mánadagur 19. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2006
7
tíðindi
- Spekulatiónin við
fiskiloyvum kann
steðgast nær tað
skal vera, men tað
hendir alt ov lítið
hjá Bjørn Kalsø,
sigur formaðurin í
Fólkaflokkinum á
tingi
Handil við skipum
og loyvum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo,
– Guð viti hvørjum Bjørn
Kalsø bíðar eftir.
Eisini Jørgen Niclasen,
formaður í Fólkaflokkinum
á tingi, sóknast eftir, at
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum tekur ítøkilig
stig fyri at forða fyri, at
útlendingar leggja okkara
fiskiríkidømið inn undir seg.
Hann vil eisini hava,
at spekulatiónin við fiski
loyvum verður steðgað.
Sostatt er nú eisini fólka
flokkurin farin at ótolnast
inn á Bjørn Kalsø og tí kann
ikki annað enn staðfestast,
at trýstið á Bjørn Kalsø
fyri at gera nakað við hesi
viðurskiftini, alsamt veksur.
Áður hava bæði Tjóð
veldisflokkurin, javnaðar
flokkurin og hansara egnu
partamenn í Sambands
flokkinum, eisini kravt, at
málið verður tikið upp.
Somuleiðis hevur Atli
Hansen, sum hevur verið
formaður í felagnum Nóta
skipum, í hvassorðaðum
vendingum, átalað, at onki
veðrur gjørt.
Men tað var stjórin í Fiski
rannsóknarstovuni, sum setti
hol á kjakið, tá ið hann fýltist
á, at tað skal bera til hjá ein
støkum reiðarum, at selja
feløgum, sum íslendingar
og norðmenn eiga, føroysk
fiskirættindi fyri hundraðtals
milliónir - stinga vinningin
skattafrítt í lumman.
Onki kemur burturúr
hjá Bjørn Kalsø
Og Fólkaflokkurin er samdur
í, at hetta er ein spurningur,
sum eigur at verða tikið upp.
Men samstundis stað
festir Jørgin Niclasen, at
tað hendir alt ov lítið í
Fiskimálaráðnum.
– Bjørn Kalsø hevur verið
landsstýrismaður í hálvt
triðja ár, men har kemur
snøgt sagt onki á skaftið.
Tað er líka mikið, hvat tosað
verður um, so skal alt bíða
eftir eini nevnd, sum hann
hevur sett at endurskoða lóg
ina um vinnuligan fiskiskap.
Men tað hendir onki!.
Formaðurin í Fòlkaflokk
inum á tingi sigur, at hetta
var ikki ætlanin við lógini
um vinnuligan fiskiskap.
– Bjørn Kalsø hevur sett
eina nevnd at endurskoða
alla lógina um vinnuligan
fiskiskap. Tað merkir, at hann
vil hava, at alt lógaverkið sum
tað er, skal endurskoðast og
broytast í einum.
Jørgen Niclasen sigur, at
her má vera okkurt, sum
landsstýrismaðurin hevur
misskilt.
– Tann, sum hevur royndir
í polikki, veit, at tann, sum
leggur seg eftir at fáa alt í
einum, sum Bjørn Kalsø ger
í hesum føri, endar mangan
við at onki sum helst at fáa.
Formaður Fòlkafloksins
á tingi leggur tvørturímóti
dent á, at skulu vit varðveita
fiskidagaskipanina so góða,
sum vit krevja av henni,
mugu vit altíð verða til
reiðar at gera tillagingar
í smáum og at rætta hana
til alla tíðina, so hvørt vit
varnast ein trupulleika.
– Ta tíðina, eg varð lands
stýrismaður, gjørdu vit fleiri
ferðir smáar tillagingar í
lógini fyri at fáa hana at tæna
sínum endamáli.
– Hvørja ferð, vit varnaðust
ein trupulleika, fóru vit í
Løgtingið og rættaðu hann.
Soleiðis eigur tað eisini at
vera og tí kunnu vit ikki
bíða longur eftir nevndini
hjá Bjørn Kalsø.
Jørgen Niclasen sigur, at
eisini tá ið spurningurin tók
seg upp um, at útlendingar
lógu framvið at keypa før
oysk fiskirættindi, varð lóg
in tillaga fyri at forða fyri
hesum.
– Fyrst varð sett í lógina,
at útlendingar máttu bara
eiga ein triðing av einum
fiskiskipi. Men har varð
skjótt eitt hol funnið, tí aftan
á tað varð mannagongdin,
at eitt føroysk felag varð
stovnað, har útlendingar
áttu ein triðing. Men síðani
settu útlendingarnir eina
rúgvu av ábyrgdarpeningi
í felagið afturat, so at teir í
veruleikanum høvdu ræðið.
– Fyri at forða fyri hes
um, varð so eisini kravt,
at partapengarnir í einum
felagi skuldi standa mát
við íløguna, soleiðis, at
partapengarnir skuldu vera
minst 10% av íløguni. Men
tað varð eisini kravt, at teir
føroyingarnir, sum áttu teir
báðar kravdu triðingarnir
av partapengunum, skuldu
veruliga vera góðir fyri
pengarnar. Tað varð ikki
góðtikið, at partapengarnir
vórðu læntir.
Ùtlendingar skulu
ikki hava ræðið
Jørgen Niclasen sigur, at tað
er ógvuliga nógv, sum bendir
á, at tað eru ikki føroyskir
pengar, sum liggja aftanfyri
teir skipahandlar, sum eru
gjørdir í seinastuni.
– Tað haldi eg, er lítið at
ivast í, tá ið vit síggja prís
irnar, sum verða nevndir.
– Í mínari tíð sum lands
stýrismaður, var vanligt,
at Fiskimálaráðið kannaði
einstøk feløg væl og virðiliga
fyri at vita, um allar treytir
vórðu loknar. Men nú sær tað
út til, at Fiskimálaráðið letur
alt um seg ganga, ásannar
formaður fólkafloksins á
tingi.
Í hansara verð er ongin
ivi um, at útlendingar skulu
ikki hava ræðið á okkara
fiskatileingi og tí heldur
hann, at tað er neyðugt at taka
málið upp beinanvegin.
Formaður Fólkafloksins
á tingi, heldur eisini, at tað
er neyðugt at steðga spek
ulatiónini við fiskiloyvum,
so at tey, sum fáa loyvi fyri
onki, kunnu selja tey aftur og
stinga vinningin í lumman
skattafrítt.
Hann sigur, at tá ið hann
var
landsstýrismaður,
arbeiddi hann við at gera
ein skipan, har eini 70-80%
skuldi gjaldast í skatti av
vinninginum, tá ið fiski
rættindi vórðu seld.
– Men eg varð frákoyrdur,
áðrenn eg kom á mál við tí,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið skip
og loyvi vórðu seld, hevði
spurningurin sjálvandi tikið
seg upp um, hvat var nú
virðið á skipinum og hvat
varð virðið á loyvinum.
– Men tað hevði sjálvandi
borið til at funnið fram til
rætta virðið á einum skipi,
leggur hann afturat.
Bjørn arbeiðir
til onga nyttu
Formaðurin í Fólkaflokkin
um vísir á, at heldur ikki á
hesum øki sær út til at nakað
hendir.
– Ístaðin brúkar Bjørn
Kalsø kreftir upp á at gera ein
skipan við tilfeingisavgjaldi,
har teir, sum fiska skulu rinda
avgjald fyri fiskirættindi.
Samstundis ger Jørgen
Niclasen púra greitt, at ein
slík skipan verður ikki framd
so leingi Fólkaflokkurin er í
samgongu.
– Vit taka undir ongum
umstøðum undir við eini
skipan, har tey, sum fiska,
skulu betala avgjald fyri at
fáa rættindi.
Jørgen Niclasen staðfestir
sostatt, at hetta arbeiðið hjá
landsstýrismanninum er
burturspilt.
– Vit hava fleiri ferðir
boðað frá, at hann kann
akkurát tað sama gevast
við arbeiðnum at gera eina
avgjaldsskipan fyri tey, sum
fiska, tí í hesi samgonguni
verður hon ikki sett í verk
kortini.
- Men tað hendir onki og
hevur landsstýrismaðurin
hug at lýsa eitt mál, sum
hann heldur er áhugavert,
hava vit onki ímóti tí, tað
verður bara ikki framt.
Kortanei til
fiskidagabanka
Í hesum sambandi hevur
eisini nógv verið tosað um
at gera ein fiskidagabanka,
sum skal umsita øll loyvi og
fiskirættindi.
Men tað sigur Fólkaflokk
urin kortanei til.
– Hetta er ein skipan, sum
hoyrir til gomlu sovjett-tíð
ina, har staturin skal umsita
øll loyvini. Sostatt verður tað
eisini ein politisk avgerð um,
hvør skal sleppa at brúka tey
og ikki.
Jørgen Niclasen sigur, at
skulu vit hava ein fiskidaga
banka, skulu fyrst øll loyvi
takast inn og seljast aftur á
uppiboði.
– Hetta er eisini at leggja
avgjald á tey, sum fiska. Men
hetta er eisini at fáa reiðarar
at spæla vinnulívsmenn,
hóast teir í veruleikanum
eru almennar trælir.
– Men, sum tað vísir seg
at vera nú, eru tað útlendskir
vinnulívsmenn, sum hava ráð
at betala mest fyri loyvini,
og skulu loyvini seljast á
uppiboði, er rættiliga stórir
møguleiki, at útlendingar
fara við teimum.
– Ný Sæland gjørdi eina
slíka skipan, har loyvini
vórðu seld og har vísti tað
seg, at útlendingar keyptu
alt, sum var. Skipini ikki
so mikið sum avreiddi í Ný
Sælandi longur og tí steðgaði
øll fiskivinna har.
– Hetta vísir, at ein slík
skipan knúst tað føroyska
samfelagið, staðfestir Jørgen
Niclasen.
Hinvegin hevur onkur eis
ini nevnt, at loyvini skulu
seljast fyri lítið og lætt,
men at tað er neyðugt at
staðfesta, at talan er bara um
brúksloyvi og ikki um ogn,
sum kann seljast víðari.
– Hvør skal so fáa loyvini,
spyr fólkafloksmaðurin.
Verður ein slík skipan sett
í verk, verður neyðugt at
taka politiskar avgerðir um,
hvør skal sleppa at virka í
fiskivinnuni. Ein slík skipan
kann ikki koma upp á tal,
tí tann tíðin er farin, tá ið
politiskur litur er avgerðandi
fyri, hvør skal sleppa at virka,
sigur Jørgen Niclasen.
Guð viti hvørjum
Bjørn Kalsø bíðar eftir
– Reiðarar, sum selja fiskiloyvir, skuldu betalt 70-80 % í skatti av vinninginum, sigur Jørgen Niclasen. Men Fólkaflokkurin vil ikki
hoyra talan um tilfeingisgjald og ein fiskidagabanki hevði knúst føroyska samfelagið