Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 1. juni 2006 17 Stutt sagt Fjølbroyttar gudstænastur Klaksvík: Hvítusunnan er ein av teimum trimum stóru kristnu høgtíðunum, og í kirkjunum kring land­ ið verða tí hópin av guds­ tænastum um viku­skiftið. Her er talan um vanligar gudstænastur, men eisini gudstænastur, har okkurt serligt verður gjørt burtur­ úr. Nevnast kann, at 2. hvítu­ sunnudag kl. 15 verður ein barna­guds­tænasta við Hans Eiler Hammer í Christianskirkjuni og um kvøldið kl. 20 konsert við Havnarkórinum. Henda dagin verð­ur eis­ ini ein deyva­guds­tæn­asta í Vestmanna kirkju kl. 11 við Jónsveini Bech presti. Við hesa gudstænastuna, sum sjálvandi eisini er fyri tey hoyrandi, er altargangur, eins og savnað verður inn fyri deyvameinigheitina. sb. Bæði barnagudstænasta og konsert verða í Christianskirkjuni hvítusunnudag Tvøroyri: Hesa høg­tíð­ ina hava tveir krist­nir fe­lags­skapir – kvinnu­ felagsskapurin Aglow og missiónsfelagsskapurin YWAM (Youth With a Missi­on) í Føroyum – sligið seg saman um eina møti­røð í Fylking. Talari verður Elisabeth Syré úr Suðurafrika. Møtini byrja í ann­að­ kvøld kl. 21 og halda síð­ani fram allar høg­tíðs­ dagarnar. Leygardag verða møtir kl. 11, 15 og 20 og hvítu­ sunnudag kl. 11 og 17. sb. Vitjan av Suður­ afrikanskum talara Vágur: Aftur í ár fara fólk úr Suðuroynni og norð­anfjørðs at leita sær til samfelagsstevnuna sum samkoman í Bethel í Vági skipar fyri. Møtini byrja í annað­ kvøld kl. 20, tá bønarmøti verður í Bethel. Leyg­ar­ morgunin kl. 10 verður uppbyggingarmøti á sama staði, men síðani fara flestu møtini fram í ítróttarhøllini í Vági. Í høllini verður fyrsta evangeliska møtið leygar­ kvøldið kl. 20 og seinni sama kvøld – kl. 22:30 – er opið hús fyri ung í Bethel, sum liggur mitt í býnum. Hvítusunnudag kl. 10 verður møti við breyð­ bróting og kl. 16 upp­ bygg­ingarmøti. Eftir tað er náttverði á skránni, áðrenn evangeliskt møti verður aftur kl. 19. Seinni um kvøldið verður aftur opið hús í Bethel. Møtini enda 2. hvítu­ sunnu­dag við upp­bygg­ ing­armøtum kl. 10 og 15 í ítróttarhøllini og evan­ geliskum møti í Bethel kl. 20. Talarar ymsastaðni frá fara at luttaka, umframt góðar sangkreftir. sb. Samfelagsstevna í Suðuroy vera?« Men aðrir spottaðu og søgdu: »Teir eru druknir av søtum víni.«”. Navnið hvítusunna kem­ ur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og kemur av teimum hvítu klæðunum, sum tey doyptu vóru í. Navnið “hvítu­sunna” vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Føroyar og Ísland. Men tað navnið, sum ann­ars vann fram í flestu europeisku londunum var orð­ið, sum t.d. á donsk­ um er “pinse”. Tað kem­ ur av grikska orðinum “pentekoste”, ið merkir 50. dagurin eftir páskir. Høgtíðin, sum ápostlarnir komu saman á, var annars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høg­ tíðin so ein annan dám og týdning. Tað er annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra fólk ynskja “gleðiliga pinsa­ fest”, men tað man ikki hoyrast longur. Føroyska navnið á høgtíð­ ini hevur so altíð verið hvítusunna. r tað? Geva afturljóð í hjartanum Andaktirnar á Vónini vara vanliga einar 10 minuttir og eru rættiliga fjølbroyttar í innihaldi: Onkur lesur upp eina andakt sum hoyrir til dagin, meðan onkur annar velur at lesa úr Bíbliuni og hugleiðir so um tey. Ofta verða tikin fram evni sum hava við havið og sjólívið at gera - ein boðskapur sum gevur afturljóð í hjørtunum á mongum teirra, sum hava við sjógvin at gera. Andaktin endar við eini stuttari bøn, har ein leggur land og fólk og virkið í Harrans hendur. At fólkini á virkinum er fegin um hesar andaktirnar kann Jógvan bara staðfesta: Um andakt ikki hevur verið eina viku av einihvørjari orsøk, so fær Jógvan beinanvegin spurningar um hví tað er so. – Hetta vísir best, at fólk eru sera positivt innstillað til hesar andaktirnar, sigur Jógvan. Samkoman Bethel í Vági skipar fyri stevnu nú um hvítusunnuna Jógvan S. Jacobsen starvast sum innkeypari á Vónini. Hann hevur eisini sína føstu gongd til andalig tiltøk samkomuni Siloa í Fuglafirði, men hugsar eisini um onnur. Hann er tí altíð við, tá andaktir verða hildnar á arbeiðsplássi hansara