mánadagur 19. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 14. juni 2006
– Hóast hetta er
ein sera váðiligur
og kostnaðarmikil
brunnur síggja
vit stórar møguleikar
á føroyska
landgrunninum. Tí
vilja vit eisini brúka
okkara royndir og
vitan at finna olju
og gass í føroysku
undirgrundini
sigur ein av
heimsins fremstu
vinnulívsmonnum,
norski Statoilstjórin
Helge Lund í samrøðu
við Sosialin
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er ikki hvønn dag, at
útlendska pressan fær høvi
at hitta og práta við fremsta
vinnulívsmannin í Noregi í
dag, sjálvan stjóran í størstu
ídnaðarfyritøkuni í einum av
heimsins ríkastu londum,
Helge Lund hjá Statoil.
Hetta høvi fingu útlendskir
journalistar kortini herfyri,
tá stóra altjóða ONS-
framsýningatiltakið
í
Stavanger skipaði fyri
eini kunningarferð fyri
journalistum úr Saudi
Arabia,
Spania,
Itali,
Canada, Hálandi, Skotlandi,
Brasilia, Venezuela, OPEC
og Føroyum – til tey
mest spennandi støðini
í Oljunoregi, har stórar
gassútbyggingar fara fram
í løtuni. Teirra millum var
eisini umboð fyri Sosialin, ið
nýtti høvið at tosa við Helge
Lund um komandi leitingina
á føroyska landgrunninum,
sum Statoil stendur á odda
fyri umframt komandi
samvinnuna millum londini
bæði.
400 milliardir
Helge Lund hevur ongantíð
verið í Føroyum men stóra
ynski hansara er at koma
henda vegin ein dag. Tá
tú stendur á odda fyri eini
fyritøku, sum umsetur fyri
400 milliardir kr. árliga hevur
tú eisini nógv um at vera.
Hann ferðast kring allan
heim, har Statoil er virkið
og ynskir at blíva meira
virkið. Boð eru eftir hesum
mæta
Statoilstjóranum
nógva staðni alla tíðina.
Men skuldi tað hent, at
felag hansara, Statoil,
rakar við olju í boringini
í Føroyum í summar, so
verður Helge Lund skjótt
at síggja í Havnar gøtum.
Hetta er í hvussu er nakað,
sum hann ætlar at raðfesta
høgt. Statoil hevur nógv um
at vera í Noregi, har fleiri
útbyggingar í milliardaflokki
eru í gongd, men kortini
standa
eisini
týðandi
verkætlanir fyri framman
uttan fyri landoddarnar.
Tilsamans fimm brunnar
skulu borast internationalt,
har Statoil er fyristøðufelag,
harímillum ein í Føroyum,
ein brunnur, sum ovasti
Statoilstjórin leggur stóran
dent á. Hinir brunnarnir
verða boraðir í Venzuela og
í Algeria.
Fylgir gongdini
–Eg fylgi gongdini í
Føroyum við stórum áhuga
og spenningi. Hóast talan
er um eina sera váðiliga
boring, sum eisini kostar
nógv, so hava vit vónir til
Føroyaøkið. Tað er eitt av
okkara kjarnuøkjum uttan
fyri Norra, og tað er greitt,
at vit seta stórar vónir til
júst ta komandi boringina
men eisini teir brunnar,
sum verða boraðir komandi
árini hava stóran týdning
fyri framtíðina sigur Helge
Lund. Hann dylur ikki fyri,
at brunnurin í Føroyum
verður raðfestur sera høgt í
Statoil.
Statoilstjórin sær fram til
at vitja bróðurtjóðina fyri
vestan. Hann heldur, at olja
og gass hevði komið væl við
hjá føroyska samfelagnum,
sum er so tætt knýtt at bara
einari høvuðsvinnu. Hann
minnir tó á, at fyrilit eiga at
takast, tá farið verður undir
eina slíka nýggja vinnu,
nú samfelagið er lítið og
viðkvamt. Og slík fyrilit
ætlar Statoil sær at liva upp
til. Sjálvur metir hann, at
føroyingar kunnu læra nógv
av norsku royndunum, sum
eru meira enn 30 ára gamlar,
og tí fegnast hann eisini um,
at nógvir føroyingar í dag
arbeiða í norsku oljuvinnuni,
eitt nú í verkætlanum, sum
Statoil stendur fyri. Á tann
háttu kunnu fáa fáa royndir
at taka við sær heimaftur til
Føroya og kunnu gera vera
við til at tryggja føroyingum
eina trygga og skilagóða
vinnu.
Raðfestir trygd og heilsu
Helge Lund leggur dent á,
at føroyingar taka væl ímóti
útlendskum oljufeløgum,
sum vilja gera íløgur her og
letur okkum vita, at Statoil
fer at gera alt fyri at liva
upp til krøv og treytir, sum
føroyska samfelagið setir
útlendskum oljufeløgum.
Hann leggur her serliga
áherðslu á slíkt sum at
varðveita eitt reint umhvørvi
og raðfestir hann trygd og
heilsu sera høgt.
Helgu
Lund
ynskir
Føroyum
og
Statoil-
samtakinum, sum stendur
fyri boringini í summar,
góða eydnu. Hann gleðir seg
at leggja leiðina henda vegin.
Helge Lund, ovasti Statoilstjórin:
»Síggi stórar
møguleikar
í Føroyum«
Helge Lund, Statoilstjóri: – Eg síggi fram til eitt økt samstarv millum Føroyar og Noreg.
Mynd Jan Müller
Ovasti Statoilstjórin, Helge Lund
leggur stóran dent á at varðveita
eitt reint umhvørvi, har felagið
arbeiðir, eitt nú í Føroyum. Her
ikki minst tá talan er um ríka
fuglalívið í Norðuratlantshavi.
Mynd Jan Müller