mánadagur 19. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
7
Mugu sjálvi gera meiri
John Eli Olsen sigur, at
skulu vit gera okkum vónir
at at fáa føroyskar fyritøkur
upp í oljuvinnuna, er einasti
møguleikin, at vit leggja
líka nógva orku í at sleppa
føroyskum fyritøkum upp í
part í oljuvinnuni uttanlands,
sum vit leggja í at sleppa
føroyskum fyritøkum upp í
oljuvinnuna í Føroyum.
Hann sigur at ein stórur
vansi
hjá
føroyskum
fyritøkum, er, at tað er torført
og dýrt at ferðast loftvegis.
– Allir flutningur er
umvegis Keypmannahavn
og tað ger tað dýrt at ferðast
aftur og fram og tað er ein
avgjørdur vansi fyri okkara
kappingarførið og ger tað
samstundis torført at leggja
til rættis.
Tí saknar hann stórliga
beinleiðis flogsamband
ímillum Noreg og Skot-
land.
Hann ásannar kortini, at
hetta er batnað í seinastuni,
men tað sum veruliga
krevst, er at tað er beinleiðis
flogsamband alt árið við
onnur lond enn Danmark,
eitt nú Skotland og Noreg.
– Skulu vit fáa nakað
virksemi á føtur uttanlands.
Kann beinleiðis flogsamband
nakrar mánaðir um árið,
ikki brúkast til nakað sum
helst. Tað skal vera alt árið,
staðfestir hann.
Hann vísir á, at Atlantsflog
hevur eina avtalu um
flúgving í Noregi, men enn
er so onki fast flogsamband
ímillum Føroyar og Noreg
komið burturúr og tí heldur
hann, at sum heild hevur
føroyskt fingið ov lítið gagn
burturúr tí.
Hann fýlist á, at tær
føroysku fyritøkur, sum
annars eru í oljuvinnuni,
gera alt ov lítið burturúr at
fáa føroyskar fyritøkur við í
oljuvinnuna uttanlands.
– Vit hava tvey føroysk
oljufeløg, Atlants Kolvetni
og Føroya Kolvetni, men
hvørgin teirra ger nakað fyri
at fáa føroyskar fyritøkur
upp í oljuvinnuna.
– Hetta skulu eitast at vera
føroysk oljufeløg, men mær
vitandi gera tey onki fyri at
hjálpa føroyskum vinnulívið
upp í oljuvinnuna og tað er
harmiligt.
– Og tá ið vit sjálvi gera
so lítið, er torført at krevja,
at útlendsk oljufeløg skulu
gera nakað fyri føroyskt
vinnulív, heldur stjórin í El-
Service.
Hann leggur afturat, so
leingi hetta er støðan hjá
føroysku oljufeløgunum,
dugir hann ikki at síggja
beinleiðis endamálið hjá
føroyingum at fara upp í
oljuvinnuna yvirhøvur.
– Tá ið føroysku olju-
feløgini vórðu stovnað, setti
eg mítt álit á, at tey fóru at
virka fyri, at fáa føroyskt
vinnulív upp í oljuvinnuna,
men tað er so ikki hent – enn,
í hvussu so er.
– Eg haldi, at tær føroysku
fyritøkur, sum longu eru
slopnar upp í útlendsku
oljuvinnjuna, áttu at gjørt
meiri fyri at fáa føroyskt
vinnulív upp í, leggur hann
afturat.
– Vit mangla tann
hugburðin, at vit skulu
brúka føroyskt. Vit skuldu
havt meiri av tí íslendska
og norska hugburðinum
í okkum, leggur hann
afturat.
Vit eru als ikki
til reiðar
Higartil hava vit bert leitað
eftir olju við Føroyar. Men
kann væntast, at støðan fer at
broytast, finna vit olju?
– Tað er ein spurningur.
Eg haldi í hvussu so er,
at verður olja funnin í
summar, eru allarflestu
føroysku fyritøkur ov seinar
á sjóvarfallinum við atliti
til at fyrireika seg til eina
oljuvinnu.
– Verður olja funnin í
summar, verða vit sostatt
rend um koll av útlendskum
fyritøkum og so verður
tað rættiliga torført hjá
føroyskum fyritøkum at fóta
sær, eisini í longdini.
John Eli Olsen sigur, at
føroyskar fyritøkur hava lagt
stóra orku í at fáa ISO 9000
góðkenning, sum skuldi vera
lykilin til tað lovaða landið.
Men nú manglar ein
annar lykil og tað er at
fáa heilsu-trygdar- og
umhvørvisgóðkenning.
– Tað er ein rættiliga stór
og umfatandi avbjóðing og er
nógv meiri umfatandi enn at
fáa ISO 9000 góðkenning.
– Spurningurin er tí um
vit ístaðin fyri at leggja so
stóran dent á ISO 9000,
heldur áttu at lagt dentin
á at fingið heilsu-trygdar-
og umhvørvisgóðkenning,
heldur hann.
Annars heldur hann, at
tað ein stór forðing hjá
føroyskum
fyritøkum,
at tær eru ov lítlar. Fyri
at fáa sáttmála við eitt
oljufelag, skulu tær føroysku
fyritøkurnar verða væl størri,
enn tær eru í dag.
– Sostatt er tað ongin,
føroyskur tænastuveitari,
sum fær møguleikan at gera
beinleiðis sáttmála við eitt
oljufelag, staðfestir stjórin í
El-Service
– Vit kunnu í besta føri
vænta at verða undirveitari
hjá einum størri veitara,
leggur hann afturat.
Men fyri tað gongur stjórin
í El Service ikki og vónar, at
vit ikki finna olju.
– Vit eru so væl fyrireikað
sum tilber. Men tað ber ikki
til at brúka pening upp á at
fyrireika seg, uttan at hava
trygd fyri arbeiði. Ongin
kann blíva við at brúka
pening upp á at fyrireika seg
upp á tað óvissa.
Tí væntar ohn Eli Olsen, at
sum støðan er nú, verða tað
fáar, føroyskar fyritøkur, sum
sleppa upp í oljuvinnuna,
yvirhøvur.