Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 104 - 1. juni 2006 ] Tað vóru kanska Cruyff, Neeskens, Van Hanegem og Rensenbrik, sum undir leiðslu av Rinus Michels gjørdu total-fótbóltin kendan. Men hugtakið er tó nógv eldri enn sum so Holland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hollendski venjarin undir HM-endaspælinum í 1974, Rinus Michels, hevði tað nevnliga ikki frá ongum, tá hann tosaði um at innføra total-fótbólt. Sum spælari miðskeiðis í seinastu øld hevði Michels í Ajax nevnliga Jack Rey­ nolds sum venjara. Reynolds hevði eina – kanska djarva – fatan av, at allir spælarar á lið­ num skuldu vera framúr bóltspælarar. At ein bakk­ ur skuldi duga at spæla vongur – og eisini øvugt. Snøgt sagt, at tað bert skuldi vera málverjin, sum hevði eitt fast pláss á vøllinum, meðan allir hin­ir spælararnir skuldu skifta pláss. Ikki í einum óskipaðum ruðulleika, men tó í somikið stóran mun, at mótstøðan skuldi hava trupult við at fata, hvat tað var, sum í veruleikanum hendi. Total-fótbóltur. Tað var tó ikki, fyrr enn fyrsta partin av 70’unum, at spælistílurin av álvara varð kendur um alt Europa. Við Cruyff sum skipara vann Ajax trý ár á rað Europa Cup’in fyri meistaralið, og allur heimurin græt við, tá hollendsku bóltsnill­ ingarnir máttu boyggja seg fyri týsku vertunum í HM- finaluni í 1974. Ein støða, sum endurtók seg fýra ár seinni, tó at vertirnir og mótstøðumenninir í finaluni hesa ferð vóru úr Argentina. Total-fótbólturin er kanska ikki so heilt bók­ staviligur í dag, sum Reyn­olds í ástøðini hevði ment hann. Og fáa munnu rokna við, at Nistelrooy brádliga skal verða mið­ verji, meðan Heitinga fer fram í álopi. Men við støðugum pláss-skiftum og skjótum pasnings-spæli roynir Holland framvegis at seta sítt fingramerki á altjóða fótbótskortið. Og framvegis er skarðin av viðhaldsfólkum stórur og fjøltáttaður, tá Oranja fer á vøllin. Shevchenko fyri £ 30.000.000 So er tað ein staðfesting. Milliardahópurin hjá Chelsea verður enn dýrari í komandi kappingarári. Tað hevur nevnliga eydnast ensku meistarunum at fáa Andrey Shevchenko við í hópin, og hóast prísurin kann tykjast øgiligur, so er eingin ivi um, at Roman Abramovich fegin rindar tær 340 mió kr., sum Milan skal hava fyri spælaran. Hartil er eisini sannlíkt, at Hernan Crespo verður sendur øvugtan veg. Crespo hevur ongan tíð av álvara funnið stórformin í Chelsea, men hinvegin skoraði hann mál í hópatali, tá hann fyri einum ári síðani varð læntur til júst Milan. -mørk Sterkasta verjan skal halda Tað verður ikki bara sum at siga tað, um Argentina, Holland og Fílabeinsstrondin vilja gera av við Serbia & Montenegro. Í undankappingini vóru mennninir hjá Ilija Petkovic nevnliga framúr sterkir í verjuni. Hóast mótstøðan taldi lond sum Spania, Bosnia og Belgia, so fór bert eittans mál ígjøgnum hjá Serbia & Montenegro. Hetta var í Madrid, har Spania fekk slitið seg til ein 1-1 javnleik. So lættir at vinna á, verða teir undir ongum umstøðum. -mørk Við Argentina, Hollandi og Serbia & Montenegro í sama bólki, er ilt at geva nakað greitt boð um, hvørji tvey koma víðari. Lykilin til hetta – ella mangulin upp á sama – kunnu vera dystirnir móti Drogba & co, sum eisini kunnu vera vandamiklir HM Bólkur C Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal atlit bara takast til for­tíðarinnar avrik, so er einki at ivast í, hvørjir favorittarnir í Bólki C eru. Argentina hevur tvær ferðir vunnið HM, og hóast tað nú eru 20 ár, síðani hetta hendi seinast, so er liðið støðugt at rokna í feltinum av favorittum. Holland hevur enn ongan­ tíð vunnið HM, men við tveimum silvurmerkjum og ævigum lyftum um vakran fótbólt, eru vónirnar til oranju-littu troyggjurnar al­tíð høgar. Royndir debutantar Sæð í mun til hesa sið­ venj­una skuldu Serbia & Montenegro og Fíla­beins­ strondin ikki kunnað rokna við nøkrum sum helst. Bæði tvey eru londini við í HM fyri fyrstu ferð, men tað merkir tó ikki, at talan er um glaðar amatørar. Serstakliga er Serbia & Montenegro – ella Svarta­ fjall, um tú vilt – eitt spenn­ andi lið við fleiri spælarum, sum hava drúgvar altjóða royndir. At liðið eisini vann sín undankappingarbólk móti eitt nú Spania, sigur nakað nógv um styrkina, og eru úrslitini í sjálvum sær ikki nóg mikið, kann eisini hyggjast at spælarunum á liðnum. Dejan Stankovic, Mateja Kezman, Savo Milo­ sevic og Nemenja Vidic eru alt nøvn, sum hava gjørt um seg í toppinum av fót­ bóltseuropa, og í dysti fyri gamla Jugoslavia hava hesir eisini gjørt um seg í landsliðshøpi. So lættir at syfta verða teir avgjørt ikki. Underdogs við biti Og lættir at syfta verða ivorianararnir av Fíla­beins­ strondini avgjørt heldur ikki. Tvørturímóti mundi liðið undan HM verða rokn­að sum ein vandamikil underdog móti flestu liðum, men samansetingin av júst hesum bólkinum hevur tó helst við sær, at talan neyvan verður um nakað víðari atgongumerki. At talan er um ein evna­ ríkan hóp, er tó einki at fara skeivur av. Nøvn sum Eboue og Toure (Arsenal), Manfredini (Lazio), Drog­ ba (Chelsea) og Kalou (Paris St. German) eru at finna onkra staðni á ynskis­listanum hjá flestu europeisku stórfeløgum, og leikliga góðskan er tí einki at fara skeivur av. Í Henri Michel hevur liðið hartil ein venjara við drúgvum royndum, sum eisini kennir alt til luttøku í størstu kapp­ ingunum. Týðandi siðvenja Fram um tey bæði mót­ støðu­liðini, so hava Argen­tina og Holland tó sína fótbóltssøgu, ið so ofta hevur víst seg sum týdn­­ingarmikla, tá stóru al­tjóða kappingarnar eru á skránni. Onkursvegna, so ræðir tað mótstøðuliðini, tá hesi skulu royna seg móti teimum bestu. Og onk­ursvegna hava lið utt­ an siðvenju lyndi at fáa gummibein, tá mest stendur á. Eisini hóast talan er um royndar spælarar. Hinvegin, so finnast eisini undantøk við Kroatia í 1998 sum eitt frálíkt dømi. Men tað er tó ikki bara siðvenjan. Ein støðug upp­ al­ing av frálíkum fót­bólts­ spælarum hevur eisini skapt hesa siðvenju. Argentina eigur í Maradona kanska besta fótbóltsspælaran í heims­søguni, og í Johan Cruyff eigur Holland ein av teimum, sum røkkur upp um knæhædd á lítla argentinanum í so máta. Hesir eru sjálvandi ikki longur aktivir á vøllinum. Men við monnum sum Burdisso, Sorin, Zanetti, Aimar, Riquelme, Crespo, Messi og Tevez er røðin av stjørnum óhugnalig hjá suðuramerikanunum. Og tað sigur væl eisini nakað um hópin hjá Pekerman, at hann hevur ráð at taka sosial atlit og á tann hátt halda ein mann Veron uttan fyri hópin. Stjørnurnar í hópinum hjá Marco Van Basten og Hollandi eru kanska ikki heilt so nógvar í tali. Men við Van Eer Saar, Van Bronckhorst, Cocu, Van Bommel, Robben og Van Nistelrooy er tó eisini borgan fyri góðsku. Higartil hevur trupulleikin hjá Hollandi kanska verið, at kreftirnar sjáldan tykjast strekkja til eitt langt og strævið endaspæl, og í so máta tykist einki av krút­ inum at kunna sparast í innleiðandi bólkinum. Krútt-tunnan 80 ára gamal total-fótbóltur Hóast Fílabeinsstrondin á pappírinum tykist sum veikasta liðið í bólkinum, so er eingin ivi um, at eisini Drogba & co kunnu bíta frá sær Mynd: Scanpix