Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 112 - 14. juni 2006 Tað tekur tíð at koma upp í oljuvinnuna, sigur Ben Arabo, formaður í FOIB Oljuvinna og føroyskt vinnulív Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg dugi ikki at siggja, at føroyskar fyritøkur ikki eisini skulu kunna koma upp í oljuvinnuna, akkurát sum allar aðrar. Tað sigur Ben Arabo. Hann er stjóri í Amerada Hess í Føroyum, men so er hann eisini formaður í FOIB. Hann leggur dent á, at tað, hann hevur at siga í hesum høpi, er sum formaður í FOIB og ikki sum stjóri í Amerada Hess, tí sum slíkur hevur hann ongar viðmerkingar. Samstundis vísa tey bæði føroysku oljufeløgini, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni, til formannin í FOIB. FOIB er “Føroya Olju Ídnaðarbólkur” og er ein felagsskapur við oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum. Í FOIB er vit áhugað í at føroyski landgrunnurin er so kappingarførur sum møguligt á øllum økjum, bæði, hvat treytum, tænastuveitingum og øðrum, viðvíkur. – Kappingarførið má verða í øllum liðum, leggur hann afturat. Ben Arabo sigur, at í hesum sambandi kunnu vit bara fegnast um, at føroyskar fyritøkur hava megnað at vunnið sær uppgávur í oljuvinnuni. Tá ið John Eli Olsen í aðrari grein í blaðnum, nevnir at avgerðin um, at alt skal um føroyskan bryggjukant, hevur havt ávirkan, er tað rætt. – Tað er ein politisk avgerð, so tað liggur ikki til FOIB at kjakast um tað. Og, hvussu stóra ávirkan, tað hevur havt, dugir føroyska vinnulívið helst best at meta um sjálvt, sigur Ben Arabo. Annars dugir hann væl at skilja, at tað er sera torført at gera seg út til eitt virksemi, sum bara er nakrar fáar mánaðir ísett. – Tí kann eg bara taka undir við teimum, sum siga, at – Tað er kanska rætt at føroyskt vinnulív ikki hevur fingið so nógv burturúr oljuvinnuni higartil, men eg ivist ikki í, at tað fer at koma, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnuráðnum Oljuvinna og føroyskt vinnulív Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg ivist ikki í, at føroyskt vinnulív fer at fáa sín part av oljuvinnuni við Føroyar. Magni Arge, formaður í Føroya Oljuvinnuráð, er ikki heilt samdur við tær meiri svartskygdu metingarnar, sum John Eli Olsen á El Service á Skála setir fram aðrastaðni í blaðnum. Men hann ivast onga løtu í, at hóast føroyskar fyritøkur ikki hava fingið so nógv beinleiðis burturúr oljuvinnuni, hevur tær kortini fingið nógv óbeinleiðis gagn burturúr. – Eg ivist onga løtu í, at við tað, at føroyingar hava roynt at fyrireika seg til oljuvinnuna, hevur gjørt sítt til, at støðið í føroyskum vinnulívi er nógv hækkað bæði hvat dygd og tænastu viðvíkur, hvat heilsu, trygd og umhvørvi viðvíkur og eisini hvat altjóða samskifti viðvíkur. – Var oljuvinnan ikki komin sum ein avbjóðing, hevði føroyskt vinnulív als ikki verið á tí støði, sum tað er á í dag,. So, um ikki annað, hevur oljuvinnan verið til stórt óbeinleiðis gagn, tí er støðið í vinnulívinum hækkað, kemur tað sjálvsagt til góðar í øllum øðrum høpi eisini. Mugu ikki sleppa kravinum Men annars er Magni Arger partvís samdur við stjóran í El- Service. – Eg eri púra samdur í, at vit eiga ikki at sleppa kravinum um at vørur og tænastur til oljuvinnuna við Føroyar skulu umvegis Føroyar, sigur Magni Arge. Hann sigur, at tað er fremsta fortreyt fyri, at oljuvinnan fer at taka atlit til føroyskt vinnulív, tí annars høvdu tey neyvan gjørt tað. – Tí eiga vit at halda fast við kravið, tí var tað kravið ikki, eri eg sannførdur um, at ongin føroysk fyritøka hevði fingið nakað sum helst burturúr oljuvinnuni, men nú er hóast alt, okkurt komið burturúr, staðfestir hann. – Men vit kunnu ikki vænta, at føroyskt vinnulív skal sleppa upp í part fyri einhvønn prís. – Tær mugu eisini vera kappingarførar, leggur hann afturat. – Tala umstøðurnar fyri, ber altíð til at gera undantak. Men er kravið slept, er tað slept og so vendst ikki aftur. Formaðurin í olju- vinnuráðnum vísir eisini á, at honum vitandi eru føroysku krøvini til oljuvinnuna eru ikki petti strangari enn krøvini, sum onnur lond seta til hana og tí er talan um krøv, sum oljuvinnan væl kann sættast við. Annars vísir hann á, at tað er sera ymiskt, hvussu strangt oljufeløg taka treytirnar um at taka atlit til føroyskt vinnulív. – Summi feløg eru ógvuliga jalig, men onnur eru meiri trek. Men eg havi eisini varhugan av, at har trupulleikar hava verið í so máta, hevur oljufyristingin tikið tað upp við avvarandi oljufeløg. – Men tað kann verða ómetaliga torført hjá vinnulívi av ymsum slagi at gerast partur í einum arbeiði, sum kanska bara varar einar tveir mánaðir. – Tað kann vera ómetaliga kravmikið at gera seg út til eina verkætlan, sum kanska bara varar í einar tveir mánaðir, ella gott tað og har tað skal riggast til og riggast av við stuttum millumbilum. – Er talan um eina vinnu, sum krevur nógva fígging, kann tað eisini vera sera torført at fáa fígging til eina verkætlan, sum varar so stutt. Magni Arge, at samstundis sær út til, at føroysk byggivinna og ymisk onnur vinna hevur rættiliga nógv at gera. Mugu prógva sítt virði Hann sigur, at tí er spurningurin um føroyska luttøku í oljuvinnuni alt annað enn einfaldur. Men varð kravið um bryggjukantin ikki, hevði føroyskt vinnulív onki fingið burturúr oljuvinnuni, er hann sannførdur um, – Tað, sum er tað heilt stóra stigi hjá eini vinnufyritøku í sambandi við oljuvinnuni, er at fáa fótin inn um fyrstu ferð og prógva, at at dugur og álit er í henni og at hon er kappingarfør. – Kann ein fyritøka vísa á, at hon hevur verið tænastuveitari í oljuvinnuni, hevur hon lættari at sleppa upp í part eina aðru ferð. Magni Arge heldur, at kravið um føroyskan bryggjukant skal fyrst og fremst brúkast til at lata føroyskar fyritøkur fáa fótin inn um í oljuvinnuni, so at tær sleppa at prógva, at tær eru álítandi, at tær eru førar fyri at veita eina dygdargóða tænastu og eru kappingarførar. – Men í longdini verður tað bara kappingarførið sum verður avgerandi fyri, um tær klára tær seg í oljuvinnuni ella ikki.  Annars vísir hann á, at í altjóða høpi er føroyskt vinnulív ógvuliga lítið. – Tað einasta, føroysk virki kunnu gera, er at brynja seg so væl út sum gjørligt. Men tað kann verða sera torført hjá eini fyritøku bæði at røkja tað vanliga virksemi og samstundis at brúka nógva tíð, orku og pening at fyrireika seg til eina vinnu, sum kanska verður. Oljan ger tað lættari Kortini er Magni Arge sannførdur um, at finna vit olju undir Føroyum fáa føroyskar fyritøkur nógv størri møguleika at vera við, tí tá verður talan um eitt varandi virksemi og tá sleppa fyritøkurnar at rigga til og rigga av við stuttum millumbilum. – Tá fer kravið um føroyskan bryggjukant eisini at føra við sær, at áhugin hjá útlendskum fyritøkum at skipa seg í Føroyum fyri at sleppa upp í part, antin sjálvstøðugt ella í samvinnu við tey oljufeløg, sum arbeiða her. Heldur tú at føroysku oljufeløgini kundu gjørt meiri fyri at fingið føroyskt vinnulív upp í oljuvinnuna? – Tað hevði verið nógv at kravt av nøkrum smáum oljufeløgum úr Føroyum. Tað er helst ivingarsamt, hvussu stóra ávirkan føroysku oljufeløgini hava á fyristøðufeløgini. Tey hava helst nóg mikið at gera við at royna at fóta sær sum oljufeløg og í nógvum førum eru føroysku oljufeløgini meiri íleggjarnar, enn tey eru fyristøðufeløg í beinleiðs vinnu. – Skulu føroyskar fyritøkur sleppa upp í part í oljuvinnuni, verður tað fyrst og fremst virkishugurin í fyritøkuni sjálvari, sum skal dríva verkið. – Vit kunnu leiða kúnna til trogið, men er hann ikki svangur, kann hann ikki tvingast at eta, sigur Magni Arge. Men við teimum skipanum vit hava, vera fyritøkur í ein ávísan mun leiddar til oljuivinnuna, men tær mugu sjálvar taka avgerandi stigið fyri at sleppa upp í, sigur stjórin í oljuvinnuráðnum. – Finna vit olju, er stórur møguleiki hjá teimum føroyskum fyritøkum, sum veruliga vilja, at gera seg galdandi í oljuvinnuni við teirri lóggávu, sum er á økinum í dag. Og tann møguleika eiga vit ikki at lata gleppa okkum av hondum. Hava víst viljan í verki Annars vísir John Eli Olsen eisini á, at tað ger støðu okkara nógv verri, at vit bara hava beinleiðis flogsamband við Keypmannahavn alt árið runt, men at vit ikki hava tað við við Noreg og Skotland og kanska aðrastaðni við. – Í Atlantsflogi gera vit gera okkara ítarsta fyri at byggja upp ferðasambond til grannalondini. Men tað røkkur altso bara so langt, Oljuvinnan hevur styrkt og Mugu vera so kappingarfør sum gjørligt