Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 115 - 19. juni 2006 Hjúnini Jens Jón og Rannvá Matras-Olsen úr Vestmanna eru bæði við Atlantic Navigator sum dekkarar. Tey hava fingið undantaksloyvi at búgva á sama kamari SJÓMANSSKAPUR Orð og mynd: Torleif Johannesen Umborð á Atlantic Navigator,17.06.2006. Tíverri er eingin dupult- koyggja umborð á Atlantic Navigator. Hendan túrin hevði tað annars verið brúk fyri henni. Grundin er tann, at fyri fyrstu ferð eru eini hjún við. Umborð á Nærabergi vóru nakrar ferðir útlensak hjún við. Hendan túrin hjá Navigator eru hjúnini Rannvá og Jens Jón Matras-Olsen í Vestmanna við. Rannvá er 23 ár og Jens Jón er 28. Tey blivu gift 12 juli í 2003. Áðrenn tey fóru avstað, arbeiddi Rannvá sum hjálparfólk í barnagarðinum í Kaldbak og Jens Jón arbeiddi hjá bakaranum í Vestmanna. –Hví søktu tit um hýru við Atlantic navigator? – Vit ynsktu at royna okkurt nýtt og øðrvísi samstundis sum vit vóna at fáa nakrar krónur til góðar, siga tey bæði. Hvørki teirra hevur nakrantíð droymt um at fara til skips. Men tá ein avvarðandi og kenningar, sum sigla við Navigator, søgdu frá hvussu tað var, fingu tey hug at royna tað eisini. – Hvussu hevur upplivingin verið? – Vit vistu ikki rættiliga, hvat vit kundu vænta. Nú hava við bara verið umborð í fáar dagar, men upplivingin hevur verið misjøvn, alt eftir veðrinum og sjóverkinum, siga tey flennandi og hyggja vinarliga hvørt upp á annað. Bæði hava spýð, men bara eina ferð. Sum hjún hava tey jú lovað at elskað hvørt annað og at stuðla hvørjum øðrum, óansæð hvar tey eru, og hvussu tey hava tað. Ella sum danskarin lovaði konuni, tá hann segði, at hann skuldi standa trúgvur við lið hennara »både i medgang, modgang og i søgang!« Tey arbeiða í 6 tímar og hava so frí í 6 tímar og eru á somu vakt. Bæði siga, at arbeiðið er strævið. Rannvá pakkar surimi, og Jens Jón arbeiðir við frystararnar. Tey siga eisini, at maturin er bæði góður, fjølbroyttur og nógvur. Tað er heitur matur fleiri ferðir um samdøgnið, og so kann ein fáa sær rugbreyð, fransbreyð, keks og ymiskt pálegg, ella okkurt súpandi allar tímarnar á døgninum. Upp á fyrispurning um, hvussu tey føla seg sum einsamøll hjún millum 108 onnur »einlig« fólk svara tey: – Vit føla okkum væl. Nú nakrir dagar eru farnir vita øll, at vit eru hjún. Samstundis fáa vit líkasum ikki víst ella givið rúm fyri teimum kenslum, sum vit vanliga geva hvørjum øðrum heima, so sum at halda um hvønn annan, klemmast ella mussast, tí fólk eru »allastaðni«. Vit kunnu heldur ikki ganga lið um lið og leiðast, tí gongirnar eru ov smalar, siga tey flennandi. – Hava tit dupultkoyggju? – Nei, tíverri. Vit hava eitt kamar við tveimum koyggjum. Har dekkararnir sova, er skipið innrættað soleiðis, at frá gongini koma vit inn í eina uppihaldsstovu, sum 3 ella 4 tveymannskømur hoyra til, við einum vesi við brúsu. Sostatt búgva 6 ella 8 mannfólk saman ella 6 ella 8 konufólk. Tey høvdu fingið lyftið um at búgva á sama kamari, áðrenn tey fóru avstað. Sum giftur maður hevur Jens Jón tó fingið »undantaksloyvi« at búgva saman við konuni inni á einum tveymannskamari, har konufólk eru í hinum trimum kømrunum. Hvørki Rannvá ella Jens Jón vanta, at tey verða sjófólk burturav. Tey vóna at kunna verða við í eitt ár, har tey eru umborð í tveir túrar og so heima ein. – Men nú fáa vit at síggja, skoyta tey varðisliga uppí. – Vilja tit mæla øðrum hjúnum til at royna tað sama sum tit? – Ja! Hví? – Tað er gott at royna nakað annað og øðrvísi. Nú síggja vit eisini arbeiðið og lívið heima í øðrum og kanska betri ljósið - og so ikki at gloyma dupultsongina, leggja tey flennandi og forelskaði afturat. Kona og maður til skips saman Hjúnini Jens Jón og Rannvá Matras-Olsen eru sín fyrsta túr til skips við Atlantic Navigator. Tó at eingin dupultsong er umborð á stásiliga skipinum, so búgva tey kortini á sama kamari tíðindi Streymurin av ferðafólki til Gásadals er vaksin sera nógv síðan tunnilin lat upp. Tískil er eftirspurningurin eftir onkrum til matna eisini vaksin. Gunvør Ehlers ferð í næstum at opna kiosk í Gásadali Ferðavinna Orð & mynd: Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Fríggjadagin fekk Gunvør Ehlers brævið, hon hevur bíðað eftir. Í tí stóð, at bygdaráðið í Sørvági játtaði hennara umsókn um kiosk í Gásadali. Hon hevur leingi havt ætlanir um at lata upp kiosk, og hevur bara bíðað eftir at fáa tey neyðugu loyvini. Hon er búsett í Sørvági, men hevur altíð verið nógv í Gásadali. – Eg trívist sera væl her uppi og eri ofta her, sigur Gunvør. Hon arbeiðir í Heima- bakarínum í Sørvági, og tað verða vørur higani, sum hon ætlar at selja í kioskini. Opið í vikuskiftinum Gunvør ætlar sær bara at hava opið í vikuskiftinum í summarhálvuni, tá flest ferðafólk eru í fartinum. Hon gjørdi eina roynd fyrr í vár og stóð við eitt borð í Gásadali og seldi bakstur og kaffi – eftir tveir tímar var alt útselt. Í loyvinum frá bygda- ráðnum stendur, at bygningurin skal verða hampiligur á at líta. Til hetta hevur Gunvør sett seg í samband við Havnar Timburhandil at smíða sær kioskina. – Tað verður eitt einkult, lítið hús, sigur Gunvør. Kommunan skal avgera, hvar kioskin skal standa, men Gunvør vónar, at tað verður við endan av parkeringsøkinum, har nógv fólk er. Prísirnir verða hampuligir – 10 krónur fyri ein kopp av kaffi og 5 krónur fyri saft og mjølk. Fult av bilum Sunnudagin, tá Sosialurin var í Gásadali, var ein støðugur streymur av bilum gjøgnum tunnilin. Eini 20- 30 bilar vóru parkeraðir í Gásadali hendan dag. Mitt í bygdini sótu nøkur gásadalsfólk saman við vinfólkum og fingu sær ein drekkamunn uttanfyri. – Vit halda at hetta er eitt gott hugskot við einari kiosk í Gásadali, siga tey samd. Gunvør Ehlers ætlar sær at lata upp kiosk í Gásadali Kiosk letur upp í Gásadali