Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 104 - 1. juni 2006 Alt til hobbyfisking frá Svend Krosstein Uttanlands sært tú mestsum á hvørjum fjørði menn við gummistylvum upp til knøini standa við einari tráðu. Teir kunnu standa hugagóðir í fleiri tímar, hóast teir ongan fisk fáa. Hesir mennirnir verða kallaðir fyri ”hobby-fiskarar”. Føroyingar eru ikki vanir við hetta slagið av fisking. Tá ið føroyingar fiska, skulu teir fanga so nogvar fiskar sum gjørligt uppá so stutta tíð sum gjørligt. Hendan effektiva fiskingin stendur í mótsøgn til hobby-fisking. Nógv lýsa hobby-fisking sum eitt slag av terapi. Tey kobla av og njóta friðin, meðan tey standa við ein vakran fjør og fiska. Um so onkur fiskur býtir á, so er tað sjálvandi ikki verri. Frítíðardeildin hjá Svend Krosstein selur alla neyðuga útgerð til hobby-fisking. Ítrivið hevur vundið alt meira uppá seg í Føroyum tey seinastu árini. Hobby-fisking er eitt summarsesong-ítriv, so sølan er sjálvandi nógv best um summarið. Tey hjá Svend Krosstein siga, at tað eru fleiri føroyingar, sum keypa tráðu, sum teir brúka í bátinum. Sølan gongur væl, tí at tað eru fleiri og fleiri, sum fáa áhuga fyri hobby-fisking, og nú byrjar flugufiskingin eisini. Um tú kundi hugsað tær at roynt henda fiskiháttin, so hevur Svend Krosstein ta útgerð, sum tær tørvar. www.klaksvik.fo H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið Skapið framtíðina saman við okkum... til 1. juni 2006