Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 113 - 15. juni 2006 Komandi leygarkvøld og sunnukvøld (24. og 25. juni) skal fagottleikarin og prædikumaðurin Jógvan Zach­ariassen í Hoyvík fram­ føra á stórari konsert í Glas­ gow í Skotlandi. “Praise Gathering” er tað størsta gospeltónleiktiltakið í Skotlandi, har uml. 330 sang­ arar og tónleikarar luttaka. Vænt­andi vera uml. 4000 fólk til konsertirnar. Jógvan er boðin við sum solistur og fer at framføra norðurlenskar sálmar og fólka­løg á fagottini. Jógvan er kendur sum fagottleikari í Aldubáruni og við solo­fløg­ um sínum “Making Melody” og “Faith.” Jógvan er eisini prædiku­ maður og leiðari í samkomuni Lívdini í Hoyvík. Í hesum sambandi er hann boðin at vera høvuðstalari á kon­ sertini. Soleiðis fær Jógvan møguleikan at samantvinna tað, sum hann elskar mest – tónleik og Orð Guds. Fríggjadagin 16. juni fingu tríggir elektrikarar og átta mask­insmiðir prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. Elektrikarar, f.v.: Sverri Jacobsen, Syðrugøtu (El- Talvu­­virkið) Frank Joen­ sen, Klaksvík, (Einar Mort­ ensen), Sigmundur Joensen, Kambsdalur, (JT-Elektric) Maskinsmiðir, f.v.: Johan Joensen, Klaksvík, (Pomek), Jákup Johannes Dalsá, Fugla­fjørður, (KJ- Hydr­au­­lik), Antines Poulsen, Klaksvík, (KJ-Hydraulik, Pet­ur Súni Jacobsen, Leir­ vík, (Skipasmiðjan á Skála), Allan Váðklett, Klaks­­vík, (Klaksvíkar Sleipi­­støð), Sandy í Lamb­an­um, Fuglafjørður, (KJ-Hydraulik), Johann­es As­bjørn Weihe, Søldar­fjørð­ ur, (Skipa­smiðjan á Skála), og Ragnar Høgnesen, Leir­vík, (Skipasmiðjan á Skála). Tekniski Skúlin, Klaksvík: Prógv sum elektrikarar og maskinsmiðir NØVN Jógvan Zachariassen: Luttekur á størsta gospel­tónleikatiltaki í Skotlandi Seinnapartin í gjár fekk Rói Sigvardsen eina virðisløn á 30.000. krónur handaða frá danska tryggingarfelagnum Danica. Rói fekk virðislønina fyri høvuðsuppgávuna hjá sær, sum hann gjørdi, tá hann varð liðugur sum cand.merc. aud. Uppgávan hjá Róa var um ”XBRL og Revisjón”. Virðislønin frá Danica varð handað fyri fyrstu ferð í 1992. Rói er fyrsti føroyingur, sum hevur fingið virðislønina. 28 ára gamli Rói býr í Danmark saman við familjuni sær. Hann er giftur við Honnu Sigvardsen. Og saman eiga tey tvey børn – Jóhannus og Rakul. - horsdal Talan var sum eina søguliga stund á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin, tá Rúni Rasmussen, sum tann fyrsti á setrinum, kundi prýða seg við titlinum M. S. Sc. í stjórnmálafrøði. Skúli Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Frammanundan er Rúni ikki bert B.S.Sc í stjórnmálafrøði, men hevur eisini B.A. í søgu, so hann hevur eina holla og breiða útbúgving. Rúni fekk 11 í meistara­ ritgerðini, sum bar heit­ið »Politisk ástøði og valds­ býtið – ein komparativ grein­ ing«. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, fegn­ að­ist sjálvsagt um fyrsta stjórn­málafrøðingin og segði millum annað í røðu síni, at hvøkkurin, vit øll fingu av Pisa, var góður: – Tað er gott við einum hvøkki av og á, tí tað fær okkum at hugsa, at broyta vanar og at skifta kós. Lands­ stýrismaðurin hevur sett eina nevnd at gera eitt uppskot til lóg um samansjóðaðar lærustovnar í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at ætlanin um at skipa fyri hægri út­búgving í Føroyum í eina hægri eind er eitt risastig rætta vegin og fer at skapa fleiri góðar møguleikar, tá talan er um útbúgving og gransking. Men vit eiga ikki at bíða ov leingi, segði Jóan Pauli Joensen. – Tað er sjálvandi gott at koyra gjøgnum tunlar um alt landið. Men tunlar eru ikki bert framtíðin. Eisini eiga vit at seta íløgur í vitan og kunnleika til okkara ung­ dóm. Tað er okkara størsta tilfeingi. – Tað er ein global kapping í øllum heiminum um at fáa teir bestu studentarnar, lærararnar og granskararnar. Vit eru nú við í kappingini, men fáa vit ikki skjótt eitt betri umhvørvi til stud­ent­ arnar at liva og virka í, vikna vit í kappingini, segði Jóan Pauli Joensen eitt nú í røðu síni. Rói Sigvardsen fingið virðismikla heiðursløn Rúni fyrsti stjórnmálafrøðingur á setrinum Rúni Rasmussen er fyrsti stjórnmálafrøðingur á Fróðskaparsetrinum SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Persónliga hevði eg viljað fingið eitt arbeiði vegna førleika mín. Krúnprinsessa Victoria um kynskvotubýti