Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2006  tíðindi Nakað av fólki var samankomið á bryggj­­uni í Fuglafirði seinasta fríggjakvøld, tá ið skipað var fyri móttøku fyri Fagra­ bergi, fyrr­verandi Krúnborg, sum nú hevur heim­stað í Fuglafirði Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í góðveðrinum fríggja­kvøld­ ið kom nóta- og trolskipið, Krúnborg, sum hevur fingið nýggjar eigarar, á Fugla­ fjørð. Skipið hevur heimstað í Fuglafirði og hevur fingið navnið, Fagraberg. Tað var Fuglafjarðar komm­una, sum skipaði fyri móttøkuni, har Fuglafjarðar Hornorkur spældi og borgarstjórin, Sigurd Simonsen, helt røðu. Góðgæti og leskandi Nakað av fólki var á bryggj­ uni, og tá ið borgar­ stjórin hevði hildið sína røðu, bjóð­ aði Anfinn Olsen, reiðari, øllum umborð at síggja skipið. Umborð fingu ung sum tilkomin góðgæti og okkurt at leska sær við. Út á náttina loysti Fagra­ berg og fór nýggjan túr – við nýggjum eigarum. – Tað fall mær fyri bróstið, nú eg las í bløðunum, at ein stovnsleiðari í Havn og honum á baki fleiri politikarar taka sær tykni av, at sjógarpar og fiskiklógvir fingu nakað av pen­ingi til avlops, nú teir riggaðu av, segði borgarstjórin í Fuglafjarðar komm­unu, Sigurd Simonsen, tá ið Fagra­ berg kom á Fuglafjørð Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sigurd Simonsen, borgar­ stjóri, segði við móttøkuna, tá ið Fagraberg í góðveðrinum fríggjakvøldið legði til bryggju, at tað er ein stór frøi at taka ímóti einum so framkomnum og prýðiligum fiskifari, sum kemur til sína heimahavn. – Vegna Fuglafjarða býráð og býin allan, sum hann tók til, ynski eg reiðaríi, skipara og manning vælkomnum til Fuglafjarðar við hesum stásiliga fari. Hann segði, at hjúnini, Elisabeth og Anfinn, hava enn einaferð víst dirvi og áræði til at taka stór tøk. – Og stórt er átakið, kanska tað størsta í føroyskari fiskiskipasøgu, legði hann aftrat. Sigurd Simonsen vísti á, at tá ið hitt nóta- og trolskipi hjá sama reiðaríi, Høgaberg, kom til Fuglafjarðar tíðliga í 2003, segði hann, at tað var ikki hvønn dags hending, at skip leggjast aftrat og koma til býin. – Vit eru fegin um, at tað ikki var so langt ímillum hesaferð. Borgarstjórin vísti á, at Anfinn og Elisabeth ikki eru heilt einsamøll um felagið, Framherja. – Íslendingar, sum eru um­boðaðir av Samherja á Akureyri, eiga 1/3 av Framherja í Fuglafirði. Tí vil eg eisini nýta høvi at takka teimum so hjartaliga fyri, at teir vilja brúka vágafúsan pening til at styrkja um før­ oyskt vinnulív. Sigurd Simonsen nýtti eis­ini høvi at takka Eileri Jacobsen, fyrrverandi reið­ ara og skipara og øll­um skiparunum og mann­ing­ unum hjá Eileri og Sámali Jacobsen fyri alla ta veiði, teir hava lagt upp á Havsbrún í Fuglafirði. – Tað eru nú 40 ár í hesum mánaðinum, síðan Havsbrún byrjaði at taka ímóti fiski, og Ísborg hjá Eileri var eitt tað fyrsta skipið, sum í sínari tíð landaði til virkið. Og Sigurd helt fram: – Eg veit ikki, hvussu nógv øll hesi skip hjá Eileri hava landað í Fuglafirði hesi 40 árini, men fiskarúgvan er stór, kanska fleiri 100.000 tons til eitt virði upp á milj­- ardir krónur. Hann segði, at hesar nøgd­ir hava havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið - og fyri tað fólk, sum búleikast í Fuglafirði. – Tí fall mær fyri bróstið, nú eg las í bløðunum, at ein stovnsleiðari í Havn og við honum á baki fleiri politikarar taka sær tykni av, at hesir sjó­garpar og fiskiklógvir fáa nakað av peningi til av­ lops, nú teir rigga av, segði borgarstjórin. Sigurd Simonsen helt, at vit heldur skulu fegnast um og vera takksom fyri, at tað hava verið og eru nøkur okkara millum, sum tora at váða og fáa í lag at gera íløgur í eina ótrygga vinnu, sum fiskivinnan altíð hevur verið - og framvegis er. Sigurd Simonsen, borgarstjóri: Skipini hjá Eileri hava havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið – Tað fellir mær fyri bróstið, at fólk taka sær tykni av, at sjógarpar og fiskiklógvir fáa nakað av peningi til avlops, nú teir rigga av, segði borgarstjórin, Sigurd Simonsen í røðu síni Mynd: Eyðun á Lakjuni Móttøka fyri Fagrabergi í Fuglafirði Trol-og nótaskipið, Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, hevur nú heimstað í Fuglafiðri Mynd: Eyðun á Lakjuni Nakað av fólki var á bryggj­uni, tá ið Fuglafjarðar býráð skipaði fyri móttøku fyri Fagra­bergi. Hornorkestrið spældi, og borgarstjórin helt røðu Mynd: Eyðun á Lakjuni