hósdagur 1. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 104 - 1. juni 2006
Komandi dagarnar
spælir danski vísu
bólkurin Sømanden
og Stjernerne í Havn,
Vági og í Klaksvík,
fyri ein triðing av
bólkinum Arne
Würgler er hetta
ein serlig uppliving,
tí fyrstu ferð hann
spældi í Føroyum,
hitti hann konu sína
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Sømanden & Stjerner
ne fer á pallin í Norður
landahúsinum í morgin
seinnapart, er hetta fyrstu
ferð í 15 ár, at Arne Würgler
setur føtur á føroyskan pall,
hóast væl umtókti danski
vísusangarin
nærum
á
hvørjum ári vitjar í Før
oyum, har verfamiljan, abba
barnið og dótturin búgva.
Politiskt virkin
Arne Würgler hevur verið
virkin á danska tónleika
pallinum í nærum 40 ár, og
hevur øll árini verið politiskt
virkin. Í sjeytiárunum, varð
hann skírdur mótmælis
sangari og luttók vanliga,
tá vinstri vongurin í donsk
um politikki skipaði fyri
mótmælum. Arne skrivaði
um hetta mundið sangin
Røde Wilfred, ið er vorðin
eitt slag av slagsangi hjá
ungum vinstrahallum og
verkamannafeløgum. Van
liga hevur Arne spælt saman
við Benny Holst, ið saman
við Arna og harmonika
leikaranum Niels Pedersen
eisini
myndaði
bólkin
Sømanden og Stjernerne
inntil fyri stuttum. Men
nú er Benny Holst farin
burturúr
bólkinum,
ið
øllum førum fyribils, fyri at
brúka alla sína orku til eina
útgávu sum einstaklingur.
Fann sær
føroyska konu
Tað var eisini saman við
Benny Holst, at Arne
Würgler vitjaði í Føroyum á
fyrsta sinni. Í sambandi við
eina stóra friðargongu móti
Nato støðini í Mjørkadali
í 1976, vóru teir báðir
bodnir upp at spæla. Aftan
á gonguna, spældu teir í
Sjónleikarhúsinum,
og
tað var á hesi konsert, at
Arne hitti Ásu Didriksen
úr Vestmanna. Tey vórðu
beinanvegin góð, og eitt
ár eftir flutti Ása til Dan
markar, har hon gjørdist
kona Arna.
Aftur á føroyskan pall
Arne greiður frá, at hann
gleðir seg nógv til, at sleppa
á føroyskan pall aftur, tí nú
eru fráliðin 15 ár, síðan
hann seinast spældi her. Tað
var í sambandi við ein Jazz,
Fólka og Blues Festival í
Norðurlandahúsinum. Før
oyar eiga eitt heilt serligt
pláss í hjartanum hjá Arna,
og verfamiljan er øll her,
umframt dótturin, so hetta
verður heilt serligt fyri
hann.
Nýggj orka
Í staðin fyri Benny Holst
er Anne Eltard komin upp
í Sømanden og Stjernerne,
Anne syngur, leikar fiól og
gittar. Hon er væl yngri enn
hinir limirnir í bólkinum, og
hett hevur givið bólkinum
nýggja orku, greiðir Arne
frá.
Vísubólkur
Sømanden og Stjernerne er
ikki ein mótmælisbólkur,
ið bara syngur mótmælis
sangir, leggur Arne dent á.
Øll trý í bólkinum, hava
tey sera nógva virðing fyri
vísusang mentanini, og hetta
hoyrist aftur á konsertun
um. Okkum dámar at spæla
still og sein løg, so tað gera
vit nógv av.
Stutt sagt dámar limunum
í Sømanden og Stjernerne
væl at siga frá søgum, og
tað er tað, ið konsertirnar
fara at snúgva seg um.
Á spæliskránni eru nógv
løg, ið Arne hevur lært frá
ommu síni og øðrum eldri
fólki. Eisini vera heima
gjørd løg á skránni, t.d.
lagið Lykken, ið er um ein
mann í Vágunum, ið brúkti
nógv ár til at byggja sær
eini heilt serligt hús. Arne
sá hesi hús, ið vórðu rópt
Lykkuborg á fyrstu ferð
síni í Føroyum, og hoyrdi
søguna um henda serliga
mannin. Arne tók eina mynd
av húsnum, og setti hana á
plátuhúsan. Tá húsini stutt
eftir brendu niður, er hetta
ein tann einasta myndin, ið
er til av lykkuborg.
Sømanden og Stjernerne
tolkar eisini ymiskt hjá
Evert Taube, Cornelius
Vreeswig og Tom Waits.
Afenginn eisini við
Á fyrstu konsertini, ið
verður í Norðurlandahúsin
um verður talan um eina
sokallaða seinnaparts kafe
konsert saman við danska
bólkinum Afenginn.
Sømanden og
Stjernerne eru:
Anne Eltard – sang, fiól og
gittar.
Arne Würgler – sang,
gittar og bass
Niels Pedersen – sang og
harmoniku
Konsertirnar verða
í Norðurlandahúsinum hós
dagin 1. juni, kl. 17.00
í Stóra Pakkhúsið í Vági
fríggjadagin 2. juni, kl.
21.30
í Leikalund í Klaksvík
leygardagin 3. juni, kl.
21.00
Mona Lisa spøkir
á Molanum
Hitti konuna í Sjónleikarhúsinum
Tíðliga í morgun
kom eitt tað fyrsta
ferðamannaskipið
á vitjan í Havn.
Ferðamannaskipið
ber heitið Mona Lisa
og er úr Týsklandi
Ferðamannaskip
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Nú vit í seinastuni hava
tosað so nógv um »The
Da Vinci Code«, er tað
heldur stuttligt, at ferða
mannaskipið Mona Lisa
kemur á vitjan. Men Mona
Lisa kemur á hvørjum ári,
so tað er ikki í samband við
»The Da Vinci Code«, at
skipið kemur júst nú, sigur
Ingigerð á Trøðni, leiðari á
Kunningarstovuni í Havn.
Mona
Lisa
kom
til
Havnar úr Íslandi tíðliga í
morgun. Fyrrapartin hava
ferðafólkini verið túrar í
Havn, og seinnapartin fóru
øll til Klaksvíkar at for
vitnast.
Manningin umborð á
Mona Lisu telur 328, og
450 ferðafólk eru við á
túrinum.
Mona Lisa er 28891 bt.,
201 metrar long og 26,5
metrar breið.