, og eingin ivi er um, at skipið, sum P/F Hvalnes letur byggja í Kili, eisini verður útgjørt við nýggju tøknini. Sum skilst, tekur nýggja tøknin við sjálvvirkandi ílegging lítið pláss. legging sparir askinurnar Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialuri.fo At vegamótið í Gøtu­dali, har vegurin úr Leir­víkar­ tunlinum kemur oman í lands­vegin í Dalinum, er vandamikið, eru neyv­ an fleiri meiningar um. Økta ferðslan við Norð­ oya­tunlinum ger tað ikki minni átroðkandi at fremja eina skjóta, skilagóða og ferðslutrygga loysn. Nú Gøtu kommuna fer undir at byggibúgva ein part av Dalinum, norðanfyri tunnilsvegin og eystanfyri landsvegin, til vinnulig enda­mál, eigur Landsverk av­gjørt at geva hesum vega­ móti høga raðfesting. Páll Isholm, borgarstjóri í Gøtu kommunu, sigur, at tey hava vónað, at ein rundkoyring fór at verða bygd í Dalinum í ár, men líkt er ikki til, at soleiðis verður. – Men at rundkoyringin kemur komandi ár, ivist eg onga løtu í, sigur Páll Isholm. Rundkoyring í Gøtudali Jón Rasmussen sigur, at skipanin er roynd í nøkur ár við skering av sild, og her vísir hon seg at rigga ógvuliga væl Mynd: Mourits M. Joensen Nýggj amerikansk tøkni við sjálvvirkandi íleggjara og kamera verður nú roynd við svensku VMK-maskinunum umborð á verksmiðjuskipinum Norðborg Mynd: Vilmund Jacobsen