mánadagur 19. juni 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
23
a at geva tol við oljuvinnuni
Spennandi í summar
– Jú, eg eri ógvuliga spentur
upp á boringina í summar,
og sjálvur ivist eg onga løtu
í, at olja er í undirgrundini
hjá okkum. Tað er bara ein
spurningur um at gera ein
innsats fyri at finna hana,
og teir møguleikarnir gerast
alt betri sum frá líður – við
nýggjum kunnleika og
størri tekniskum førleika. Í
Noregi boraðu teir eini 70
hol, áðrenn teir funnu olju,
og síðan er Noreg vorðið
eitt land við nógvum
kolvetni.
Eli heldur, at ein
oljuvinna í Føroyum hevði
verið eitt gott alternativ til
fiskivinnuna, men hann
heldur ikki, at tað hevur
verið nakar bági fyri
samfelagið, at olja ikki er
funnin við teimum fyrstu
boringunum, sum verið
hava, tvørturímóti.
– Føroyska samfelagið
eigur at geva tol, og tað eiga
okkara politikarar eisini.
Hann vísir á, at basaltið á
føroyska landgrunninum er
so hart og tjúkt at sleppa
niður í gjøgnum, og tí krevur
tað góðan útbúnað og nógv
an pening at finna og útvinna
olju undir hesum umstøð
um.
– Men hetta skuldi so
eisini ført við sær, at oljan
ikki er sloppin at renna
burtur, sigur Eli.
Kunnleikin veksur
Hóast boringarnar á føroyska
landgrunninum higartil ikki
hava staðfest kolvetni í
rakstrarverdum nøgdum,
vísir hann á, at áhugaverdar
staðfestingar longu eru
gjørdar.
– Hesar staðfestingar
kunnu saman við nýggjum
kunnleika við seismikk
skjótingum leiða tey feløg,
sum í framtíðini fara at bora
í føroyskum øki, fram á
leið.
Hann væntar tískil, at
boringin í summar í minsta
lagi fer at geva okkum ein
uppaftur størri kunnleika um
tað, sum er í undirgrundini.
Hvørt hol, sum borað verður,
gevur feløgunum størri
kunnleika um tað, sum er í
havbotninum.
– Eg vænti ikki, at Statoil
og tey feløg, sum eru saman
um verkætlanina í summar,
høvdu brúkt so nógvan
pening upp á hetta, um tey
einki væntaðu sær. Eydnast
teimum at finna olju í
rakstrarverdum nøgdum,
verður hetta eitt stórt fram
brot um allan heim við atliti
til basaltið.
Hann vísir á, at nógva
staðni í heiminum hevur
verið borað niður ígjøgnum
basalt undir líknandi um
støðum sum í Føroyum, men
í slíkum føri eru feløgini
ógvuliga varin við at upplýsa
um frambrotini.
– Tey vilja ikki siga so
nógv um umstøðurnar og
útbúnaðin annars, sigur
Eli.
Simulator-boringar
Í 2003 vitjaði Eli Lassen á
einum sonevndum boriskúla
í Aberdeen, har hann eitt nú
sá ein borisimulator.
– Úrslitini frá seismiskum
skjótingum verða lagdar á
teldu, har til ber at arbeiða
upplýsingarnar á ymiskum
forritum.
Hann sigur, at á boriskúla
num fekk hann at vita, at tá
ið BP skuldi bora í Norð
sjónum, spardu teir einar 9
mió krónur við at bora í
einum leigaðum simulatori
fyrst.
– Tað, sum teir framman
undan høvdu sæð í simu
latorinum, vísti seg at vera
júst tað sama, sum hendi, tá
ið teir boraðu í Norðsjónum,
sigur Eli.
Olja í Eysturoy
Hann heldur annars, at olju
útgerðarhavnin liggur væl á
økinum hjá Runavíkar havn
í Saltangará.
– Runavíkar kommuna
hevur brúkt nógvan pening
upp á oljuútgerðarhavnina
og upp á økið, sum krevst til
hetta virksemi.
Eli heldur, at eftir hansara
tykki kundu Føroyar í
framtíðini í stórum verið
býttar upp soleiðis, at
Suðuroyggin og Norðoyggjar
í størstan mun hava fiski
vinnuna, Eysturoyggin olju
vinnuna og Suðurstreymoy
ferðavinnuna.
– Tó ikki soleiðis at skilja,
at onnur øki í landinum ikki
eisini kunnu bjóða seg fram
í fiskivinnuni og ferða
mannavinnuni, leggur hann
aftrat.
Um ólavsøkutíð
John Eli Olsen, stjóri í
Atlantic Supply Base, sigur
seg vænta, at fyristøðufelagið
Statoil og hini feløgini, sum
eru saman í hesum umfari,
fara at seta borin í føroyska
landgrunnin um ólavsøku
tíð.
Hann sigur, at Atlantic
Supply Base og Skipafelag
Føroya eru saman um
sáttmálan við oljufeløgini
um útgerðarhavnina.
– Vit vænta, at virksemi í
hesum umfari kemur at
varða í einar tríggjar mánaðir
ella so, sigur John Eli
Olsen.
Eftir at Atlantic Supply Base
hevur ligið uttan virksemi í
eini trý ár, eru tangarnir nú
reinsaðir og testaðir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Um ólavsøkutíð verður
borurin væntandi settur aftur
í føroyska landgrunnin, og
hesaferð er tað Statoil, sum
er fyristøðufelag. Á Atlantic
Supply Base í Saltangará er
Eli Lassen nú í holt við at
rigga støðina til virksemið
Mynd: Vilmund Jacobsen