mánadagur 19. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
11
– Eg ivist ikki í, at
verður olja funnin,
verða møguleikarnir
hjá føroyskum
virkjum nógv
betri, heldur Jan
Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum
Oljuvinna og
føroyskt vinnulív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Enn eru tað fáar føroyskar
fyritøkur, sum hava fingið
nakað serligt burturúr
oljuvinnuni.
Tað ásannar Jan Mortensen,
stjóri í Vinnuhúsinum.
So langt er hann samdur
við John Eli Olsen í aðrari
grein í blaðnum í dag.
Samstundis
ásannar
stjórin í Vinnuhúsinum, at
vit høvdu væntað okkum,
at oljuvinnan fór at dryppa
meiri á føroyskar fyritøkur.
Men hann ásannar eisini,
at kanska hava føroyingar
vænta ov nógv.
– Djúp kreppa var í
Føroyum í nítiárunum og
oljuvinnan var líkasum eitt
bjargingarbelti, sum vit øll
royndu at krøkja okkum í.
– Tað var tó beinanvegin,
at oljufeløgini bóðu okkum
ikki missa veruleikan úr
eygsjón og ávaraðu okkum
ímóti at seta ov stórar vónir
til oljuvinnuna tey fyrstu
árini.
– Tey gjørdu okkum púra
greitt, at tað er ikki, fyrrenn
at olja verður funnin, at tað
veruliga fer at kasta nakað
av sær til føroyskt vinnulív.
Torført og dýrt
Hann sigur, at so leingi vit
eru á hesum støðinum, at
vit enn leita eftir olju, er
virksemið so avmarkað.
– Virksemið, sum nú er
talan um, er, at oljufeløg
koma til Føroyar í einar
tveir mánaðir og finna tey
onki, fara tey avstað aftur og
síggjast ikki aftur í fleiri ár.
– Hetta er rættiliga
kostnaðarmikið og tí royna
oljufeløgini at spara so nógv,
sum yvirhøvur gjørligt.
Samstundis ásannar Jan
Mortensen, at tað er torført
og dýrt hjá føroyskum
fyritøkum at brynja seg út
til virksemi, sum bara barar
í einar tveir mánaðir.
– Og skulu vit hugsa
um tey, sum lata proviant,
er tað, at lata proviant til
oljuvinnuna, ikki øðrvísi
enn at lata proviant til eitt
stórt skip.
Sostatt er týdningurin
av oljuvinnuni í Føroyum
rættiliga avmarkaður enn.
Hóast Jan Mortensen
ásannar, at tað enn eru
fáar fyritøkur, sum hava
megnað at komið sær upp
í oljuvinnuna, eru kortini
undantøk.
Atlantsflog er eitt dømi.
Men tað besta dømi er
Thor í Hósvík, sum er
ein sólskinssøga í hesum
sambandi við tað, at teir
hava fleiri skip í oljuvinnuni
um allan knøttin.
– Og Thor sleppur ikki
upp í part í oljuvinnuni
hinumegin knøttin, tí teir
eru føroyingar. Teir sleppa
upp í, tí teir eru dugnaligir
og kappingarførir.
Annars undrar tað ikki
Jan Mortensen, at tað var
á hesum øki, at føroyingar
fingu sítt gjøgnumbrot á
hesum øki.
– At reiða skip út og at
føra og manna skip og sigla
á øllum heimsins høvum, er
eitt yrki, sum føroyingar hava
langar og drúgvar royndir í.
Tað er eitt øki, har vit av
røttum kunnu kalla okkum
serfrøðingar. Men í øðrum
vinnum eru vit í mógvum
førum bara ein ímillum allar
aðrar heimsins fyritøkur av
sama slagi og har verður tað
nógv torførari.
Men hann leggur afturat,
at ein trupulleiki hjá
føroyskum virkjum, er, at
tey eru rættiliga smá.
– Tí kundi eg ímynda mær,
at hjá teimum virkjum, sum
høvdu hug at bjóða seg fram,
eisini uttanlands, hevði tað
verið ein fyrimunur, at fleiri
virki slógu seg saman.
Annars
ivast
Jan
Mortensen í um tey føroysku
oljufeløgini kunnu gera so
nógv fyri at fáa føroyskar
fyritøkur upp í oljuvinnuni.
– Fyri at taka boringina
í ár, sum dømi, eru nógv
oljufeløg við. Men tað er
Statoil, sum stendur fyri
boringunum og tað Statoil,
sum ger av, hvør sleppur upp
í part ella ikki.
– Hóast tey føroysku
oljufeløgini
eru
við
ymsastaðni, mugu vit ásanna,
at tey eru ógvuliga lítil. Tey
eru við sum eitt fíggjarligur
samstarvsfelagi og tað
merkir bara, at tey betala sín
part av útreiðslunum, men
verður olja funnin, fáa tey
sín part av vinninginum.
Men Jan Mortensen
staðfestir eisini, at skal
eitt virki í Føroyum veita
tænastur til oljuvinnu
uttanlands, førir staðsetingin
nakrar trupulleikar við sær,
tað er eyðsæð.
Verður lættari
Stjórin í Vinnuhúsinum ivast
ikki í, at verður olja funnin,
fáa føroyskar fyritøkur nógv
betri møguleikar at koma
upp í vinnuna.
– Verður olja funnin,
verður talan er um eina
varandi vinnu, sum kemur
at strekkja seg yvir eitt langt
áramál og tá er lættari at
bjóða seg fram.
Men samstundis fer tað
at taka nøkur ár frá tí at
oljan verður funnin, til farið
verður at taka olju upp. Og
hesi árini fáa føroysk virki
so til at fyrireika seg til
oljuvinnuna.
Jan Mortensen sigur, at
av tí, at nógvar fyritøkur
í Føroyum, eru so smáar,
hugsa tær ikki nógv ár fram
í tíðina.
– Tey, sum hava brúkt
pening upp á hetta, føla
kanska í ein ávísan mun,
at tær hava fingið ov lítið
burturúr.
Tí er tað eisini fáar
fyritøkur, sum arbeiða
við langtíðarætlanum har
úrtøkan er óviss. Tey satsa
ikki so nógv upp í fuglin á
takinum, men heldur á tann,
tey hava í hondini og tí hugsa
tey mest um veruleikan, sum
hann sær út beint nú.
Tí verður tað ikki fyrrenn
olja verður funnin, at vit fáa
eina mynd av, hvussu nógv
føroyskt vinnulív fer at
leggja seg eftir at koma upp
í part í oljuvinnuni, leggur
hann afturat.
– Men tær, sum bjóða
seg fram, hava avgjørt ein
møguleika, eru tey nóg
dugnalig og kappingarfør.
Tað er Thor í Hósvík besta
dømi um og Atlantsflog
við.
– Tey bæði eru dømi um,
at tað ber til, leggur stjórin í
Vinnuhúsinum afturat.
Og hann er samdur í,
at kravið um at vørur og
tænastur skulu umvegis
Føroyar, hevur stóran
týdning.
– Eg ivist í um Atlantsflog
hevði fingið sáttmálan um
flúgving í Noregi, høvdu teir
ikki havt royndir úr Føroyum
á hesum øki.
– Men eg vænti eisini, at
var kravið um føroyskan
bryggjukant ikki, hevði
flúgvingin í sambandi við
oljuvinnuna undir Føroyum,
verið við støð í Hetlandi.
Hann leggur afturat, at
kravið er ikki sett fram,
bara fyri at tæna føroyskum
vinnulívi.
– Í sambandi við oljuvinnu,
ferðast nógv fólk aftur og
fram og eitt endamál við
kravinum er eisini fyri at hava
greiði á, hvørjir útlendingar
eru á føroyskum øki og
ikki. So eisini í samband
við tilflytarapolitkk, er
kravið ikki ónatúrligt, tí allir
útlendingar, sum koma til
Føroyar, skulu vísa pass.
Føroyingar fingið
lítið gagn av oljuvinnuni
– Enn hava vit ikki fingið so nógv burturúr oljuvinnuni, men tað verður ikki fyrrenn olja verður funnin, at vit veruliga kunnu gera
okkum vónir um at koma upp í part av álvara og vit sleppa at vísa, hvør áhugin veruliga er og, hvør dugur er í okkum, sigur Jan
Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum