mánadagur 19. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 115 - 19. juni 2006
Hjúnini Anthony og
Monique Browne
úr Englandi sigla
hvørt summar
kring alt Evropa við
stuttleikabátinum hjá
sær. Men hetta forðar
teimum ikki í at fylgja
við HM, sum í hesum
døgum er í Týsklandi.
Mentan
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Heimurin er ikki so stórur.
So sjálvandi frætta vit øll
úrslitini, hóast vit sigla á
opnum havi í fleiri vikur,
sigur Anthony.
– Vit royna at fylgja
við øllum dystunum hjá
Englandi. Higartil hevur
Englandi
ikki
spælt
nøktandi, men vónandi fer
tað at ganga betri. Týsdagin
spæla teir móti Svøríki. Tað
verður ein trupul dystur hjá
venjaranum hjá Englandi
– Svend G. Eriksson. Hann
er jú svii, og týsdagin skal
hann vinna á sínum egna
landi fyri England. Tað
verður óivað hart hjá honum,
leggur Anthony afturat.
Anthony og Monique
komu til Føroya seinnapartin
í gjár og verða í Føroyum í
nakrar dagar. Eftir hetta
sigla tey víðari til Íslands
við stuttleikabátinum:
– Um veðrið verður gott
í Føroyum næstu dagarnar,
verða vit her til týsdagin.
Tí so sleppa vit at síggja
dystin millum Englang og
Svøríki á stórskíggja á eini
café í Føroyum. Tað hevði
verið framúr, sigur Anthony
at enda.
Trampolinir eru í løtuni sera
væl dámdar. Fleiri og fleiri
trampolinir eru at síggja á
grasvøllunum, nú summarið
av álvara er byrjað.
– Men um tær ikki verða
nýttar við skili, eru tær sera
hættisligar, sigur vakthavandi
á løgreglustøðini í Havn.
Uttan fyri Margarin-
fabrikkina í Havn er
ein stór trampolin. Um
vikuskiftið datt ein drongur
av trampolini og fekk skaða
í ryggin. Drongurin fekk
illa anda, megnaði ikki at
ganga sjálvur og noyddist
at fara á sjúkrahúsið við
sjúkrabilinum:
– Vit hava hoyrt um
fleiri skaðar á trampolinum
higartil í ár. Um tær ikki
verða nýttar á rættan hátt,
eru
tær
vandamiklar,
sigur
vakthavandi
á
løgreglustøðini.
- horsdal
tíðindi
Fylgja við HM á opnum havi
Stutt sagt
– Heimurin er ikki so stórur. So sjálvandi frætta vit øll úrslitini frá HM, hóast vit sigla á opnum
havi í fleiri vikur, sigur Anthony.
Teistin, sum bar við land
inni í havnini á Gomlurætt
hósdagin, verður ikki
klárur at sigla aftur fyrr
enn miðskeiðis í næstu
viku.
Skipið hjá Strand-
ferðsluni,
Teistin,
fekk hósdagin hol á
kúlustevnið og liggur nú
á Tórshavnar Skipasmiðju
til umvælingar:
– Teistin veður ikki
klárur at sigla aftur fyrr
enn um nakrar dagar.
Umvælingin
kundi
kanska tikið styttri tíð,
men vit ynskja heldur
at geva Teistanum ta tíð,
tað tekur at gerast 100%
klárur aftur, sigur Regin
Vágadal, rakstrarleiðari
hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan hevur
sett Ternuna at sigla fyri
Teistan.
- horsdal
Teistin ikki til reiðar enn
Einki russiskt í Hoydølum
Ov fá hava valt russiskt
á Studentaskúlanum í
Hoydølum næsta skúlaár.
Tískil hevur skúlin gjørt
av, at lærugreinin ikki
verður á tímatalvuni
næsta ár.
Tá avtornaði vóru bert
sjey næmingar, ið høvdu
valt russiskt. Og sambært
leiðsluni á skúlanum er
tað ov lítið:
– Tað eru somuleiðis
altíð nøkur, ið fella
frá. Og tískil loysir
tað seg ikki. Men tey,
ið valdu russiskt í fjør,
halda sjálvandi fram við
russiskum eitt ár afturat
saman við læraranum
André
Niclasen,
sigur Anna Djurhuus,
skrivstovukvinna
á
Studentaskúlanum
í
Hoydølum.
- horsdal
Rútur knústur í Havn
Bilur stolin í Havn
Um klokkan eitt í
leygarnáttina varð herverk
framt á Handilskjarnan.
Tríggir mans knústu
ein stóran handilsrút og
runnu síðan avstað.
Bert hálvan tíma seinni
varð ein rútur somuleiðis
knústur í Litaval í J.C.
Svabosgøtu:
– Alt bendir á, at tað
eru teir somu menninir,
ið hava knúst báðar
rútarnar. Vit vita, hvørjir
teir eru, og teir verða
skuldsettir fyri herverk,
sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
- horsdal
Leygarmorgunin varð ein
bilur stolin í vesturbýnum
í Havn. Bilurin var ein
grønur Toyota Corolla og
varð stolin á Heiðaskáki.
Bilurin varð funnin seinni
á degnum í Kollafirði
og hevði fingið stóran
skaða:
– Viðkomandi, ið átti
bilin, hevði gloymt lykilin
eftir í bilinum. Tí er tað
ikki vist, at tryggingin
dekkar tann skaðan,
bilurin hevur fingið,
sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
- horsdal
Tær
báðar
tvíbura-
systrarnar, Maria og
Kristina, sum millum
annað
hava
prýtt
forsíðuna á Ð, verða
millum teirra, sum skulu
syrgja fyri einum góðum
ungdómstúri hjá Norrønu,
tá lagt verður frá landi
tann 26. juni.
Tær
báðar
verða
sonevndar Tequila Twins
á ferðini, har tær kring
barrina fara at ganga
við sínum skot-bakka.
So kanska fleiri av
luttakarunum á túrinum
nýta høvi til at fáa sær eitt
skot ella kanska tvey.
Hartil verður eisini
nógv undirhald av ymsum
slag á skránni. Salsa-
dansur og kick-boxing
teljast millum meira
óvanligu fyribrigdini, og
vyri tónleikinum syrgja
Showmenn, David (C21),
Páll finnur Páll, 200,
Skunk og onnur fyri.
-mørk
Tvíburar í barrini
Ein av bestu føroysku
sangskrivarunum
í nýggjari tíð fer
at framføra allar
sínar kendu sangir á
Summar Festivalinum
Summar
Festivalur
Tíðindaskriv
Vestmenningurin Martin
Joensen
hevur
skrivað
eina øgrynnu av góðum
sangum, sum føroyingar
kenna og hava tikið til sín.
Tann gamli Svarti Ravnur
er bara tann fyrsti í eini
langari røð av hittum, sum
Martin Joensen hevur gjørt,
sungið og spælt.
Útgávurnar
hjá
Vestmonnum í 80’unum
vóru tiltiknar, og har hevði
Martin ein týðandi fingur
við í spælinum. Seinni
hevur hann givið tónleik
út á solofløgum, og har
hevur eyðkendi stílurin hjá
Martini livað víðari.
Sangir sum Morgun, Ró,
Pengar, 60’ini, Eg havi
tað gott og nógvir, nógvir
aðrir eru komnir burtur úr
sangskrivingini hjá Martini,
og tað er ein perlurøð av
fólksligum poppsangum,
sum Martin trívur í, tá ið
hann fer á pallin saman við
sínum bólki.
Ein ummælari skrivaði
eftir eina framførslu í
fjør, at Martin Joensen er
eitt tónleikaligt flogvít,
sum kann metast sum ein
føroyskur
Bob
Dylan.
Sangirnir, sum hann hevur
skrivað, eru ein sannur
dýrgrípur, vildi ummælarin
verða við.
Og hendan dýrgrip sleppa
fólk at uppliva á Summar
Festivalinum í ár.
Martin Joensen syngur
á Summar Festivalinum
Talan verður um ein av fólkakærastu sangarum okkara, sum
fer á pallin, nú Martin Joensen verður partur av Summar
Festivalinum
Løgreglan: Trampolinir eru hættisligar