hósdagur 1. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 104 - 1. juni 2006
Flestu fólk vita at
royking er skaðilig.
So at siga hvønn dag
verður ein kunnaður
um royking, og
hvørji árin standast
av hesum. Kortini
eru tað fleiri ung, ið
byrja at roykja. Tað
gleðiliga er, at tað
altíð loysir seg at
leggja av at roykja
Heilsa
Nú er nóg mikið! Soleið
is siga nógv, tá klokkan
nærkast miðnátt gamla
árskvøld. Tá lova tey sær
sjálvum og øðrum, at nú
skal vend koma í. Onkur
heilsar góðum vanum væl
komnum, so sum at eta
heilsugóðan mat, ella at
byrja at røra seg meira.
Onnur, og tey munnu vera
enn fleiri enn tey fyrru,
lova at gevast við ringum
vanum. Tey eta ov nógv,
drekka ov nógv ella hyggja
ov nógv í sjónvarp.
Men allarflest eru tey, ið
lova, at tey skulu gevast at
roykja, tá kirkjuklokkurnar
hava sligið miðnátt. Tá
skulu sigarettirnar leggjast
á hillina, og ongantíð takast
fram aftur. Tí í dag vita
flest øll, hvussu skaðiligt
tað er at roykja, og hvussu
nógv vit eru til ampa fyri
onnur, tá vit festa okkum í
eina sigarett.
Men tað er ikki bara sum
at siga tað, at siga einum
vana farvæl. Serliga, um
hetta er ein vani, ið hevur
fylgt okkum í nógv ár, og
sum er tengdur at kenslum,
og sum hevur verið ein fylgi
sveinur gjøgnum mangt og
hvat.
Um Royking
Flestu fólk vita, at royking
er skaðilig. So at siga
hvønn dag verður ein
kunnaður um royking og
hvørji árin standast av hes
um. Tú hoyrir í útvarpi,
sært í sjónvarpi, lesur í
fjølmiðlum og hoyrir tosa
um royking – og felagsboð
skapurin fyri hesa kunning
er heilt greiður – tað at
roykja er heilsuskaðiligt
fyri roykjaran og fyri tey, ið
eru rundanum.
Kortini eru tað fleiri
ung, ið byrja at roykja og
fleiri, ið halda áfram at
roykja. Vit kunnu so seta
okkum spurningin, hví so
er? Hetta er møguliga ikki
so einfalt at svara uppá,
men onkur roykjari kennir
óiva setningin “nú havi eg
roykt í so nógv ár, at tað
kann verða líkamikið”,
“øll heima hjá okkum hava
roykt, og eingin er deyður
av hesum”, “tað er so
hugnaligt at roykja, og eg
roykji jú ikki so nógv”, “eg
eri so bundin av tubakki, at
eg haldi meg ikki klára at
steðga” o.s.fr.
Tað gleðiliga er, at tað
altíð kann loysa seg at
leggja av at roykja. Tað er
ongantíð ov seint at leggja
av, og fyrimunirnir eru
nógvir. Men hvussu kann
ein so bera seg at við at
leggja av at roykja, og
hvøjir fyrimunir eru?
Fyrireikingar
til at leggja av
■ Flyt alt, ið hevur við
royking at gera; sigarettir,
øskubikør, svávulpinnar,
o.s.fr. burtur úr húsinum
og bilinum!
■ Hav ikki sigarettir uppi
á tær!
■ Tosa við aðrar roykjarar í
húsinum um at avmarka
royking til eitt rúm í hús
inum, har onnur ikki
verða ávirkað!
Roykihungurin kann koma
í herðindum. Tá er gott at
gera sær eina sokallaða
”dráliætlan”, har ið ein fæst
við okkurt annað, meðan
roykihungurin er størstur.
Tað ljóðar einfalt; men tað
virkar. Hyggið bert eftir
klokkuni og bíðið tveir ella
tríggjar minuttir. Vanligt
er, at roykihungurin tá er
horvin. Hvønn dag verður
longri ímillum trongdina,
og so er hon eisini styttri.
Ger ein lista yvir
dráliætlanina, t.d.
■ Drekk eitt glas av vatni
■ Tygg sukurfrítt ella niko
tin tyggigummi
■ Anda djúpt venjingar
■ Pussa brillurnar
■ Busta tenn eftir hvørja
máltíð
Ger ein lista yvir egnu
ómakslønir tykkara
Aðrar dráliætlanir:
■ Minn teg sjálva/n á, at
tú leggur av
■ Anda djúpt: Anda inn,
spakuliga
og
djúpt.
Halt ondina og tel upp í
fimm.
■ Anda (spakuliga) líð
andi út. Ger hetta fimm
ferðir.
■ Drekk vatn: Vatn stillar
tørvin at hava okkurt í
munninum – og tað er
gott fyri kroppin.
■ Lat eina sitrón- ella
appelsinflís í vatnið.
Brúka súgvirør.
■ Hugspjaðing: Ger okk
urt annað enn tað tú
gjørdi, tá hungurin kom
á teg. Situr tú, so far á
føtur gakk aftur og fram.
Gekst tú, so set teg niður.
Tosa við onkran; les
eina blaðgrein; tendra
útvarpstólið; fá tær eitt
tyggigummi afturat; et
eina gularót.
■ Lat ikki negativa hugsan
stýra hugsanunum – ver
ikki sjálvdømandi.
■ Kemur tann hugsanin
fram fyri teg, at “ein
guvur fer ikki at skaða”,
skúgva so hugsanina frá
tær. Ger tær sjálvum
greitt, at tú hevur lagt
av at roykja.
Nú er nóg mikið!
Nøkur ráð í sambandi við frávenjingareyðkenni
(abstinensir):
Feril av ørilsi – Far hóvliga fram, ver ikki ov brá/ur; ger einki brádligt viðbragd.
Erkvisni – Gongutúrar; heitt brúsubað; djúpar andadráttar-venjingar; nikotintyggigummi.
Høvuðpínu – Djúpar andadráttarvenjingar; høvuðpínutablett.
Møði – Ver fullsvøvnt/ur; hvíl teg, tá til ber; ver varin, at tú ikki verður strongd/ur;
nikotintyggigummi.
Andvekur – Drekk ikki kaffi eftir klokkan 6 á kvøldi; djúpar andadráttarvenjingar, hvíldar
teknikkur.
Hosti, slím ella turrur hálsur – Drekkið nógva vætu; takið hostasevju.
Vantandi evni til hugsavning – Skipað arbeiðsbyrðuna; royn ikki at koma í umstøður við
strongd í nakrar vikur.
Sodningarlagsbroytingar, harður opningur – Drekk nógva vætu; et frukt, grønmeti og
fullkorn(knúst korn) afturvið.
Svongd – Drekk vatn ella ófitandi vætu; hav ein ófitandi matarbita við tær.
Longsul eftir einari sigarett – Bíða, til longsulin er av. Hann hasar av sum frá líður. Hav
í huga, at hesi eyðkenni standa ikki við. Tey hvørva um nakrar fáar dagar ella vikur. Hjá
summum fána eyðkennini burtur – hjá øðrum kunnu knappligar broytingar koma, ið
kunnu vera bæði góðar og ringar.
Positivar staðfestingar
● Tú ert ment/ur at vinna á hesum. Tú ert nóg stinn/ur til at standa ímóti tann næsta
tíman.
● Tú megnar tað!
Tú velur sjálv/ur, hvussu tú hugsar, hvussu tú kennir teg, og hvat gerast skal í hesi støðu.
Tú veitst, at trongdin fer at hvørva.
● Hygg, hvussu væl tú hevur staðið teg.
● Strangar tíðir standa ikki við, men tað gera sterk fólk.
● Har stóðst tú teg bara væl.
● Tú hevur tamarhald á hesum.
● Tú skalt bert fóta tær ein dag í senn.
● Tú roykir ikki longur. (Tú hevur lagt av)
Tú hevur stríðst av øllum alvi til tess at røkka endamálinum, og tú ætlar tær ikki at detta
útí aftur.
Kennist tað torført at halda teg frá at festa tær í, tá ið tú ert í holt við okkurt, sum tær dámar
væl, t.d. at spæla kort, bowla, ella tá ið tú ert í veitslu, LAT SO VERA AT STÚRA!
Tað kann vera, at tú noyðist at halda teg frá hesum ítrivum, til tú hevur vant teg av við at
roykja, men ver vís/ur í, at tú skjótt kanst njóta hesi ítriv aftur - nú uttan sigarettir!
Kelda: www.apotek.fo
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo