Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 112 - 14. juni 2006 – Vit eiga Síðan seinnapartin av apríl hevur eitt ávíst virksemi verið við oljuútgerðarhavnina á havnalagnum hjá Runa­ víkar havn, har Atlantic Supply Base nú verður rigg­ aður til tað tænastuvirksemi, sum verður har í sambandi við boringina í summar. – Eg havi arbeitt her síðan 25. apríl, men eri ikki formelt settur í starv hjá Atlantic Supply Base enn. Ti dámar mær heldur ikki at siga so nógv um virksemi, sigur lítillátni vágbingurin, Eli Lassen, sum er maðurin, ið riggar støðina til í Saltang­ ará. Nevndarformaður í At­ lantic Supply Base er Niels Sørensen, og stjóri er John Eli Olsen. Niels er eisini stjóri í Før­ oya Kolvetni, sum fer at bora á føroyska land­grunn­ inum komandi summar. John Eli Olsen sigur, at Eli Lassen verður maðurin, sum fer at leiða virksemið hjá Atlantic Supply Base. Avmarkað virksemi Eli Lassen væntar ikki, at virksemið hetta leititíðar­ skeiðið verður so stórt, at brúk verður fyri fleiri fólkum á støðini í Saltangará. – Nei, eg haldi ikki, at grundarlag verður fyri at seta fleiri fólk burtur av, tí tíðarskeiðið er lutfalsliga stutt, og virksemið uppi á landi verður helst avmarkað. Hugsandi er tó, at neyðugt verður at læna fólk av og á, tá ið mest verður at gera. Eli sigur, at hann hesar seinastu vikurnar hevur verið inni í tangunum, sum nú eru vaskaðir og testaðir, so greitt er, at teir ikki leka. Síðan eru tangarnir for­ seglaðir og gjørdir klárir at taka í brúk aftur, sum hann tekur til. Enn er tó ymiskt eftir at gera á basanum, áðrenn klárt verður at byrja virksemið við tænastuveiting, sum er uppgávan hjá Atlantic Supply Base. – Einki virksemi hevur verið á Atlantic Supply Base í eini trý ár. Jarn rustar, og ein partur av tí, sum brúkt verður í tang­unum, er saltlaki. Tí krevur basin nú ymiskt viðlíkahald, sum skal gerast, áðrenn farið verður í gongd aftur. Hann sigur, at eitt norskt felag kemur higar at gera eina kemiska blanding eftir uppskrift. – Hetta er ein blanding, sum vit ikki hava so nógv skil fyri, sum hann tekur til. Talan er um tað, sum rópt verður borimóru, ið verður brúkt til smyrjing og frost­ vætu. Borimóran verður koyrd niður í rørið, sum borurin gongur í niður ímóti havbotninum, har sjógvurin er kaldur. Eli Lassen sigur, at talan er um vatnbaseraða móru, tí loyvt er ikki at nýta olju­ baseraða móru til boringar. Flótandi boripallur Enn er ikki heilt greitt, nær fyristøðufelagið Statoil og hini feløgini, sum verða við í boringini í summar, fara at bora, men Eli væntar, at nakað av virksemi verður í oljuútgerðarhavnini einar 14 dagar, áðrenn borurin verður settur í havbotnin. – Hvussu leingi, virksemið verður á føroyskum øki í ár, er ilt at siga, men væntandi er, at talan helst verður um einar tríggjar mánaðir ella so. Í summar verður borað við einum flótandi boripalli, sum kallast Stenadon, og vanliga verður sagt, at ein flótandi boripallur gevur meira virksemi á landi enn eitt boriskip, sum hevur tað mesta av útgerðini umborð. Ein boripallur fær ein størri part av forsýningunum úr landi. Eli sigur, at hann var ikki við til at seta sjálvan út­ búnaðin upp á havnalagnum hjá Runavíkar havn á sinni, men annars hevur hann frá fyrsta degi starvast hjá Atlantic Supply Base, tá ið nakað hevur verið at gjørt. – Eg byrjaði soleiðis her longu í 2001, leggur hann aftrat. - Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á boringina í summar, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at olja er í undirgrundini hjá okkum. Tað er bara ein spurningur um at gera ein innsats fyri at finna hana, og teir møguleikarnir gerast alt betri sum frá líður – við nýggjum kunnleika og størri tekniskum førleika, sigur Eli Lassen, sum starvast hjá Atlantic Supply Base í Saltangará Oljuvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyskir elektrikarar hava gott orð á sær í oljuvinnuni Føroysku elektrikararnir, sum Aker Kværner Elektro í Noreg leigar frá føroyska felagnum, Pam Offshore Service, eru væl nøgdir við umstøðurnar, teir hava í Noregi. Menninir arbeiða 12 tímar um døgnið í 14 dagar, og síðan hava teir frí í tríggjar vikur. Pam rindar ferð og ferðaútreiðslur, men sjálv ferðatíðin fer burtur av teimum trimum vikunum, menninir hava frí. Tá ið teir 14 arbeiðs­dag­ arnir eru av, fara menninir av arbeiðsplássinum um morgunin og eru heima í Før­oyum um kvøldið. Á veg yvir aftur til Noregs, er neyðugt hjá teimum at sova eina nátt á hotelli í Stavanger, haðani teir fara víðari til arbeiðsplássið. Flestu á Melkøya Magnus Magnussen, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sum eigur dóttirfelagið, Pam Offshore Service, sig­ ur, at flestu elektrikar­arnir, sum felagið leigar út, arbeiða við Snøvit-pro­jektinum á oynni, Melkøya, sum liggur uttanfyri Hammer­­­fest. – Men vit hava eisini nakrar elektrikarar, sum arbeiða við projektinum, Orminum Langa, sum liggur nær Molde. Magnus sigur, at aftrat elektrikarunum, hevur fel­ agið leigað út onkran verk­ frøðing, sveisara og onkran arbeiðsmann. Virksemið hjá Pam Off­ shore Service byrjaði í 1997, men tað er serliga seinastu tíðina, at virksemið í Noregi er nógv vaksið, og í løtuni hevur felagið fleiri elek­ trikarar útleigaðar enn nak­ ran­tíð áður. Góðar afturmeldingar – Vit hava fingið nógvar góðar og positivar aftur­ meldingar frá norðmonnum um føroysku arbeiðsmegina í Noregi. Magnus sigur, at før­oy­ ingarnir eru góðir og fleksi­ blir arbeiðsmenn, sum hava gott orð á sær sum raskir og dugnaligir. – Eg trúgvi, at fleksi­bi­li­ teturin partvís stavar frá, at føroyingar eru siglandi tjóð - og at familjan er von við, at menn eru burtur og vinna sær livibreyð. Hann vísir á, at tað hevur gingið rímiliga væl hjá Pam Offshore Service at fáa fólk til tað nógva arbeiði í Nor­ egi. Stórur áhugi – Vit hava bara einaferð lýst eftir fólki, men nú er tað næstan ikki dagur, at fólk ikki ringja og spyrja seg fyri, sigur Magnus Magnus­ sen, stjóri, at enda. Føroyingarnir, sum Pam Offshore Service leigar norðmonnum, eru væl nøgdir við inntøkuna og umstøðurnar í Noregi. Umsitingarleiðari á skriv­ stovuni hjá Magnusi Mag­ nussen er Anja Jacobsen. Pam Offshore Service hevur í løtuni 49 elektrikarar í Noregi, og stjórin í dóttirfelagnum hjá Tórshavnar Skipasmiðju, Magnus Magnussen, sigur, at felagið hevur fingið ógvuliga góðar og positivar afturmeldingar úr Noregi Oljuvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er her á Melkøya, uttanfyri Hammerfest, at flestu føroysku elektrikararnir í Noregi arbeiða við Snøvit-projektinum – Vit hava bara einaferð lýst eftir fólki, men nú er tað næstan ikki dagur, at fólk ikki ringja og spyrja seg fyri, sigur Magnus Magnussen, stjóri á Pam Offshore Service