Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 113 - 15. juni 2006 Leygardagin varð nýggja listasavnið á Sandi tikið í brúk við eini samkomu fyri inn­bodn­ um og dagin eftir vóru dyrnar latnar upp fyri almenninginum. Eitt prýðiligt hús og eitt byggilistarligt avrik. Dagurin var ein merk­is­ dagur fyri Sandsbygd og fyri alla Sandoynna. Sandur fekk eitt listasavn við nøkrum av mæst­ astu føroysku lisaverkunum til gávus. Hetta var dagur, sum seint verður gloymdur á Sandi, í Sandoynni og í øllum Føroyum. Tað er jú ikki á hvørjum degi, at slík stórfingin gáva verður latin. Sum leygardagurin var merkisdagur, so er gev­ ar­in, Sofus Olsen, sannur merkismaður. Væl lærdur, dugnaligur vinnulívsmaður, politiskt virkin frá ungum árum í Tjóðveldisflokkinum, listkønur sum fáur og listasavnari um ein háls. Hann kundi havt valt aðrar loysnir – hann valdi ta stórfingnu og ósjálvsøknu loysnina. Við at geva myndir sínar til eitt listasavn í heim­ bygd­ini hevur Sofus Olsen tryggjað sær, at myndirnar verða savnaðar á einum stað fyri alla tíð. Hetta er stórt hugsað og stórt avrikað. Sofus hevur sum kunnugt ikki bara latið mynd­ir­nar, men hann hevur eisini latið sjálvi savnshúsini smíðja av góðum handverkarum, so her er rívan tikið til. Fyri hetta eigur Sofus ongantíð at verða gloymdur, men mintur sum tann sanni hugsjónarmaður, ið hann er. Sum kunnugt var Sofus Olsen tilnevndur ársins mað­ ur av Miðlahúsinum – vit kundu valla havt valt betri. Sandingar kunnu fegnast og vera erpnir av bygdamanni sínum. Listasavnið fer at hava ómetaliga stóran mentanarligan og vinnuligan týdning fyri bygdina. Listaverkini verða varð­ veitt undir tryggum umstøðum og kunnu so hanga har til mikla gleði og mikið gagn fyri núlivandi og fyri komandi ættarlið. Á savninum hava vinir Sofusar sett bringumynd av Sofusi, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Hetta er gott tiltak og skal henda mynd minna núlivandi og komandi ættarlið á henda sjáldsama mann, sum gav síni heimbygd stórfingna og almentgagnliga gávu. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nevndin fyri Norðoya Ellis- & Vistarheim hev­ur nú sent Hans Paula Strøm eina áheitan um at taka málið uppaftur, tí kravið frá teimum, um at kommunurnar skulu vera við í fígg­ ing­ini, er nú uppfylt og er viðlagt á­heit­an­ ini Fyrst vil vistarheims­nevnd­ in takka meirilutan­um í Klaksvíkar Býráð, sum at­kvøddi fyri umsóknini frá N. Ellis- & Vistarheimi, har vit søktu um stuðul til út­bygging og umbygging av heiminum. N. Ellis- & Vistarheim er ein sjálvsognarstovnur, sum er fíggjaður av landinum, og tað hevur verið soleiðis, at vit hava kunnað tikið lán til umbyggingar, men nú er tað ikki loyvt meira (eftir at heimið er lagt undir Ser­ stovna­økið hjá Al­manna- og Heilsumálaráðnum). Tí sendi vist­ar­­heims­­nevnd­ in eina umsókn til Hans Paula Strøm, sum varðar av økinum, har vit søktu um fígging til útbygging og umbygging av verandi húsi. Viðlagt var ein strikumynd, sum vísti, at ætlanin var at byggja ein bygning norð­ an fyri verandi heim, har kjall­arin skuldi brúkast til goymsl­urúm, køk, fýr- og vaskirúm, soleiðis at meira fekst burtur úr niðastu hædd í verandi bygningi til gagns fyri búfólk og starvsfólk. Á fyrstu hædd vóru tekn­að seks búrúm, sum hava ta kravdu støddina: umleið 26 fermetrar hvørt. Okkara tanki var at brúka 4 búrúm til føst pláss og 2 til umlætting, hetta hevði lætt nakað um akutta tørvin á røktarplássum. Men vit fingu noktandi svar. Grundgevingin var tann, at tá ið kommunurnar ikki vóru við í fíggingini, so var onki grundarlag fyri at byggja, tí vit sluppu ikki at taka lán. Síðani hevur Kl. komm­ una játtað ein stuðul uppá 2,5 mill, og nakrar av hin­ um kommununum hava eis­ ini verið positivar. Tí var tað eitt vónbrot at lesa tað, sum Eyðgunn Samuelsen, sum sjálv er í einum stuðulsbólki fyri eldri í Klaksvík, skrivar. Hon sigur, at Kl. Kommuna onga ábyrgd hevur av Vist­ ar­heiminum, tí tað er ein sjálvsognarstovnur. Eg veit ikki, hvat Eyðgunn hugsar fyri sær, vit søktu um stuð­ul, og so vítt eg veit, so hev­ur Kl. Kommuna á­byrgd av øllum borg­ar­u­ num í kommununi, EISINI TEIM­UM ELDRI OG Ó­HJÁLPNU, sum ikki eru á einum almennum stovni. Eisini Gunnvá við Keldu førir fram, at tað skal gerast ein heildarloysn fyri alt eldr­ a­­økið, nær í framtíðini verð­ ur hettar veruleiki? Tað, sum vit hava brúk fyri, er ein loysn fyri verandi heim, so tað kann gerast meira liviligt fyri bæði búfólk og røktarfólk. Tað er átrokandi, og má gerast nú. Hava áðurnevndu ver­ið inni á N. Ellis & Vistarheimi og hugt? Har eru 11 búfólk, og fleiri brúka koyristól. Tað er onki uppihalds­rúm, men ein lítil matarstova sum eis­ini er uppihaldsstova, so tørvurin á plássi er stórur. Gunnvá sigur, at Vist­ar­ heimið er ein perla, tað kann gott vera, men tað er eisini tørvur at halda eina perlu viðlíka, og at økið er ein fragd fyri eygað, sum onnur hava sagt, passar eis­ ini, men tað hjálpir ikki upp á støðuna hjá teimum, sum búgva har, tey hava meira tørv á plássi inni í húsinum enn uttanfyri. Vistarheims­nevnd­in hev­ur nú sent Hans Paula Strøm eina áheitan um at taka hetta mál uppaftur, tí kravið frá teimum, um at kommunurnar skulu vera við í fíggingini, er nú uppfylt og er viðlagt á­heit­ an­ini. Vónandi verður hendan um­sókn gingin okkum á møti, so vit kunnu fara und­ir at prosjektera út- og umbyggingina beinan­veg­ in. Eru dagstovnar til fyri børnini ella eru børnini til fyri dagstovnarnar? Margreta Dam, Argir SAMBAND Eirikur Lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Merkisdagur – merkismaður Eru dagstovnarnir/røktarnir til fyri børnini ella eru børn­ ini til fyri dagstovnarnar/ røkt­ar­arnar? Eg var eitt ørindi á einari skrivstovu fríggjadagin. Eitt 5-6 ára gamalt barn sat og spældi game-boy. »Ráðleggingardagur« segði skrivstovudaman um­berandi. Eg eri so fegin um, at syn­ ir­nir ganga á einum stovni, ið hevur skilt tað rætt. Hann er til fyri børnini. - Starvsfólkið leggur ráð uttan fyri mína arbeiðstíð! Hvør er til fyri hvønn? Argir Margreta Dam Vóna at umsóknin verður gingin á møti form. Vegna Vistar­ heims­nevndina Hergerð Joensen