hósdagur 1. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 1. juni 2006
31
Walk the Line
Fríggjadag 02.06
kl. 20.15
kl. 23.30
Leygadag 03.06
kl. 20.15
kl. 23.30
Mánadag
05.06
kl. 20.00
kl. 23.00
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Asterix og víkingarnir
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
UMMÆLI:
FRUMSÝNING
Ummæli
Kim Simonsen
Flest hava sum børn lisið
teknirøðina Asterix. Um
djørvu og hugnaligu gallarnar
í bygdini Provoix, har Asterix
og Obelix búgva og Majestix
er høvdingi. Nú hevur enn
ein teknifilmur um Asterix
frumframførslu í Havnar Bio og
um allan heimin.
Sjálvur átti eg øll bløðini um
Asterix sum barn, so enn hvílur
ein ávís nostalgi kring hetta
megnarverkið.
Søgurnar um Asterix og
vinirnar, ið berjast móti
rómarunum vóru skrivaðar av
teimum báðum Albert Uderzo
og René Goscinny. Fyrsta søgan
kom fram í 1959, og enn er
hetta ein so væl dámd teknirøð,
at hesi album enn verða gjørd
til film.
Uderzo segði sjálvur, at:
”René og eg søgdu við hvønn
annan, at arbeiði sum teknari
á teknirøðum gevir ikki nógv
løn, men vit skuldu hava tað
stuttligt. Vit høvdu ikki rokna
við, at røðin varð so vældámd.
Tá vit funnu uppá søgurnar,
hugsaðu vit um, at tær skulu
kunna lesast á tveir mátar, bæði
av børnum og vaksnum”.
Tað er einki nýtt í, at tað
verða gjørdir teknifilmar um
Asterix, tí tað finnast longu
sjey ymiskir, sigur Udzero.
Sera franskt
Tað er eitt serligur franskur
heimur í Asterix, ið ofta
verður tikin fram av
nationalismugranskarum,
ið júst síggja ímyndina av
fronskum tjóðarsamleika í
hesum persónunum í ár 46 e.
Kr.
Hetta, at tey í bygdini hava
ein serligan gandadrikk, ið
ger at tey vinna á øllum, og
serliga altíð enda vit at sita
og eta villsvín er sera franskt.
Ímyndinum at fransmaðurin
fyrr hevur megna, at barst
móti sjálvum Rómararíkinum
er sjálvandi nationalistisk, og
nakað, ið aftur kann brúkast í
dag yvir fyri ES.
Søgurnar um Asterix og
Obelix eru eisini mytiskar,
søguligar og universellar, at
tann lítli skal vinna á tí stóra,
o.s.fr. Hetta, at søgurnar eru so
universellar, ger at teknirøðin er
týdd til ikki minni enn 103 mál.
Víkingarnir koma
Í Asterix og víkingarnir, er
tað bróðursonur høvdingan
Majestix, ið er komin frá
Parisium (Paris), hesin ungi
drongurin er sum tannáringar
flestur sera uppreistrarsinnaður.
Hann reypar illa, men er tó ein
ræðuskítur og ein ónytta.
Asterix og Obelix skulu tí
gera hendan Provoix til eitt
veruligt mannfólk. Hetta er
ikki heilt lætt, tí við eitt koma
víkingarnir frá Norðurlondum
á vitjan. Teir hava hoyrt frá
teirra gandakalli, Runograf,
at ”ótti kann geva veingir”,
og teir vilja læra hendan óttan
betri at kenna. Teir hava hoyrt
um hendan bangna Provoix,
so teir gera ikki matari, enn at
teir ræna hann. Nú eru Asterix
og Obelix noyddir at fara eftir
honum og hjálpa honum, men
Provoix hevur forelska seg í
dóttir høvdingan, ið kallast
Abba, um hetta navnið er eftir
svenska poppbólkinum ABBA
veit eg ikki, men tað sum
serliga er skeg við Asterix eru
anakronismunar, at teir skemta
við hesum tíðarvillum.
Tað er ikki so nógv at
siga um filmin, søgan fylgir
neyvt teknirøðini. Asterix og
víkingarnir er sera væl gjørdur
av Stefan Fjeldmark, ið fyrr
hevur hevur tekna teknirøðina
Snedronningen í 1981. Hann
hevur arbeitt á stóra verkinum
hjá Peter Madsen Valhalla.
Seinast hevur hann gjørt góða
filmin Terkel i knibe (2004), ið
vann nogvar virðislønir og m.a.
ein Robert.
Hetta er ein góður
teknifilmur fyri bæði børn og
vaksin.
5 stjørnur av 6.
WWW.X-MENTHELASTSTAND.DK
X-Men 3
Fríggjadag 02.06
kl. 19.45
kl. 23.00
Leygardag 03.06
kl. 19.45
kl. 23.00
Mánadag
05.06
kl. 19.15
kl. 22.45
MED
DANSK
TALE
Ice Age 2
Fríggjadag 02.06
kl. 17.00
Leygardag 03.06
kl. 17.00
Mánadag
05.06
kl. 16.30
TÍÐIRNAR:
She's the Man
Fríggjadag 09.06
www.vforvendetta.dk
V for Vendetta
Fríggjadag 09.06
Ensk tala og danskur tekstur
Asterix og Vikingerne
Fríggjadag 02.06
kl. 16.15
kl. 18.15
Leygardag 03.06
kl. 16.15
kl. 18.15
Mánadag
05.06
kl. 16.00
kl. 18.00
FRUMSÝNING
KOMANDI FILMAR
FRUMSÝNING