mánadagur 19. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
5
– Tað verður
spennandi at fylgja
við virkseminum
í summar, eftir at
eingin boring hevur
verið í 3 ár, ikki
minnst tí hetta verður
fyrsta boringin, sum
fer at røkka niður um
basaltið. Boringin fer
at geva okkum nýggja
vitan um jarðfrøðina
undir basaltinum,
og hendan vitan
fer at verða ein
týdningarmikil liður
í framtíðar oljuleiting
á landgrunninum
skrivar Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður
í oljumálum, nú
borurin verður settur
í um góðan mánað
Um nakrar vikur byrjar
boringin av fjórða brunn-
inum á landgrunninum.
Samstundis er greitt, at vit
fáa eina boring í 2007 og
eina í 2008. Eftir steðg í
borivirkseminum í nøkur
ár eru oljufeløgini aftur fús
at fara undir leitivirksemi á
okkara leiðum, og við fleiri
brunnum bretsku megin
markið kann ikki sigast
annað enn, at Atlantsmótið
er eitt virkið øki í hesum
tíðum.
Brugdan Statoil fer síðst í
juli ella fyrst í august undir
at bora teirra leitimið á loyvi
006. Tað, sum er áhugavert
við hesi boringini, er, at hetta
er fyrsti brunnur, sum verður
boraður í einum øki, sum
er dekkað av basaltfláum.
Basaltið ger m.a., at tað kann
verða trupult at fáa eina góða
mynd av undirgrundini, og
tí kann eisini vera ringt at
meta um vánirnar fyri at
finna olju í rakstrarverdum
nøgdum. Hóast hetta halda
feløgini, sum eru partur av
loyvinum, at útlitini síggja
so mikið áhugaverd út, at tey
ynskja at bora ein brunn á
leitimiði, sum hevur fingið
navnið Brugdan.
Sjálvandi er trupult at siga
nakað um, hvat úrslitið av
eini boring verður. Og við
royndunum frá boringunum
í 2001 og 2003 í huga skulu
vit eisini ansa eftir ikki at
vera ov optimistisk. Men
uttan mun til hvat úrslitið
verður, er hetta ein sera
spennandi boring fyri
framtíðar oljuleiting við
Føroyar. Boringin fer at geva
okkum nýggja vitan um
jarðfrøðina undir basaltinum,
og hendan vitan fer at verða
ein týdningarmikil liður
í framtíðar oljuleiting á
landgrunninum.
Føroysk luttøka
Síðan fyrireikingar til
oljuleiting byrjaðu mið-
skeiðis í 90unum, hevur
dentur verið lagdur á at
skapa møguleikar fyri
føroyska vinnulívinum,
útbúgvingarstovnum og
einstaklingum. Tí eru í
loyvisskipanini hjá okkum
ásetingar um, at oljufeløgini
skulu gera sítt til at økja
førleikan hjá føroyingum at
taka lut í virkseminum og
at skipa fyri samstarvi við
útlendsk feløg. Harumframt
eru beinleiðis ásetingar um, at
virksemið á landgrunninum
skal rekast úr Føroyum, og
at allur útbúnaður og fólk
skulu flytast um føroyskan
bryggjukant og/ella flogvøll.
Eisini er álagt feløgunum at
geva føroyskum fyritøkum
veruligar møguleikar at vinna
sáttmálar um arbeiði, um tær
eru kappingarførar. Kravið
um altjóða kappingarføri
mugu vit ikki sleppa, um
vit vilja menna eina vinnu,
sum kann virka uttanfyri
heimligu bøgarðarnar. Í
dag kunnu vit staðfesta, at
fleiri føroyskar fyritøkur
arbeiða sum veitarar í altjóða
oljuvinnuni. Her kann
t.d. nevnast Atlantsflog,
sum flytur oljuarbeiðsfólk
í stórum tali millum
suðurnorra og norðurnorra,
PAM offshore sum hevur
nógv fólk, elektrikarir og
smiðir, í starvi í Norra, og
so Thor í Hósvík, sum virkar
um allan heimin við teirra
skipatænastum. Eg haldi
eisini tað er sera áhugavert
at síggja virksemið hjá
Simprentis veruliga taka dyk
á seg og flyta seg út í heim.
Okkara útbúgvingarverk
hevur eisini fingið stóran
ágóða
av
leitingar-
virkseminum og ment seg
við nýggjum útbúgvingum,
umframt at fleiri Ph.D
verkætlanir er framdar.
So hóast vónirnar undan
fyrsta loyvisumfari til
føroyska luttøku kanska
ikki eru uppfyltar, haldi
eg at vit, sum omanfyri
nevnt, hava fleiri dømir um
føroyskar fyritøkur, sum eru
partar av oljuvirkseminum,
og vit eru enn í einum
leitiskeiði. Hinvegin so haldi
eg, tað er týdningarmikið,
at vit eisini í framtíðar
útbjóðingarumførum halda
fast í lógarreglunum um, at
fólk, vørur og tænastur skulu
um føroyskan bryggjukant
og flogvøll.
ONS Framsýningar og
ráðstevnur sum ONS í
Stavanger eru eitt gott høvi
hjá føroysku fyritøkunum at
gera vart við sínar tænastur
og at koma á tal við vinnuna
annars. Menningarstovan
hevur her gingið undan
at skapa karmarnir fyri
føroyskum vinnuframtøkum
uttanlands, og vónandi fer
hetta at eydnast eins væl í
ár.
Triðja útbjóðingarumfar
Jarðfeingi
er
farið
í
holt við at fyrireika eitt
nýtt
útbjóðingarumfar.
Útbjóðingarumfarið, sum
verður tað triðja í røðini,
verður væntandi latið upp
næsta heyst. Enn er ov
tíðliga at siga nakað ítøkiligt
um, hvørji øki verða fevnd
av útbjóðingini, og hvørjar
treytirnar annars verða, men
við vaksandi virkseminum
á Atlantsmótinum í huga
vænti eg, at oljufeløgini fara
at halda eitt vakið eyga við
møguleikunum, sum bjóðast
her um leiðir.
Tað verður spennandi
at fylgja við virkseminum
í summar, eftir at eingin
boring hevur verið í 3 ár,
ikki minnst tí hetta verður
fyrsta boringin, sum fer at
røkka niður um basaltið.
Brugdan skal vísa okkum vegin
Landsstýrismaður
í oljumálum skrivar
bjarni
djurholm
Her miðskeiðis millum Føroyar og markið verður borað gjøgnum basalt fyri fyrstu ferð