mánadagur 19. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 112 - 14. juni 2006
Nú skulu hesi árini
við oljuvinnu í
Føroyum, takast upp
til grundleggjandi
eftirmeting fyri
at vita, hvat kann
broytast til tað betra
Oljuvinna og
føroyskt vinnulív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú oljuvinnan hevur verið
inni á føroyskum øki í
nøkur ár, er ætlanin at fara
undir eina umfatandi og
nágreiniligu eftirmeting av
støðuni.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Hann sigur, at ætlanini
við hesi eftirmetingini er at
vita, hvar vit kunnu fremja
ábøtur fyri at gagna føroyska
samfelagnum og føroyskum
vinnulívi.
– Vit ætla at taka samanum
og at fáa greiða á, hvat er
hent hesi árini og, hvussu
støðan er nú.
– Vit ætla at kanna eftir,
hvat vit kundu havt gjørt
øðervísi og hvat kundi
verið betri og um vit kunnu
gagna føroyskum vinnulívi
enn meiri.
– Og ikki minst ætla vit at
kanna eftir, um nakað kann
gerast fyri at økja áhugan hjá
útlendingum fyri Føroyum.
Bjarni Djurholm sigur,
at oljuvinnan er nýggj hjá
okkum og at vit læra alla
tíðina.
– Sjálvandi kann alt
gerast betri og tí er ætlanin
at fara undir eina umfatandi
eftirmeting í heyst.
Hann væntar, at tað verður
Jarðfeingið, sum kemur at
samskipa tað arbeiðið og
at gera niðurstøðuna, men
vit fara sjálvandi at spyrja
føroyska vinnulívið um teirra
meting, um, hvat kundi verið
øðrvísi, um, hvat er gott, um
broytingar krevjast í lógum
og kunngerðum, hvar vit eiga
at styrkja okkum og hvørjar
skipanir kunnu broytast og
styrkjast o.s.fr.
Bjarni Djurholm sigur,
at tað er sjálvsagt, at tær
metingar, sum John Eli Olsen
førir fram, verður tikið við í
eini slíkari eftrmeting.
Ymiskt, hvussu
tað hilnaðist
Annars heldur Bjarni Djur-
holm ikki, at føroyingar hava
fingið so heilt lítið burturúr
oljuvinnuni, soleiðis sum
John Eli Olsen metir
aðrastaðni í blaðnum.
– Summar føroyskar
fyritøkur hava fingið heilt
fitt burturúr oljuvinnuni.
Men sjálvandi er tað ymiskt,
hvussu tað hevur hilnast.
– Tað hevur ikki verið so
galið, men í hesum føri er tað
sum í øllum øðrum førum,
at tað eru summar fyritøkur,
sum tað ikki hepnaðir so væl
hjá, leggur hann afturat.
Bjarni Djurholm sigur,
at tá ið oljuvinnan varð
fyrireikað, løgdu løgtingið
og landsstýrið stóran dent á,
at føroyskt vinnulív skuldi
fáa møguleikan at sleppa
upp í oljuvinnuna.
– Men fortreytin var alla
tíðina, at kravið til føroyskt
vinnulív var, at tað skuldi
vera kappingarført, tí vit
mettu, at ananrs hevði tað
ikki styrkt og ment føroyskt
vinnulív.
– Skuldu vit kravt av
oljufeløgunum, at føroyskar
fyritøkur skuldu havt ein
fyrimun, bara tí at tær
vóru føroyskar, hevði tað
ikki verið at ment føroyskt
vinnulív. Tí kunnu vit ikki
krevja, at oljufeløg skulu
brúka føroyskar veitarar.
Men eru føroyskir veitarar
kappingarførir, skulu teir
hava rætt at bjóða seg fram
á jøvnum føti við onnur.
Tí varð er kravið til
oljufeløgini, at vørur og
tænastur skulu um føroyskan
bryggjukant og tað er ein
fyrimunur hjá føroyskum
vinnulívi.
– Tað er eisini ein óbein-
leiðis stuðul til føroyskt
vinnulív og longri kunnu
vit ikki fara.
– Var tað kravið ikki,
kundi oljufeløg freistast
bara at brúkt hentleikarnar,
tey longu hava niðri í
Evropa til støð fyri føroysku
oljuvinnuni.
– Men eru føroyskar fyri-
tøkur kappingarførar, skuldi
kravið um bryggjukantin
givið teimum ein møguleika
at fingið fótin fastan í
oljuvinnuni.
Og landsstýrismaðurin
heldur,
at
tað
hevur
hepnast væl hjá summum
fyritøkum.
Annars ásannar lands-
stýrismaðurin, at oljuvinnan
er veldug og føroysk virki
eru smá og fíggjarliga veik
afturímóti, so tað kann verða
torført at fóta sær, men hjá
nøkrum hevur tað eydnast
at finna sær eitt kjølfesti í
oljuvinnuni.
Kasta av sær á
ymsum økjum
– Sæð í ljósinum á tí
avmarkaða virksemi, sum
hevur verið, haldi eg, at
vit hava fingið nokk so fitt
burturúr.
Atlantskolvetni
og
Føroya Kolvetni eru tvey
dømi. Hann nevnir eisini
Atlantsflog, sum hevur
fingið oljusáttmála um
flúgving í Noregi.
Hann nevnir eisini Sim-
prentis, Pam Offshore, sum
tvey dømi afturat.
– Men størsta sólskins-
søgan av øllum er Thor í
Hósvík, sum hevur nógv
skip í oljuvinnuni kring allan
heimin. Tað er besta dømi
um, hvat úrslit kann spyrjast
burturúr, tá ið dugnasemi og
vágafýsni er til staðar.
– Vit kunnu eisini
fegnast um, at vit hava
fingið fyrimunir innan
útbúgving og menning, tí
vit hava fingið møguleika at
útbúgva fólk og møguleika
at útvega útgerð og amboð
til undirvísingarstovnar.
Landsstýrismaðurin
heldur, at hesi dømini
burturúr rúgvuni vísa, at
tað eru fleiri glottar at hóma,
hóast tað kansa er hepnast
minni væl hjá onkrum
øðrum.
Annars staðfestir hann, at
ætlanin er at varðveita kravið
um føroyskan bryggjukant.
Kortini ásannar hann,
at so hvørt sum føroyskir
myndugleikar royna at útvega
okkum betri handilsavtalur
við altjóða felagsskapir,
kann tað verða ein treyt,
at kravið um føroyskan
bryggjukant verður slept, tí
at sleppa eini slíkari forðing,
kann verða prísurin fyri eina
handilsavtalu onkustaðni.
– Hvat liggur fyri einaferð
úti í framtíðini, er ikki nakað,
vit vita nakað um enn og vit
kunnu koma í ta støðu, at
heilt aðrar umstøður gera,
at vit noyðast at sleppa
kravinum. Men sjálvbodnir
fara føroyskir myndugleikar
ikki at sleppa kravinum,
leggur hann afturat.
Oljuvinnan í Føroyum endavendast
– Tað er avgjørt ætlanin at varðveita kravið
um at vørur og tænastur til oljuvinnjuna
skulu um føroyskan bryggjukant. Men
í sambandi við at vit royna at útvega
okkum betri handilsavtalur við altjóða
felagsskapir, kunnu vit verða noydd til at
sleppa kravinum, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnumálum