Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2006 11 tíðindi P/F Tórshavnar Skip­ a­smiðja og P/F Mal­ ins­fjall við Bjarna Kass í Tórshavn, hava í dag skrivað undir sátt­mála um at smíða ein nýggjan trolara til land­leiðina NÝBYGNINGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Trolarin er 21,3 metrar lang­­ur og 5,75 metrar breið­ur. Hann fær ein 499 HK motor og lastar 610 kass­ar. Trolarin er av sama slag sum Hansa Maria og Skálafossur, sum Skip­ asmiðjan smíð­aði til Toftir og Vestmanna í 2005. - Fyri at verða kapp­ing­ar­ før í prísi verður skrokkurin smíð­aður í Pólandi, meðan restin av arbeiðinum verður gjørt í Havn. Trolarin skal eftir ætlan latast reiðarínum flagg dagin 2007, sigur Gunn­ar Mohr, stjóri á Tórs­ havn­ar Skipasmiðju. Skipasmiðjan fegnast um, aft­ur at fáa ein nýbygning at gera, soleiðis at førleikin hjá monnunum at smíða og útgera skip verður varð­veitt­ ur her á landi. Tekning av trolaranum er at sígg ja á heimasíðuni hjá Skipasmiðjuni: www. faroeyard.fo Sáttmáli um nýbygning skrivaður konsert Vágbingurin Jóann­es Nols­øe heldur 4 urg­u­ kon­sertir í Føroyum í summ­ar. Síðani í september í 1997 hevur Jóannes starv­ast sum urguleikari í Hulsig og í Skagen í Norðurjútlandi. ­­ Urg­u­ leik­ar­a­út­búgvingina tók hann í Keypmannahavn og í Tróndheimi í Noregi. Hann hevur eisini tikið lut á urguskeiðum í tíð­ ini, hann hevur bú­leik­ ast í Danmark. Konsertskráin á Før­ oy­av­itjanini fevnir um barokktónleik, wien­ar­ klass­isk­an tónleik og tónleik úr okkara tíð. – Nú Mozartárið er hálvrunnið kann nevn­ ast, at hansara tónleikur eisini er umboðaður á skránni. Jóannes Nols­ øe legg ur fyri við urg­u­ konsert í F-dur (Op. 4) hjá G. F. Händel, skipað fyri urgusolo. Úr skránni kann eisini nevnast verk­ ið variasjónir yvir norska fólk­a­lag­ið »Å, hvor salig det skal blive«. Konsertirnar verða hildn­ar á hesum støð­ um: 20. juni kl. 20.00 í Sand­a­vágs kirkju. 22. juni kl. 20.00 í Vágs kirkju. 29. juni kl. 20.00 í Vesturkirkjuni. 2. juli kl. 16.00 í Fuglafjarðar kirkju. Urgukonsertir við Jóannes Nolsøe Í vikuni skipar Føroya Shell fyri einum trygdarátaki fyri starvsfólki og fólki uttani frá. Tiltakið Føroya Shell skipar fyri, er partur av einum heimsumfatandi átaki, har Shell setur heilsu, trygd og umhvørvi á hásæti HEILSUÁTAK Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Shell ynskir fólk verða meira tilvitaðið um heilsu, trygd og umhvørvi, og tí hevur ­felagið sett hesi evni ov­­ast á breddan hesa vikuna. Byrj­ að ­ var í morgun klokkan átta, har barnagarðsbørn í Føroyum fingu eitt pappír við, har tey kunnu tekna og litað og verða partur av heislutrygdarvikuni hjá Shell. Klokkan nígg ju vóru starvs­fólkini hjá Føroya Shell kring landið kunnaði um vikuna, og har fingu tey mill­um annað fetmátarar út­flýggj­ aðar. Tey skulu ætl­ andi kappast sínamillum um, hvør teirra hevur gingið flest fet, tá vikan er liðug. Ein annar partur av á­tak­ i­num er, at Hjartafelagið heilsukannar starvsfólkini hjá Føroya Shell, og verða kann­ingarnar gjørdar gjøgn­ um vikuna. Men hvat fær Shell so burtur úr hesum? Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell sigur, at tað er kravt av Shell-feløgunum kring knøttin at vísa stórt fyrilit fyri heilsu, trygt og umhvørvi. Tað er eitt gott tekin at senda brúkaranum, at vit hava sunn og frísk starvsfólk, og tað gevur av­kast á so nógvum økj­ um. Millum annað eis­ini á sjúkradøgunum, segð i Hákun Djurhuus á tíð­ind­a­ fund­inum uppi á Hotel Før­ oyum í morgun. Øll sleppa við Men heilsuátakið er ikki fyri starvs­fólk hjá Føroya Shell burturav. Týsdagin verð­ur skipað fyri heilsurenn­ing í Gøtudali klokkan sjey. Hetta er eitt alment til­tak, og tað sama er gongutúrurin í Eysturoynni, sum verður hós­dagin. - Við at gera tiltøk­ini al­menn so fáa vit eisini vanliga føroyingin uppí. Og tað er ongin loyna, at eitt av málunum við átakinum, er, at fáa føroyingar sum heild at verða meiri tilvitaðar um heilsu, trygd og umhvørvi. Og við at fáa onnur enn bert starvsfólk á Shell upp í tiltakið, so legg ja vit eisini eitt størri trýst á okkum sjálvi, har vit vísa, at vit veruliga meina tað, sigur Hákun Djurhuus. Hann vísir eisini á, at átakið stuðl­ ar undir heilsuskránna hjá landsstýrismanninum al­mann­a- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, og 0-hug­ sjón­ina hjá Ferðslutrygd, og sipar hann millum ann­að til, at tað er bannað starvs­ fólkum hjá Shell at tosa í fartelefon meðan tey koyra í arbeiðsørindum. Átakið endar frígg jadag­ in, har øll starvsfólk hjá Føroya Shell hittast á Hotel Føroyum til fyrilestrar og framløgur av úrslitum frá vikuni, umframt at vinn­ ing­ar og virðislønir verða býttar út til tey, sum hava gingið flest fet og onnur. Heilsa, trygd og umhvørvi á dagsskránna