mánadagur 19. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 115 - 19. juni 2006
SAMBAND
EIRIKUR LINDENSKOV
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
TÍÐINDI
Fyrst í september í
ár letur ein nýggjur
make-up skúli
dyrnar upp í Havn
fyri áhugaðum
næmingum.
Skúlin kallast
KayKay Makeup
School, og eru tað
í høvuðsheitum
Laila C. Hansen og
Elisabeth Johannesen,
ið standa aftan fyri
nýggja skúlan.
Mentan
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Á make-up skúlanum fara
lærararnir, Laila C. Hansen
og Elisabeth Johannesen,
serliga at leggja dent á at
útbúgva næmingarnar á
sama støði, sum undirvíst
verður á øðrum make-up
skúlum uttanlands:
– Bert tíggju næmingar
sleppa við á hvørt skeiði,
tí vit vilja geva hvørjum
einstakum
næmingi
so
góða undirvísing, sum til
ber. Um ein hugsar um
make-up skúlarnar í hinum
Norðurlondunum, verður
føroyski skúlin á sami støði,
sum teir bestu. Eftir lokið
skeið verða næmingarnir á
skúlanum 100% klárir at
arbeiða sum make-up artist
ar á altjóða støði, sigur Hans
Fróði Hansen, samskipari á
KayKay Makeup School.
Á skúlanum fara Laila
og Elisabeth eitt nú at læra
næmingarnar alt innan dag-
og kvøldsminku, smokey,
brúðarsminku,
fantasi
sminku og fashionsminku.
Men somuleiðis fara tær
at undirvísa í øðrum, ið er
viðkomandi fyri yrki:
– Um ein ynskir at vinna
sær kunnleika innan make-
up, er hetta besta føroyska
tilboðið nakrantíð, siga
Laila og Elisabeth.
Í alt kostar skúlin 25.000
krónur, men tá er útgerð
fyri um 8.000 krónur við í
prísinum.
Allir næmingarnir fáa
prógv eftir lokið skeið.
Skúlin tekur 13 vikur og
verður í Havn.
Undirvísingin fer bert
fram um kvøldarnar – mána
kvøld, týskvøld og miku
kvøld frá klokkan 18.30 og
til 22.30.
Um onkur ynskir at fáa
meira at vita um skúlan, ber
til at senda ein teldupost
til service@kaykaygroup.
com.
Føroyskur make-up
skúli stovnaður
Á make-up skúlanum fara lærararnir, Laila C. Hansen og Elisabeth Johannesen, at leggja dent á
at útbúgva næmingarnar á sama støði, sum undirvíst verður á make-up skúlum uttanlands