hósdagur 1. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 104 - 1. juni 2006
Sum ein av fáum
fyritøkum í Føroyum
hava starvsfólkini á
trolvirkinum Vónin í
Fuglafirði møguleika
at hoyra Guds orð - í
arbeiðstíðini!
– Eg haldi, at fólk
eru sera positiv til
hetta, sigur Jógvan
S. Jacobsen sum er
ein teirra, sum hevur
hesar andaktirnar.
Andaktir
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: Á einum
trolvirki sum Vónin í Fugla
firði er altíð úr at gera hjá
starvsfólkunum. Kortini er
neyðugt at hava steðgir av
og á.
Ein av hesum steðgum er
løtan fyrrapart, tá kaffi er á
skránni. Her hittast tey øll
til eitt gott prát all ar dagar
í viku.
Fríggjadag er kortini
ein serstøk løta, tí eftir
kaffisteðgin hevur fólkið
møguleika at verða við til
eina andakt í matstovuni.
Tað eru starvfólkini sum
sjálvi hava tikið stig til
hetta og sum skiftast um
at bera Guds orð fram. Og
líkt er til, at fólk eru fegin
um hetta.
– Hetta við tí andaliga
lívinum er ein partur av
mínum gerandisdegi. Eg
havi tí gott av at hoyra tað
her á arbeiðsplássi mínum.
– Og eg veit, at mong
av hinum starvsfólkunum
siga tað sama, sigur fugl
firðingurin,
Jógvan
S.
Jacobsen, ið er innkeypari
á Vónini.
Hann hevur sjálvur fleiri
av hesum andaktum, saman
við fólkum úr øðrum sam
komum.
Gott kaffiprát
Hetta við andaktunum á
Vónini er ikki nýtt tiltak.
Tað munnu vera eini 6-
7 ár síðani at farið varð
undir at hava regluligar
andaktir í kaffisteðginum
fríggjadagar.
Hugskotið til hetta spratt
fram í samtaluni mill um
fleiri av starvsfólkunum á
fyritøkuni: – Hevði tað ikki
verið eitt gott hugskot at
havt regluligar andaktir í
arbeiðstíðini?!
– Onkur helt fyri, at ein
tosaði um so mong ymisk
viðurskifti í einum slíkum
kaffisteðgi. So, hví ikki tosa
eitt sindur um tey andaligu
tingini?!
– Tá stjórin varð spurdur
um hetta, var hann beinan
vegin við uppá tað. Og
soleiðis bar tað til at vit
fingu andaktirnar í lag,
og at tær framvegis verða
hildnar, sigur Jógvan S.
Jacobsen.
Nevndur varð møguleikin
at hava tær í endanum av
kaffisteðginum ein ávísan
dag í vikuni, og tá hetta var
greitt byrjaðu andaktirnar.
Í dag eru hesar andakt
irnar vorðnar ein partur av
dagsskránni á virkinum.
Og undirtøkan hevur eis
ini verið framúr góð til
andaktirnar.
Eingin mótstøða
Tað er ikki heilt vanligt
at hava slíkar andaktir á
virkjum og í fyritøkum her
á landi.
Ein natúrligur spurningur
til Jógvan í hesum sambandi
er tí, um hvørjar reaksjónir
hann fekk frá fólkinum til
hetta stigið:
Var nøkur mótstøða at
hóma? Ell a kanska yptir
akslar?
– Nei, sigur Jógvan. –
Her hevur eingin mótstøða
verið!
– Her hevur einki øvugt
orð verið sagt um hetta. Eg
haldi, at teimum dámar tað
væl, tí eg havi bara hoyrt
gott um tað, sigur hann.
Sama reiðarí
Hetta við andaktunum á
Vónini er ikki nakað ein
ynskir at krógva. Runt í
fyritøkuni hanga nevniliga
seðlar, sum siga frá degi
og tíðspunkti fyri andakt
unum.
Skipanin við andaktunum
er hon, at kaffisteðgurin
fríggjadag byrjar sum van
ligt kl. 9:45.
Tá klokkan so gerst
10 fer tann, ið skal hava
andaktina á føtur og bjóðar
hinum vælkomnum, og so
er andaktin í gongd.
Teir eru fleiri sum skift
ast um at hava hesar andakt
irnar. Teir koma úr ymiskum
samkomum.
– Men hetta er ikki nøkur
forðing, tí vit eru all ir úr
sama reiðarí’i!, sigur Jógv
an brosandi.
Hvítusunna er ein kristin
høgtíð, sum verður hildin til
minnis um at Heilagi Andin
kom yvir ápostlarnar.
Frásøgnina
um
hesa
hending finna vit í Ápostla
søguni
kapittul
2,
og
ørindini 1 til 13, og eru
tey soljóðandi: “Og tá ið
nú hvítusunnudagurin var
komin, vóru teir all ir sam
an komnir á einum staði.
Og tá kom brádliga eitt
dun av himli, sum tá ið
harðveður brestur á, og
fylti alt húsið, sum teir sótu
í. Og fyri teimum sýndust
tungur líkasum av eldi, sum
skildust sundur og settust á
ein og hvønn teirra; og teir
vórðu all ir fyltir av hinum
heilaga anda og tóku at tala
á øðrum tungumálum eins
og andin gav teimum at
mæla. Men har vóru Jødar
búsettir í Jerúsalem, menn,
ið óttaðust Guð, av øll um
tjóðum undir himni. Tá ið
nú hetta ljóðið hoyrdist,
kom mannamúgvan saman,
og henni varð dátt við; tí at
teir hoyrdu, ein og hvør, teir
tala á sínum egna máli. Og
teir vórðu all ir bilsnir og
undraðust og søgdu: »Sí,
eru ikki all ir hesir, ið tala,
Galileumenn?
Hvussu
ber tað tá til, at vit, ein
og hvør, hoyra teir tala á
okkara egna máli, sum
vit eru føddir við? Partar
og Medar og Elamitar
og vit, sum eru búsettir
í Mesopotámiu, Júdeu,
Kappadókíu, Pontus og
Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu,
Egyptalandi
og
Libyu
bygdunum við Kýrene,
og vit Rómverjar, sum her
hava setst niður, Jødar og
proselýtar; Kretoyingar og
Árábar, vit hoyra teir tala á
okkara tungum um stórverk
Guðs?« Men teir gjørdust
all ir bilsnir og vóru í døpur
huga og søgdu hvør við
annan: »Hvat man hetta
Hvítusunna – hvat er
Vónin um
at hoyra
nakað gott
Stutt sagt
Umframt hesi nevndu til
tøkini á hvítusunnu verða
hópin av øðrum tiltøkum
á hvítusunnu.
Í
fleiri
samkomum
verða møtir hildin hesar
dagarnar. Til ber at kunna
seg nærri um hesi tiltøkini
undir “Tiltøk” í blaðnum
í dag.
sb.
Nógv møtir
Luttøka úr øllum landinum
Kollafjørður: Eisini koll
firðingar og fólk í nánd av
Koll afirði sleppa á hvítu
sunnustevnu í ár.
Stevnan í skúlanum í
Koll afirði byrjar við bøna
møti í kvøld, men verður
sett í annaðkvøld av sókn
arprestinum í økinum,
Mogens T. Christensen.
Við hetta møtið syngja
Irena og Sonja.
Síðani heldur stevnan
fram all a høgtíðina við møt
um hvørt kvøld. Aftaná
hvørt møti verður boðið
til eina sang- og vitniløtu
í missiónshúsinum, ið
liggur beint við skúlan.
Talarar og sangkreftir
koma úr øll um landinum.
sb.
Vestmanna: Limirnir í
samkomuni Saron munnu
vera mill um tey, ið gleða
seg all armest til hesa
hvítusunnununa.
Henda hvítusunnusam
koman hevur nevniliga
átikið sær at skipa fyri
árligu stevnuni, sum verð
ur hildin í ítróttarhøllini
í Vestmanna um viku
skiftið.
Møtini byrja við stórari
konsert í annaðkvøld kl.
21, har tríggir bólkar fara
at luttaka: Petur Háberg
Band, Direct Level og
Heini Lutzen.
Tað verða tó ikki bert
møtir á skránni. Leygar
morgunin hevur nevniliga
Lív Jacobsen tikið stig til
eitt skeið fyri øll tey, sum
luttaka í barnaarbeiði í
samkomunum.
Vónað verður her, at
fólk úr samkomunum
kring landið kunnu koma
saman at tosa um hetta
týdningarmesta arbeiðið
og geva hvørjum øðrum
íblástur. Ætlanin er eisini
at hava møtir fyri børnum
í fimleikarhøll ini. Hesi
verða hildin samstundis
sum møtini í høll ini
verða.
Møtini verða tó ikki
bert hildin inni í høll ini,
tí leygardagin kl. 15 er
ætlanin at hava eitt útimøti
á Torginum í Vestmanna.
Leygarkvøldið kl. 18
verður eisini eitt serstakt
kvøld í høll ini, tá orðið
“surprise” fer at verða
havt á lofti rættiliga ofta.
So mikið verður kortini
avdúkað, at kvøldið er
eitt “must” fyri tey ið
dáma Gaither-tónleik og
motorsúkklur. Ein kend
ur norðurlendskur gospel
sangari fer eisini at lut
taka. Seinni sama kvøld er
gospelkonsert á skránni,
og kvøldið eftir ein lov
sangskonsert, har bæði
bólkar og solistar fara at
luttaka.
Annars halda møtini
fram báðar hvítusunnu
dagarnar kl. 11 og 18.
Útimøti verða somuleiðis
kl. 15 báðar dagarnar.
Heitið fyri hesi møtini
er “Hvítusunna tá?/Nú?”.
Sagt verður, at møtini eru
bæði fyri børn, ung og
eldri.
sb.
Hvítusunnuvinir
hittast til stevnu
Hvítusunnustevna verður í Vestmanna um høgtíðina hetta
vikuskiftið