mánadagur 19. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
útland
Stutt sagt
Ein fiskimaður í Finnmørk
ini í Norðurnoregi gjørd
ist ikki sørt skakkur, tá
hann um vikuskiftið fór at
hyggja at einum laksagarni,
sum hann hevði standandi.
Tað vísti seg, at hann hevði
fingið fong og ivaleyst tann
størsta fongin nakrantíð,
men tá hann fór at kanna
garnið, sá hann, at ein deyð
ur hvalur hekk í tí.
Løgreglan í Finnmørkini
sigur við Aftenposten, at
hvalurin var ímillum sjey
og níggju metrar langur,
men einki verður sagt um,
hvat fyri hvalur hetta var.
Løgreglan sigur, at hvalur
in var ikki deyður av at vera
komin í garnið, men at hann
var komin rekandi í tað.
Sjóverjan hevur nú togað
tann deyða hvalin burtur.
Fekk deyðan hval í garnið
Fleiri hundrað fólk tóku
í gjár til rýmingar burtur
frá gosfjallinum Bulusan
í Filipsoyggjunum, eftir at
fjallið hevði sent stór øsku
skýggj langt upp í luftina.
Jarðfrøðingarnir siga,
at fleiri sterkar spreinging
ar hava verið inni í gos
fjallinum, sum er har suðuri
á oynni Luzon. Í gjár slongdi
fjallið tjúkk øskuskýggj
einar tveir kilometrar upp
í luftina, og alt lendið
rundan um fjallið er hvítt
av øsku. Jarðfrøðingarnir
siga, at enn er ikki talan
um eitt veruligt gos. Teir
vænta kortini, at fjallið fer
at sleingja meiri øsku upp
úr sær, men teir duga ikki at
siga, um tað fer at enda við
einum veruligum gosi.
Myndugleikarnir í Man
ila hava givið teimum lok
alu myndugleikunum boð
um at flyta fólkið burtur frá
Bulusan. Í gjár vórðu 42
húski flutt haðani, skrivar
NTB.
Flýggja frá gosfjalli
Tamilsk bygdafólk har
norðuri í Sri Lanka eru
skelkað, eftir at vápnaðir
hermenn lupu á eina
kirkju leygardagin. Álopið
kostaði fimm mannalív, og
tamilarnir siga, at tað vóru
stjórnarhermenn, sum søktu
at kirkjuni.
Í Sri Lanka er vanligt,
at fólk leita sær skjól í
kirkjunum fyri at bjarga
sær undan samanstoytum
ímillum tamilsku tikararnar
og stjórnarherin. Men leyg
ardagin var tað ikki nóg
mikið. Stjórnin avsannar, at
tað vóru hennara hermenn,
sum lupu á kirkjuna, men
fleiri eygnavitni hava greitt
AP-tíðindastovuni frá, at
menninir vóru úr stjórnar
herinum. Fólk, sum sluppu
livandi frá álopinum siga,
at fleiri hundrað fólk vóru
í kirkjuni, tá hermenninir
herjaðu inn í kirkjuna og
fóru at skjóta.
Seinastu tíðina hava fleiri
samanbrestir verið ímillum
stjórnarherin og tann tam
ilska uppreistrarherin, sum
stríðist fyri at loysa tann
tamilska partin frá hinum
partinum av landinum.
Norðmenn hava roynt semju
ímillum partarnar í fleiri ár,
men í seinastuni hava fleiri
stúrt fyri einum veruligum
borgarakríggi í Sri Lanka
Skotin inni í kirkjuni
Nývaldi forsetin í Bolivia,
Evo Morales, kunngjørdi
um vikuskiftið eina stór
sligna ætlan, sum skal
bøta um fátækradømið í
landinum og útvega nógv
nýggj arbeiðspláss.
Ætlanin hjá Moreno er
at útvega 90.000 nýggj ar
beiðspláss um árið tey næstu
fimm árini. Í hesum sama
tíðarskeiði skulu 100.000
hús og íbúðir byggjast,
øll børn skulu læra at lesa
og skriva, og tann fátæki
parturin av fólkinum skal
skerjast úr 35 prosentum í 27
prosent. Ætlanin fer at krevja
almennar og privatar íløgur
fyri meiri enn 12 milliardir
dollarar hetta til 2011.
Carlos Villegas, menn
ingarmálaráðharri, sigur, at
tað privata skal gera íløgur
í orku- og námsvinnuna,
meðan tað almenna skal
gera íløgur í heilsuverkið
og samferðslukervið. Sam
stundis skuku smábøndur,
handverkarar og smá vinnu
virkir fáa møguleikar at læna
pengar fyri lága rentu.
Evo Morales varð valdur
til forseta í Bolivia fyri
einum hálvum ári síðani,
eftir at hann hevði lovað at
verja rættindini hjá teimum
fátæku
og
indianska
minnilutanum.
Átøk ímóti fátækradømi
Omar el-Heib fekk
15 ára fongsul fyri
njósning
Njósning
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelska ákæruvaldið hevði
ákært oberstin Omar el-Heib
fyri at hava njósnast fyri
tann víðgongda, libanska
felagsskapin Hizbollah,
og hesum gav rætturin
ákæruvaldinum viðhald í.
Í rættarhølinum í Tel Aviv
varð Omar el-Heib dømdur
15 ára fongsul. Hann var
eisini ákærdur fyri landasvik,
men hesum fekk ákæruvaldið
ikki viðhald í. Hevði Omar
el-Haib eisini verið funnin
sekur í landasviki, hevði
hann helst fingið lívlanga
fongsulsrevsing.
Sambært dóminum gav
obersturin Hizbollah upp
lýsingar um, hvar ísraelskir
hermenn vóru, og sum sam
sýning fekk hann fleiri tús
und dollarar umframt rús
evni. Sjálvur heldur el-Heib
uppá, at hann er ósekur, og
hann leggur herin undir
rasismu.
– Eg havi ikki játtað meg
sekan, og tað fari eg heldur
ongantíð at gera. Eg havi
ikki gjørt nakað skeivt. Eg
eri ákærdur, tí eg eri arabi,
sigur Omar el-Heib sambært
BBC.
Ísrael hersetti tíðliga í
áttatiárunum ein part av
Suðurlibanon, og tey næstu 18
árini vóru javnan samanbrestir
millum ísraelskar hermenn
og Hizbollah. Fyri seks
árum síðani tók Ísrael sínar
hermenn úr Libanon.
Ísraelskur heryvirmaður
njósnaðist ímóti Ísrael
USA, Japan og
Suðurkorea ávara
Norðurkorea ímóti
at royna eina rakett,
sum eftir øllum at
døma kann raka mál í
Alaska
Rakettroynd
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært amerikonskum
keldum eru norðurkoreanar
lidnir við at lata brennievni á
eina langtberandi rakett, men
vánaligt veður hevur forðað
teimum at royna hana. Men
sambært veðurmonnunum
fara líkindini at batna mitt í
vikuni.
USA, Japan og Suðurkorea
hava boðað norðurkoreansku
stjórnini frá, at tey eru harð
liga ímóti teirri ætlaðu rakett
royndini.
– Verður royndin kortini
framd, fara vit at tosa við
amerikanararnar, og síðani
fara vit at taka hóskandi stig,
segði japanski forsætisráð
harrin, Junichiro Koizumi,
í gjár. Hann sýtti tó fyri at
siga, hvørji stig kunnu koma
upp á tal, men japanskir
embætismenn hava sagt, at
tað kann koma upp á tal at
kalla trygdarráðið hjá ST
saman at umrøða málið.
Norðurkorea
skelkaði
umheimin í 1998, tá landið
royndi eina langtberandi rak
ett, sum fór ígjøgnum japanskt
loftrúm, áðrenn hon datt niður
í Kyrrahavið. Hildið verður, at
rakettin, sum norðurkoreanar
ætla at royna hesaferð, ber so
mikið langt, at hon kann raka
mál í Alaska.
Amerikanskir fylgisveinar
hava tikið myndir av einari
rakettstøð í Hamgyong-
landspartinum har norðuri
í Norðurkorea, og sambært
Reuter vísa myndirnar, at
støðin er til reiðar at royna
eina rakett.
Summir
eygleiðarar
halda, at Norðurnorea fer
at nýta høvi til at royna ta
nýggju rakettina, nú altjóða
samfelagið hevur vent
eygunum ímóti Iran og tess
kjarnorkuætlanum.
Ávara Norðurkorea ímóti
raket troynd
Hesa myndina hevur ein fylgisveinur tikið av einari rakettstøð í Norðurkorea
20 tíðindi
TÍÐINDI
árni joensen
árni@mail.dk
tlf 341800 fax 341801