Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2006  Lesarabrøv hava í seinastuni verið skrivað av foreldrum, ið eru ónøgd við at dagstovnar steingja í nakrar vikur um summarið. Men Bogi Simonsen, málsviðgeri á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, heldur, at verandi loysnin er ein góð loysn: – Um dagstovnarnir ikki steingja í senn, verður trupulleikin nógv størri og gongur í nógv størri mun út yvir børnini og dygdina á ansingini, sigur Bogi Simonsen. Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Barnagarðar og vøggustovur steingja í nakrar vikur um summarið, tí starvsfólkini skulu greiða sína frítíð. Um ein stórur partur av frítíðini hjá starvsfólkunum ikki verður avgreiddur í senn, verða dagstovnarnir ongantíð fult mannaðir restina av árinum, og so noyðast børnini at líða undir hesum stóran part av árinum, sigur Bogi Simonsen og vísir á, at í summarfrítíðini verður ein stovnur á hvørjum øki opin: – Í alt eru fimm øki í Tórshavnar Kommunu, og øll foreldrini fáa tilboð um ansing til børnini í tí tíðarskeiðinum, teirra barnagarður er stongdur. Men bert 5-10 % av foreldrunum hava tørv á ansing í hesum tíðarskeiðinum. – Skipanin, sum koyrir í løtuni, varð sett á stovn í fjør og koyrir væl. Summi foreldur vilja sjálvandi altíð hava sama stovn og somu starvsfólk og eru tískil ónøgd, men tað ber ikki til at nøkta øllum tørvi, sigur Bogi og vísir á, at børnini skulu sjálvandi læra nýggj starvsfólk og børn at kenna hesar vikurnar, men tó verður altíð okkurt kent starvsfólk til arbeiðis á stovninum: – Hetta er ein góð loysn, sum leiðarar og pedagogar halda er í lagi og siga, at tað ikki gongur út yvir børnini. – Krónur og oyru eru ikki orsøk til skipanina. Tað er sjálvandi so, at vit spara pengar hesar vikurnar, men í høvuðsheitum steingja dagstovnarnir, so starvsfólkini kunnu greiða sína frítíð, sigur Bogi Simonsen, málsviðgeri á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, at enda. tíðindi – Tað er avgjørt ikki besta loysnin at bjóða børnunum ansingarpláss á einum fremmandum stovni við fleiri fremmandum starvsfólkum og børnum, sigur Gitte W. Fjallsbak, foreldur at tveimum børnum, sum ganga á kommunalum barnagarði Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Gitte W. Fjallsbak heldur, at tað líkist ongum, at børnunum verður boðið ansingarpláss á einum fremmandum stovni tær vikurnar, dagstovnurin hjá teimum er stongdur í summarfrítíðini. – Dagstovnarnir áttu heldur at funnið eina loysn, so teir kundu havt opið alt árið. Eg havi havt eitt barn í barnagarðinum á Konmansmýri, ið tá hevði opið alt árið uttan trupulleikar. Eg legði als ikki til merkis, at dygdin á ansingini var minni av hesi orsøk. – Vit foreldur vilja sjálvandi hava summarfrí saman við børnum okkara. Men við tað at flestu dagstovnarnir steingja somu tíð á árinum, er tað ein trupulleiki, tí øll foreldur í landinum kunnu ikki hava frí samstundis. Nøkur foreldur taka tó av tilboðnum frá Tórshavnar Kommunu, men fleiri velja heldur at býta frítíðina hjá foreldrunum sundur, so mamman er heima helvtina og pápin hina helvtina av tíðini. Men so hava vit øll jú ikki frí í senn, sigur Gitte W. Fjallsbak og leggur afturat, at á hennara arbeiðsplássi er tað soleiðis, at flest øll vilja hava frí hesar vikurnar, barnagarðarnir steingja: – Í ár eri eg heppin og havi fingið frí, men tað er ikki víst, at eg fái tað hvørt ár. Tí øll kunnu sjálvandi ikki hava frí samstundis. Um grundgevingin hjá kommununi er tann, at tað er trupult hjá starvsfólkum á barnagørðum at greiða sína frítíð, er hon ikki nóg góð. Tað er trupult hjá øllum arbeiðsplássum at avgreiða frítíð, sigur Gitte W. Fjallsbak at enda. Dagstovnar í summarfrítíð Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognarstovnur og hevur ongantíð havt trupulleikar av at hava opið alt summarið. – Vit duga betur at leggja til rættis enn teir dagstovnarnir, ið hava trupulleikar í summarfrítíðini, sigur Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari á dagstovninum á Argjum Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Um várið verða starvsfólk og foreldur á Dagstovninum á Argjum biðin um at skriva, nær børnini skulu hava summarfrí. – Familjan hevur tørv á at vera saman um summarið, og tí skulu øll børnini í minsta lagi hava fýra vikur frí hvørt summar. Síðan leggi eg eina ætlan eftir hesum. Hetta hevur ongantíð verið ein trupulleiki, tað kostar mær ikki meira pengar, og foreldrini eru glað og nøgd. Tað er tað týdningarmiklasta, sigur Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari á dagstovninum á Argjum, og leggur afturat, at hjá teimum er einki ein trupulleiki: – Eg royni altíð at fáa tað í lag, sum brúkarin hevur tørv á. Allir aðrir dagstovnar áttu at farið yvir til okkara skipan og tikið støðu útfrá, hvat hvør einstakur hevur tørv á, sigur Gudrun Winthereig Rasmussen. Foreldur eru ónøgd við at dagstovnar steingja í nakrar vikur um summarið, men Tórshavnar Kommuna sigur, at verandi loysnin er ein góð loysn. Gitte W. Fjallsbak, foreldur: – Vánalig loysn Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari á dagstovninum á Argjum: – Eingin trupulleiki at hava opið alt summarið