Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 112 - 14. juni 2006 – Vónin til at her finst eitt oljuríkidømi hevur givið eitt nú ungum føroyingum íblástur til at útbúgva seg innan oljuvinnuna. Tey fáa eina góða útbúgving, sum tey kunnu brúka alla staðni. Hetta er ein sera skilagóður útviklingur heldur Menningarstjórin Oljuframtíð Jan Müller jan@sosialurin.fo – Tað, sum hevur okkara áhuga, er ikki at selja Føroyar sum oljuland. Okkara áhugi og mál er at selja føroyskar fyritøkur, sum kunnu klára seg á altjóða marknaðinum við sínum tænastum, vælvitandi, at tann dagin olja verður funnin við Føroyar, tá standa hesar fyritøkurnar sterkari at vera við í kappingini og at skapa arbeiðspláss í Føroyum eisini. Hetta sigur stjórin á Menningarstovuni, Kjartan Kristiansen, sum nú í fleiri ár hevur skipað fyri føroysku luttøkuni á mongum oljumessum í útlandinum. Aftur í ár verður farið á oljumessu, hesaferð í Stavanger. – Vit skulu byggja upp ein førleika og eina kompetansu, sum er av stórum týdningi fyri okkara fyritøkur, so tær kunnu bjóða seg fram í útlandinum eisini. Luttøkan á ONS er so ein partur av hesi altjóða marknaðarføringini sigur menningarstjórin, sum heldur ikki leggur fingrarnar ímillum, tá hann umrøður oljuna: – Okkara sjónarmið er, at oljan er ”a stickie, dirty liquid”, hon er oyðileggjandi fyri náttúru og umhvørvi verður hon ikki handfarin væl. Duga vit ikki tað kann hon oyðileggja ein búskap og hon kann vera vandamikil fyri menniskjalív. Hann vísir á, at tað, sum hevur týdning, er, at tú dugur at handfara oljuna rætt og skilagott, tá hevur fingið eitt heilt annað gull uppi í høvdinum við førleikanum, og tað er tað, sum hevur langtíðarvirði. – Vit mugu halda vónini uppi, at oljan finst í undirgrundini, men tað er vitanin og førleikin, sum hevur týdning fyri okkum, sum arbeiða á Menningarstovuni. Vónin gevur íblástur Stjórin á Menningarstovuni hevur onga meining um, hvat úrslitið verður av boringini í summar, men hann heldur ikki, at pengarnir sita so leyst, at oljufeløg fara at bora nakað, sum ikki gevur meining. Tað kann vera, at feløgini halda seg taka størri tjansir her. –Men uttan iva finst olja í føroysku undirgrundini. Og vónin til at her finst eitt oljuríkidømi hevur so givið eitt nú ungum føroyingum íblástur til at útbúgva seg innan oljuvinnuna. Tey fáa eina góða útbúgving, sum tey kunnu brúka alla staðni. Hetta er ein sera skilagóður útviklingur. – Tá oljuprátið tók seg upp av álvara fyrst og miðskeiðis í 90-unum, fóru nógvir av føroyingum til Ongland og aðrastaðni at útbúgva seg innan oljuøkið, í tí vón at kunna koma aftur til Føroya. Í dag hava vit tí fólk, sum hava vitan og førleikar á hesum øki, men vit hava enn ikki fyritøkur, sum eru nóg sterkar í dag at satsa so nógv uppá hetta økið, tí tær vita ikki, um olja finst ella ikki. Men so leingi sum vónin um oljuna er til steðar fáa vit útbúgvið nøkur fólk, ið eru serkøn og sum arbeiða um alla verðina, og vit fáa so við og við fyritøkur, sum eru meira og meira kappingarførar at veita tænastur til eina sera krevjandi oljuvinnu. Tað er gull vert. Menningarstjórinnevnir sum dømi um eina slíka fyritøku Thor í Hósvík, sum í dag arbeiðir úti í stóru verð. Føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni, fær hesar næstu dagarnar eina peningaliga innspræning upp á upp í mesta lagi 200 milliónir Oljuvinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey næstu árini verða nokk so spennandi hjá føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni. Wilhelm Petersen, stjóri, sigur, at hesi komandi árini fer felagið undir virksemi á ymsum økjum, sum tey eru sera spent upp á. Tað stóra takið hjá felagnum í løtuni er at hækka kapitalgrundarlagið. Tað arbeiðið er nú liðugt at fyrireika og farið verður nú at tekna. Hesar næstu 15 dagarnar verður sostatt høvi hjá áhugaðum at seta meiri partapening í føroyska oljufelagið. Tekningin endar síðst í mánaðinum. – Ætlanin er at hækka fáa eina peningaliga innspræning, sum skal vera upp til 200 milliónir krónur og tað má sigast at vera ein rættiliga stór hækking eftir føroyskum viðurskiftum. Hetta verður gjørt við at selja partabrøv fyri kurs 550. Í løtuni hevur felagið heintað kapital fyri 120 milliónir. Men Wilhelm Petersen heldur avgjørt, at tað fer at veksa um um áhugan at seta pening í felagið, at tað hevur ítøkiligar ætlanin og at kapitalhækkingin sostatt er markað til ávís endamál. – Men endamálið við hækkingini er eisini at breiðka eigaraskaran, leggur hann afturat. Tað eru Atlants Kovetni og Føroya Sparikassi, sum hava arbeitt við hækkingini. Og hetta er fyri so vítt ein søgulig hending, tí hetta er fyrstu ferð at eitt føroyskt felag, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, ger eina kapitalhækking. Somuleiðis er tað eisini fyrstu ferð, at ein føroyskur fíggjarstovnur skal gera eitt prospekt fyri eitt felag, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Verður eisini framleiðslufelag Og ikki skerst burtur, at Atlants Kolvetni hevur nógv jørn í eldinum tey næstu árini – Ì summar eru vit eitt av feløgunum, sum eru við í oljuleitingini, sum verður á føroyska landgrunninum í samstarvi við. Samstundis skulu vit eisini skjóta seismikk í summar í loyvunum 13 og 14 á føroyska landgrunninum. Annars verður Atlants Kolvetni nú eisini eitt framleiðslufelag, sum fer at fáa inntøku frá oljuboring og sostatt verður støðan hjá felangum broytt. – Tað er eitt munandi stig á vegnum og tað fer at broyta okkara gerandisdag nógv, staðfestir stjórin. Hann sigur, at tað er í enska partinum í Norðsjónum, at Atlants Kolvetni hevur keypt seg upp í part. Í enskum sjógvi fer tað fyrra feltið, sum Atlants Kolvetni er uppi í, longu undir framleiðslu næsta ár og hitt annað feltið fer undir framleiðslu fyrst í 1008. Í øðrum feltinum, Chestnut feltinum, eigur Atlants Kolvetni 15% og í hinum, Ettrick-feltinum, eigur felagið 8,27% og væntandi fer framleiðslan hjá felagnum at verða 4000 tunnur um dagin. Annars hevði Atlants Kolvetni eitt hall upp á 9, 8 milliónir í fjør, men hetta kemur ikki óvart á tey. Men leiðslan heldur, at úrslitið var nøktandi, tá ið hugsað verður um, at felagið er undir menning. Ettrick-verkætlanin, sum Atlantic Petroleum er við í, og sum nú fer í gongd av álvara, er upp á hálvatriðju milliard og parturin hjá Atlantsflogi, sum altso er 8,27 %, svarar sostatt til eina upphædd upp á einar 200 milliónir krónur. Fremsta óhefta oljufelag í Føroyum Í ársfrágreiðingini hjá felagnum verður sagt, at Atlants Kolvetni hevur miðvísar ætlanir um at gerast fremsta óhefta oljufelagið í Føroyum. Hetta skal røkkast við at vera fíggjarliga sterkt og væl rikið, við at hava góðum umdømi uttanlands og við førleika at geva partaeigarum eitt gott avkast, sigur felagið. Wilhelm Petersen sigur í hesum sambandi, at undir Føroyum hevur felagið verið við í teimum loyvum, sum hava verið og ætlanin er at vera við í teimum loyvum, sum verða. Annars eru eisini aðrir møguleikar bæði í enskum og norskum sjógvi, sigur stjórin. – Men vit hava lagt eina varisliga vakstrarætlan og higartil hava vit keypt partar í loyvum og feltum, men vit meta, at í framtíðini fara vit at síggja, at Atlants Kolvetni fer at keypa smærri feløg, sum hava loyvi fyri at økja ferðina eitt sindur. Men fer leitingin í summar at føra til eitt úrslit, kann tað eisini skunda undir kanningarnar av báðum loyvunum hjá felagnum í føroyskum øki. Annars heldur Wilhelm Petersen, at tað er stak áhugavert hjá føroyingum at vera við í oljuvinnuni so beinleiðis, sum tað er at hava oljufeløg. Hann hevur eisini góðar vónir fyri útlitini fyri eini oljuvinnu í Føroyum, tí leitingin hevur víst, at olja er til staðar. Nú er so eftir at finna hana í rakstrarverdum nøgdum, sigur Wilhelm Petersen.   Atlants Kolvetni fær nú eina stóra peningaliga innspræning, har ætlanin er at heinta upp ímóti 200 milliónir krónur afturat til felagið, men felagið hevur eisini nógvar ætlanir á skránni, sigur stjórin, Wilhelm Petersen –Vit skulu byggja upp ein førleika og eina kompetansu, sum er av stórum týdningi fyri okkara fyritøkur, so tær kunnu bjóða seg fram í útlandinum eisini. Fáa innspræning upp á í mesta lagi 200 milliónir Vónin til olju skapar gróður