Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 1. juni 2006 33 Puntur nr. 4 Lalandia er víða­ gitið fyri sínar mongu innandura aktivitetir, men tað ber sanniliga eisini til at njóta sólina og summarveðrið við uttandura aktivi­ tetum í Lalandia Eini 600.000 fólk vitja á hvørjum ári í feriustaðnum Lalandia, og tað er ikki av ongum. Lalandia er kent sum eitt sera familju­ vinarligt feriustað, har ikki minst teir mongu innandura aktivitetirnar lokka fólk í hópatali til Suðurdanmark. Men Lalandia er nú ikki bara risastórt baðiland undir taki, minigolf á sløttum gólvi og ítróttarleikir í høll­ um. Lalandia bjóðar eisini nógvar uttandura aktivitetir, og tað er lag á manni at verða virkin úti í tí heitu donsku summarsólini. Lalandia hevur egna golf­ breyt, og hon er í sær sjálvum ein vøkur náttúruuppliving. Golfbreytin hevur 9 hol, og har er lag á manni at gjalda eitt oyra, og so sláa seg ígjøgnum breytina. Skuldu tey 9 holini ikki verið nóg mikið eftir eina tíð, so eru fimm golfbreytir í altjóða góðkendari stødd at finna á Lollandi og Falster. Nógv bóltspæl og geitir at fóðra Tað eru nógvir møguleikar at fáast við bóltspæla á Lalandia. Fótbóltsvøllur, hond­bóltsvøllur, øki til petan­que, og fimm tennis­ vøllir eru á Lalandia, og øll útgerð, sum er neyðugt fyri at íðka hesar ítróttargeinar, kunnu leigast á Lalandia. Harafturat leggja fólk hjá Lalandia eisini lag á spølini, um tað er neyðugt. Náttúran kring Lalandia er sera vøkur, og hon er væl egnað til at njóta á ferð til gongu, á súkklu ella á rennitúri. Bara 200 metrar frá Lalandia er ein vøkur strond út til Eystursjógvin, og har er baðivatnið bæði reint og heitt. Nærindis Lalandia ber eisini til at fiska, bæði av landi og við at gera ein túr út frá Rødby, har bátar við góðum fólki umborð sigla til góð mið. Í Rødby er eisini møgu­ leiki at fara til handils, at koyra go-kart og at hugna sær í miðbýnum. Lalandia hevur sera gott spæliland innandura, og eitt spæliland er sini uttandura, har børn í øllum aldri kunnu royna bæði eitt og annað. Børnini kunnu grava eftir gulli, klatra á veggjum, spæla sær í hoppiborg og koyra við moon-cars. Og so eru geitirnar eisini eitt stuttlig attraktión hjá børnunum. Lalandia undir bláum himli Geitirnar í Lalandia smæðast ikki burtur, og tær eru altíð til reiðar at taka ímóti mati