Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 21 Kjell Ursin, ONS stjóri: Føroyingar vælkomnir á ONS Annaðhvørt ár skiftast teir báðir europeisku olju­ høvuðsstaðirnir Stavanger og Aberdeen at skipa fyri framsðning og ráðstevnu fyri altjóða oljuvinnuni. Og eins og mongu seinastu árini verða Føroyar eisini um­­boðaðar í ár. Og hesa­ ferð er tað Stavanger, sum bjóðar vælkomið á oljumessu, eisini kend undir heitinum ONS, Offshore Northern Seas. Stjórin í ONS er Kjell Ursin-Smith. Sosialurin hitti hann á máli í Stavanger herfyri, tá hann var við at leggja seinastu hond á hetta risastóra tiltakið, ið dregur mong túsundtals fólk til sín. Eisini føroy­ingar. – Tað hevur verið sera hugaligt at síggja før­ oyingar á ONS, bæði sum luttakarar og vitjandi. Vónandi er hetta við til at leggja lunnar undir eina komandi føroyska oljuvinnu, og mítt ynski er, at tit fáa nógvar góðar kontaktir og sáttmálar, tá tit eru við á oljumessuni sigur Kjell Ursin, sum vísir á, at nógv skilagóð sambond knðtast á oljumessunum. Og nettupp nú tá føroyingar helst eru við at gerast oljutjóð er tað umráðandi at troyta vitan og royndir, sum aðrir hava gjørt - og harvið sleppa undan at uppfinna djúpa borðiskin umaftur. Olja og feria Sjálvur hevur hann drúgvar royndir frá oljuvinnuni og hevur eisini vitjað í Før­oy­ um. – Tit eiga eitt frálíkt land men eru kanska í so nógv bundnir at einari vinnu, fiskivinnuni. Gævið tit finna olju og kunnu fáa eina meira fjøl­táttaða økonomi. Hetta er ein av góðu avleiðingunum í Oljunorra, eftir at oljan varð funnin her fyri meira enn 30 árum síðani sigur ONS-stjórin, sum seinastu mongu árini hevur havt ta gleði at hitta nógv umboð fyri føroyskt vinnulív og politiska stðrið. Hann sær fram til aftur hesaferð at vitja føroyska básin á ONS og vónar, at nógvir føroy­ ingar nðta høvi eisini at vitja Stavanger sum feriu­ pláss. Hann heldur at vitjan á ONS og at brúka nakrar feriudagar í Stavanger og nærhendis átti at verið ein sera góð kombinatión fyri føroyingar, ikki minst nú tað er so skjótt og lætt at ferðast millum londini. Nakrar túsund fyritøkur úr øllum heiminum eru við á ONS, sum verður í døgunum frá 22. Til 25. August. Festivalur Umframt oljumessu og -ráð­ stevnu verður eisini hildin ein festivalur á Bryggjuni í Stavanger, har eisini før­ oyingar eru við í ár. Hini árini hevur verið eitt felags føroyskt tjald á Bryggjuni og sluppir hava ligið við kei. Á festivalinum luttaka føroyskir tónleikarar og fyritøkur, sum framleiða serstakar føroyskar vør­­ur. Tað hava verið kommunur­ nar í Havn og Runavík, sum hava staðið á odda fyri føroysku luttøkuni á ONS-Festivalinum. Í ár er er Runavíkar kommuna ikki við. Jens Marius Poulsen, bðráðsskrivari í Havn sigur, at tey royna at fáa góða føroyska luttøku á festi­vali­ num í ár eisini. Westward Ho fer at liggja við bryggju og ætlar Vinnu­ húsið m.a. at brúka sluppina til at taka ímóti gestum. Í tjaldinum verður so tón­ leikur og søla av føroyskum vørum, eitt nú ullarvørum men eisini føroyskt øl og føroyskur matur verður at fáa. Føroyingar hava luttikið á oljumessum í Stavanger og Aberdeen øll tey seinastu árini. Mynd Jan Müller Kjell Ursin-Smith, stjóri fyri ONS: -Síggi fram til at síggja føroyingar luttaka og vitja á ONS og Stavangerfestivali umframt at vitja eitt nú okkara oljumuseeum. Mynd Jan Müller