Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 9 sum skilagóður rakstur fæst í hetta, sigur Magni Arge. – Tað ber ikki til at hava virksemi, sum gevur hall, tí tað fara fyritøkur á heysin av. Magni Arge nevnir í hesum sambandi, at í summar hevur Atlantsflog fimm fráferðir til Reykjavíkar um vikuna, tvær til Stavangur, tvær til Oslo, tvær til Aberdeen og tvær til Sumburgh og London, umframt níggju fráferðir til Billund og tvær til Aalborg. – Um summarið er sostatt talan um 24 fráferðir um vikuna til onnur støð enn Keypmannahavn. Minni ferðsla Men um veturin stendur ikki líka væl til og tað er tí, at ferðslan er so nógv minni um veturin. Um veturin verða kortini einar tvær fráferðir til Stavangur, tvær, tríggjar til Billund og tríggjar fráferðir til Reykjavíkar. – Skulu vit flúgva oftari, mugu vit hava eina vón um eina munandi størri ferðslu, ella skulu vit staðfesta ein vilja hjá ferðafólkunum at gjalda munandi meiri fyri ferðaseðilin. – Men sum er, hava vit ikki vónir um meiri ferðslu og vit hava heldur ikki varhugan av, at vilji er til at gjalda meiri fyri ferðaseðilin. – Men kann tað sameinast við oljuflutning, ímeðan leitað verður eftir olju, hava vit kortini eisini vónir um at menna ferðasambandið við Stavangur og vit hava somuleiðis vónir um, at menna sambandið við London umvegis Hetland, sigur Magni Arge. – Annars haldi eg, at vit hava víst í verki, at vit so sanniliga hava roynt at bygt upp nýggjar rutur og at vit eisini hava tikið ein vága á okkum við at fara undir nýggja flúgving. Men um veturin hevur tað mangan víst seg at verið ógvuliga tunt við ferðafólki, tað mugu vit bara viðurkenna, staðfestir stjórin í Atlantsflogi samstundis. – Eg haldi eisini, at tað var eitt slag av einum gjøgnumbroti, tá ið tað eydnaðist okkum at fáa ein so stóran sáttmála uttanlands. Her sipar stjórin í Atlantsflogi til sáttmálan, sum felagið fekk um flúgving í oljuvinnuni í Noregi – Tað hevur verið til at skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum, samstundis sum tað eisini hevur eggjað øðrum til at royna seg í Noregi. – Men eg haldi ikki, at vit høvdu fingið tann sáttmálan, høvdu vit ikki havt royndir úr oljuvinnuni frammanundan og at vit sostatt høvdu nakað at vísa á. – Annars skal John Eli Olsen vera hjartaliga vælkomin at gera sína ávirkan galdandi og at føra síni sjónarmið fram ígjøgnum Oljuvinnuráðið, sigur Magni Arge at enda. ment føroyskt vinnulív – Tú kanst leiða kúnna til trogið, men er hon ikki svong, kann hon ikki tvingast at eta, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnuráðnum. Hann sigur, at tað má fyrst og fremst verða virkishugurin hjá teirri einstøku fyritøkuni, sum drívur verkið. Men at sleppa upp í part í oljuvinnuni, er alt annað enn lætt og einfalt, staðfestir hann. Enn hevur nevndin í Oljuvinnuráðnum ikki skipað seg eftir aðalfundin, men Magni Arge vil helst sleppa frá sum formaður Formansskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú vildi eg helst, at onkur annar formaður varð funnin. Magni Arge hevur onki ímóti, at onkur annar verður valdur til formann í Oljuvinnuráðnum. Hann hevur tó onki ímóti at halda fram í nevndini. Oljuvinnuráðið hevur havt aðalfund, men enn hevur nevndin ikki skipað seg og enn er ógreitt, nær tað verður. Tað, sum nú er Oljuvinnuráðið, hevur havt ymisk nøvn ígjøgnum árini og Magni Arge hevur verið formaður í felagnum í eini 10-12 ár, men nú vildi hann helst, at ein annar formaður varð funnin. Fyrr var felagið fyri einstaklingar og fyritøkur, men nú er tað ein vinnuligur felagsskapur burturav. Hinir nevndarlimirnir í Oljuvinnu- ráðnum eru Gunnbjørn Joensen úr Hósvík, Líggjas Joensen úr Havn, er næstformaður Jákup Mikkelsen úr Klaksvík og Àrni Joensen á Velbastað. Magni Arge onki ímóti at leggja frá sær skulu føroysk virki gera seg galdandi í oljuvinnuni, mugu tey stremba eftir at sleppa upp í atljóða oljuvinnuna. – Hevur nakar ætlanir um at fáast við oljuvinnu alt árið, er neyðugt at leita út um landoddarnar. Annars heldur hann, at tað er ymiskt, hvussu føroyskt vinnulív er fyri at vera við í oljuvinnuni og summar fyritøkur hava megnað tað. Men tað er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags. – Tað, vit hava sæð úr Noregi, Skotlandi og aðrastaðni, er, at fyritøkur so líðandi flyta seg frá sínum virksemi, yvir í oljuvinnuna og summar eru við tíðini vorðnar rættiliga stórar í oljuvinnuni. Ben Arabo metir kortini, at verður olja funnin, er støðan ein heilt onnur og tað kann broyta fortreytirnar hjá oljuvinnuni. – Verður oljan funnin, ganga í hvussu so er nøkur ár, áðrenn nøkur vinna spyrst burturúr. Samstundis er óvissan stór og tað ger tað ikki lættari hjá veitarum. Men Oljuvinnan er ikki øðrvísi enn aðrar vinnur. Tað er ein spurningur um útboð og eftirspurning. Og tað eru mong, sum bjóða seg fram, so kappingin um at sleppa framat, er rættiliga hørð. Tað er prískappingin eisini. – Tað er eisini ein vinna, har tað gongur upp og niður. Hann ásannar tí, at tað er ikki lætt at fáa fótin fastan í oljuvinnuna, men hann dugir ikki at síggja, hví føroyskar fyritøkur, sum hava ætlanir tann vegin, ikki eisini kunnu sleppa upp í part. Annars heldur hann, at tað hevur nokk so stóran týdning, at eitt virki hevur royndir í oljuvinnuni. Og tað verður tað tyngsta takið, men teirri støðuni hava allar fyritøkur verið í einaferð, so tað er onki óvanligt. Ben Arabo vil kortini ikki siga so nógv um, antin føroyskir myndugleikar eiga at verja føroyskt vinnulív meiri enn gjørt verður nú. Men hann vísir á, at í ES verður farið meiri og meiri burturfrá slíkari vinnulívs verju. Hann veit heldur ikki um tey bæði føroysku oljufeløgini kundu gjørt meiri fyri at ført føroyskur vinnulív fram. – Mær vitandi eru tey føroysku oljufeløgini íløgufeløg. Tey eru ikki framleiðslufeløg, í hvussu so er ikki av nøkrum týdningi – enn, leggur hann afturat. - Okkara útgangsstøðið er, at allur landgrunnurin skal vera so kappingarførur sum gjørligt í øllum liðum í vinnuni. Annars kann Ben Arabo taka undir við John Eli Olsen, tá ið hann tosar um, at flogsambandið til onnur lond enn Danmark, er ov vánaligt. Oljuvinnan er ikki øðrvísi enn aðrar vinnur. Tað er ein spurningur um útboð og eftirspurning og kappingin um at sleppa framat, er rættiliga hørð, sigur Ben Arabo, formaður í FOIB