Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 112 - 14. juni 2006 Eg skilji ikki, at røddir nú eru frammi um, at sleppa kravinum um, at oljuvinnan skal ganga um føroyskan bryggjukant, tí var tann treytin ikki, fingu føroyingar so slett onki burturúr oljuvinnuni. Men vit kunnu illa krevja at útlendsk oljufeløg skulu hugsa um føroyskt vinnulív, tá ið okkara egnu oljufeløg og fyritøkur ikki gera meiri fyri at fáa føroyingar upp í oljuvinnuna, sigur John Eli Olsen, stjóri í El- Service á Skála Oljuvinna og føroyskt vinnulív Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Higartil hevur føroyskt vinnulív ikki fingið nakað serligt burturúr oljuvinnuni. Og sum støðan er nú, eru heldur ikki útlit til, at vit fara at fáa nakað serligt burturúr oljuvinnuni. – Í hvussu so er ikki í bræði. John Eli Olsen, stjóri í El- Service á Skála og virkandi formaður í Runavíkar Oljuhavn, ivast stórliga í um tað fer at eydnast føroyskum vinnulívi at fáa nakað serligt burturúr oljuvinnuni. Hann sigur í vussu so erm at enn er lítið komið burturúr. Og tí skilir hann tað slett ikki, tá ið røddir nú eru frammi um at sleppa kravinum um, at vørur og tænastur til oljuvinnuna í Føroyum skal um føroyskan bryggjukant. Serliga tí, at hetta er ikki nakað, sum kostar føroyskum myndugleikum eitt oyra. Og hann skilir hetta so yvirhøvur ikki, tá ið tað ikki eru oljufeløgini, sum hava borið hetta upp á mál. – At hetta kravið er sett oljufeløgunum, er einasta orsøk yvirhøvur til, at føroyskt vinnulív hevur fingið nakað sum helst burturúr oljuvinnuni. Men tey, sum hava fingið eitt sindur burturúr, eru tær fyritøkur, sum lata proviant av ymsum slagi. Og so hevur eitt sindur av arbeiði verið á landi á oljuhavnini í Runavík, men tað hevur ikki verið tað stóra. Annars hevur oljuvinnan sjálvandi kastað væl av sær til Atlantsflog, tí nógv fólk hevur flogið aftur og fram. – Men tað er ongin tænastuveitari, sum hevur fingið nakað burturúr oljuvinnuni. Taka alt við sær John Eli Olsen sigur, at tað vísir seg sum um at oljufeløgini taka sum mest við sær og keypa bara tær vørur og tænastur úr Føroyum, sum tey noyðast at keypa, eitt nú tí at føroyskir myndugleikar hava kravt, at vørur og tænastur skulu um føroyskan bryggjukant. Annars er bara nakað at gera hjá føroyskum tænastuveitarum, tá ið skip krevja umvælingar, men tað kann ikki sigast at vera oljuvinna sum so. – Var hetta kravið ikki, keyptu oljufeløgini onki úr Føroyum yvirhøvur, er John Eli Olsen heilt sannførdur um og so hevði ongin føroysk fyritøka verið upp í oljuvinnuni yvirhøvur. – Í hesum sambandi eru føroyskar fyritøkur í kapping við aðrar fyritøkur og tí verður roynt at halda okkum burtur. Kemur ein føroysk fyritøka upp í oljuvinnuna, verður tað beinleiðis í kapping við onkra aðra fyritøku sum fæst við tað sama og tað hava hinar fyritøkurnar ongan áhuga í. Hinvegin fer kravið um føroyskan bryggjukant, at oljufeløgini noyðast at hugsa um føroyskar fyritøkur. – Men áhugin at samstarva við føroyskar fyritøkur, stendur bara við so leingi, sum virksemið er við Føroyar. So skjótt, sum virksemið við Føroyar verður niðurlagt, verður samstarvið við føroyskar fyritøkur eisini slept. Hjálpa ikki okkum sjálvum Men tað, sum fær John Eli Olsen at ivast mest í um føroyskar fyritøkur fara at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, er fyrst og fremst okkara egni leiklutur. Hann heldur nevniliga, at føroysk oljufeløg og føroyskar fyritøkur og stovnar, sum hava ávirkan á oljuvinnuna, gera alt ov lítið fyri at fáa føroyskar fyritøkur og føroyskt vinnulív við. Og hann heldur ikki, at vit kunnu kreva, at útlendskt oljufeløg skulu hugsa um føroyskt vinnulív, tá ið vit sjálvi ikki gera tað. John Eli Olsen sigur, at støðan í oljuvinnuni er tann, at feløgini hava langtíðaravtalur við ymsar veitarar. – Skulu føroyskar fyritøkur koma upp í part, verður tað sostatt sum undirveitarar hjá teimum, sum veita oljuvinnuni tænastur og tað verður tískil í beinleiðis kapping við sjálvar veitararnar og aðrar, útlendskar fyritøkur. – Skal El Service á Skála gera sær vónir um at koma upp í oljuvinnuna, mugu vit fyrst gera eina avtalu við eina stóra, útlendska el-fyritøku, men so koma vit samstundis í beinleiðis kapping við hesa útlendsku fyritøkuna og tað er hon ikki áhugað í. – Ella mugu vit lata eina stóra útlendska el fyritøku keypa EL Service, men so eru vit ikki ein føroysk fyritøka longur og so ber ikki til at tosa um føroyskt vinnulív. – Finna vit olju í summar, eru allarflestu føroysku fyritøkur ov seinar á sjóvarfallinum, tí tær eru ikki fyrireikaðar til eina oljuvinnu. Tí verða vit rend um koll av útlendskum fyritøkum og so verður tað rættiliga torført hjá føroyskum fyritøkum at fóta sær sigur John Eli Olsen, stjóri í El-Service á Skála Gera alt ov lítið fyri at fáa føroyingar við í oljuvinnuna