hósdagur 1. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 89 - 9. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Í morgin og leygardagin
er tjóðartingsval í Kekkia,
og tá skulu veljararnir taka
støðu til, um tann sosi
aldemokratiski forsætis
ráðharrin, Jiri Paroubek,
skal halda fram, ella um
tann konservativi Mirek
Topolanek skal loysa hann
av. Sosialdemokratarnir
hava stýrt Kekkia síðani
1998, men Panoubek hev
ur bara sitið eitt ár sum
stjórnarleiðari.
Tað hevur verið bæði kalt
og vátt í Kekkia í seinastuni,
men tað politiska valstríðið
hevur verið ógvuliga heitt.
Týsdagin varð eitt valevni
hjá sosialdemokratunum
sligið niður á einum velj
arafundi í Böhmen, og
tað sama er hent tveimum
valevnunum hjá kommun
istunum.
Tað hevur gingið væl bú
skaparliga í Kekkia tey sein
astu árini. Í fjør var vøksturin
í búskapinum seks prosent,
og fyri fyrstu ferð hevði
landið avlop í handlinum
við umheimin. Kortini eru
nógvir kekkar misnøgdir við
ta politisku leiðsluna, og tí
er tað ikki óhugsandi, at
landið fær eitt politiskt skifti.
Veljarakanningar upp undir
valið í morgin og leygardagin
hava bent á, at tað fer at
standa á jøvnum ímillum
stjórnarsamgonguna og
andsrøðuna.
Misnøgd hóast framburð
Seinastu árini eru nógvir
handverkarar komnir úr
Baltalondunum og Pólandi
til Noregs at arbeiða. Leingi
hevur ljóðað, at teir fáa ikki
somu løn sum teirra norsku
starvsfelagar, og nú avdúkar
ein nýggj kanning, at teir
fremmandu handverkararnir
fáa heldur ikki somu trygd á
arbeiðsplássunum sum teir
norsku.
- Tað eru teir, sum verða
koyrdir upp á tær hægstu
tekjurnar og niður í tær
djúpastu gravirnar uttan
nakra trygd, sigur eitt starvs
fólk hjá arbeiðseftirlitinum
við blaðið Dagsavisen.
Hann sigur seg eisini hava
sæð polskar handverkarar
arbeiða á einari asbesttekju,
uttan at teir høvdu nakra
verju, sum reglurnar annars
krevja.
Arbeiðseftirlitið í Oslo
hevur kannað, hvussu um
støðurnar hjá fremmand
um handverkarum eru á
byggiplássum í býnum. Í
einum føri vísti tað seg, at ein
polskur handverkari hevði
fingið skaða undir arbeiði,
men arbeiðsgevarin setti
hann av við eina bensinstøð
við teimum boðum, at hann
mátti klára seg sjálvan.
Misbrúka teir fremmandu
Tollararnir í Stuttgart í Týsk
landi steðgaðu fyri nøkrum
døgum síðani einari 15 ára
gamlari gentu, sum var á
veg við snartokinum úr
Niðurlondum til Sveis, og
hon er nú skuldsett fyri
rúsevnissmugling.
Gentan hevði eina lítla
bjørn av tí slagnum, sum
smábørn plaga at spæla
sær við. Tollararnir hildu,
at gentan var í so stór til
at spæla við bjørnina,
men gentan greiddi frá, at
hon hevði keypt hana til
eina yngri skyldgentu. Tá
tollararnir vildu sleppa at
síggja bjørnina, varnaðust
teir, at hon var seymað sam
an framman, og at hon var
dekan ov tung. Illgrunin
vísti seg at vera beinur, tí
inni í bjørnini funnu toll
ararnir 72 pakkar av rús
evninum kokain.
Týska løgreglan sigur, at
kokainið er næstan 400.000
krónur vert á gøtuni. Gent
an hevur greitt frá, at hon
skuldi ikki brúka tað sjálv,
men at hon hevði fingið
15.000 krónur fyri at taka
tað við sær til Sveis.
Bjørn við rúsevni
Amerikanskir veðurfrøð
ingar royna av øllum alvi
at kanna, hvussu veðrið fer
at skikka sær í summar og
í heyst, og tað eru serliga
tær árligu ódnirnar uttan úr
Atlantshavinum, sum hava
áhuga.
Herfyri kunngjørdu nak
rir veðurfrøðingar, at teir
vænta sjey ódnir í Kari
biska Havinum í heyst,
men nú siga starvsfelagar
teirra á lærda háskúlanum
í Colorado, at teir vænta
17 tropiskar stormar, og at
níggju teirra fara at menna
seg til ódnir við vindferð
upp í 177 kilometrar um
tíman.
Tað hava ongantíð verið
so nógvar tropiskar ódnir
sum í fjør. Tann ringasta
var Katrina, sum herjaði
amerikonsku suðurstrond
ina, har hon kravdi umleið
1.300 mannalív og gjørdi
ovurhonds stóran skaða í
New Orleans og aðrastaðni.
Vænta níggju ódnir
Hillary Clinton kann
vera næstan vís í, at
hon verður afturvald
sum senatorur í New
York
Uppstilling
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri góðum fimm árum
síðani bleiv Hillary Clinton
vald í amerikanska Senatið
sum senatorur í New York,
og tað er eingin ivi um, at
hon verður afturvald á val
inum í heyst.
Í gjárkvøldið tók hon av
tilboðnum frá demokratunum
um at stilla uppaftur, og mein
ingakanningar vísa, at hon
fer at vinna greiðan sigur
á republikanarunum. Tað
er ikki greitt enn, hvørjum
hon skal kappast ímóti, tí
republikanararnir hava ikki
kosið sítt valevni enn. Tað
kann henda, at valið kemur at
standa ímillum tvær kvinnur,
tí summir republikanarar ætla
at stilla Kathleen McFarland
upp, men alt bendir tó á,
at tað verður fyrrverandi
borgarstjórin John Spencer.
Í takkarrøðu síni í gjár
kvøldið fanst Hillary Clint
on hvassliga at stjórnini
hjá George W. Bush og
republikanska meirilutanum
í Kongressini, men hon
segði ikki eitt orð um, hvørt
hon ætlar sær at stilla upp á
forsetavalinum um tvey ár
ella ikki. Meiningakanningar
hava annars víst, at hon kann
eisini vinna tað valið, stillar
hon upp.
Amerikanski herurin
sigur, at hermenninir
skutu í sjálvverju, tá
teir skutu eftir fólki
eftir eina ferðslu
vanlukku í Kabul
mánadagin, men
afghanskir politikarar
vilja hava málið
kannað til botns.
Afghanistan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri fyrstu ferð síðani Tali
ban-stýrið fall, eru stríðs
vognar at síggja í afghanska
høvuðsstaðnum Kabul, og
umleið 2.000 alvápnaðir
hermenn standa á varðhaldi
í gøtunum í miðbýnum.
Afghanar eru í øðini inn á
teir útlendsku hermenninar
í landinum, og serliga
amerikanararnir
standa
fyri skotum. Orsøkin er,
at amerikanskir hermenn
skutu eftir sivilfólki aftan
á eina ferðsluvanlukku í
býnum mánadagin, tá ein
lastbilur hjá amerikanska
herinum rendi á nakrar
parkeraðar bilar. Sjálv
ferðsluvanlukkanj kostaði
fimm afghanum lívið, men
tá avtornaði, høvdu 14 fólk
latið lív, og fleiri máttu á
sjúkrahús við skotsárum.
– Amerikanararnir skutu
ósek fólk, og vit fara at hevna
drápini, sigur eitt eygnavitni
við tíðindastovuna AP.
Amerikanski herurin heldur
uppá, at hermenninir skutu
bara upp í luftina, men afgh
anskir løgreglumenn siga við
bretska blaðið The Guardian,
at hermenninir skutu eisini
eftir fólki, sum vóru í øðini
um ferðsluvanlukkuna. Ein
amerikanskur heryvirmaður,
Tom Collins, sigur við AP,
at skutu amerikonsku her
menninir eftir fólki, so
var tað í sjálvvverju. Men
ta frágreiðingina góðtaka
afghanskir politikarar ikki,
og tjóðartingið hevur kravt,
at málið verður kannað til
botns.
Eygleiðarar í Afghanistan
siga, at tilburðurin hevur
fingið afghanar at leggja
hatur á alt, sum er útlendskt.
Í gjár vórðu tríggjar kvinn
ur funnar deyðar har norð
uri í landinum. Tær vóru
afghanskar, men arbeiddu fyri
altjóða hjálparfelagsskapin
Action Aid.
Veksandi mótstøðan í
Afghanistan kemur USA illa
við, tí amerikanski herurin er
eisini sera illa umtóktur í Irak,
eftir at tað er komið fram, at
amerikanskir hermenn skutu
24 óvápnað sivilfólk, teirra
millum fleiri børn, í býnum
Haditha í november í fjør.
Málið verður kannað, og í
morgun segði ein talsmaður
hjá herinum, at tað er greitt,
at hermenninir søgdu ikki
sannleikan, tá teir greiddu
sínum yvirmonnum frá tí,
sum var hent í Haditha.
Afghanar hata útlendingar
Hillary stillar uppaftur
Hillary Clinton heldur
takkarrøðu eftir
uppstillingina í gjárkvøldið