Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 115 - 19. juni 2006 Føroyskur fótbóltur verður aftur at síggja í Sjónvarpinum í kvøld. Kringvarpið og ÍSF fara at fundast seinni í hesi vikuni um ósemjuna teirra millum, men longu í kvøld verður føroyskur fótbóltur aftur á skíggjanum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sjónvarpið hevur um viku­skiftið aftur gjørt upp­tøkur frá dystum í For­ muladeildini í fótbólti, og brot úr dystunum verða send í 3-2 í kvøld. Ósemja hevur annars verið millum Kringvarpið og ÍSF um innihaldið í sáttmálanum teirra millum. Sponsornavnið á bestu fótbóltsdeildini og serligir lýsingaveggir til samrøður hava verið í miðdeplinum, og tað hevði við sær, at Sjónvarpið gavst at senda føroyskan fótbólt fyri trimum vikum síðani. Nú hevur samband aftur verið millum partarnar, og 3-2 fer at senda brot úr dystunum í Formuladeildini í kvøld. – Vit standa ikki so langt frá hvørjum øðrum, og vit rokna við at finna eina varðandi loysn á ósemjuni. Vit senda fótbólt aftur í kvøld, og seinni í vikuni fara vit at fundast við ÍSF um sáttmálan, sigur Jógv­ an Jespersen, stjóri í Kring­ varpi Føroya Samráðast um nýggjan sáttmála Sáttmálin við Ítróttar­sam­ band Føroya og Kring­ varpið er galdandi fyri hetta árið, men stendur tað til Kringvarpið verður nýggjur sáttmáli gjørdur í næstum. – Vit hava sent skriv til ÍSF um at fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Ætlanin var, at hetta skuldi gerast í oktober mánaði, men vit eru sinnaðir at byrja hesar samráðingar nú, sigur Jógvan Jespersen. – Tað er so lítið eftir av galdandi sáttmála, at vit duga ikki at síggja nakra orsøk til at stríðast um innihaldið. Tí fara vit undir at senda fótbólt aftur, og seinni í vikuni skulu vit avtala meira ítøkiliga, hvussu vit fara fram restina av hesum árinum, sigur Kringvarpsstjórin. Hann fæst tó ikki til at siga, um Kringvarpið hevur bakkað mótvegis ÍSF. Mill­ um annað hevur verið frammi, at Sjónvarpið fer at brúka rætta heitið á fremstu fótbóltsdeilini í 3-2. – Nú fáa vit at síggja, er tað einasta Jógvan Jespersen fæst at siga. FSF hevur ikki bakkað Óli Holm, forseti í Fót­ bóltssambandi Føroya, sig­ ur, at eingin verulig semja er gjørd millum partarnar um stríðsmálini í sáttmálanum, men samband hevur verið millum partarnar. – Sum eg havi skilt tað, fer Sjónvarpið undir at senda fótbólt aftur í kvøld, og seinni skal fundur verða millum partarnar, sigur Óli Holm. Hann sigur, at Fótbólts­ sambandið hevur ikki tikið nøkur av sínum krøvum í sambandi við upptøkur av dystum aftur. – Vit hava ein galdandi reglugerð um upptøkur av dystum í Formuladeildini, og hon er framvegis gald­ andi, sigur Óli Holm. »Sjálvandi spæla tey javnt. Tað er til fyrimuns fyri bæði liðini. Soleiðis er tað bara« Leo Beenhakker, venjari hjá Trinidad og Tobago, um dystin millum Svøríki og Ongland, sum verður spældur týskvøldið SAMBAND JÁKUP MØRK jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 ÍTRÓTTUR Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn Tel. 31 45 55 · Fax 31 80 26 · www.foroyaprent.fo S T A R V S F Ó L K A LÝ S I N G Vit bjóða: • eitt avbjóðandi starv í spennandi umhvørvi • løn eftir royndum Umsóknarfreist: 22. juni 2006. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira, so ring til Kára á telefon 59 45 60 ella Jon á telefon 59 45 55. Umsókn sendast til: Pf. Føroyaprent att.: Jon Hestoy Hoyvíksvegur 59, Postsmoga 3118 110 Tórshavn Prentari Til prentsmiðju okkara søkja vit eftir einum prentara (trykkjara) at byrja sum skjótast. Trykkjarin skal vera við í einum toymi, ið arbeiðir á báðum 4-lita prentmaskinum okkara. Vit vænta, at tú: • ert álítandi • hevur sveinabræv sum trykkjari • dugir at koyra Heidelberg prentmaskinur við streymniðurføring • er vanur at prenta ymiskar uppgávur • tekur ábyrgd av arbeiði tínum • dugir at samstarva við viðskiftafólk og arbeiðsfelagar tínar Tað er ein fyrimunur, um tú: • hevur royndir við CPC og CPTronic • hevur royndir við 4-litaðum og/ella 2-litaðum Heidelberg prentmaskinum Bókbindari/ bókbindarahjálp Til bókbindarí okkara søkja vit eftir einum bókbindara/bókbindarahjálp at byrja sum skjótast. Vit vænta, at tú: • ert álítandi • hevur sveinabræv ella starvsroyndir sum bókbindari/bókbindarahjálp • tekur ábyrgd av arbeiði tínum • dugir at samstarva við viðskiftafólk og arbeiðsfelagar tínar Mál nummar 200 Talan var um eitt slag av jubileum, tá Amed Sylla Davy stútaði bóltin í B68-málið sunnudagin. Talan var nevnliga um Formula-mál nummar 200 í ársins útgávu av kappingini, og til samanberingar kann nevnast, at kappingin higartil hevur verið nakað málríkari, enn hon var tað í fjør. Tá kom mál nummar 200 nevnliga í 14. umfarinum, og var tað Símun Louis Jacobsen hjá GÍ, sum skeyt hetta, tá teir spældu útidyst móti NSÍ tann 26. juni. -mørk Kamal ikki afturkomin Á Toftum tykjast tey í løtuni standa spyrjandi, tá spurt verður um, hvar gamiski áleyparin hjá felagnum er. Mustapha Kamal Ndaw hevur annars spælt tveir dystir fyri B68, og móti KÍ seinasta var hann við tveimum málum stóri maðurin í 3-1 sigrinum. Í farnu vikuni vóru boðini tó, at hann skuldi til Gambia at spæla landsdyst móti Sierra Leone, og ætlandi skuldi hann verið aftur í Føroyum leygardagin, men har kom so eingin maður. Niklas Davidsen, formaður í B68, sigur, at sum tey hava skilt tað, so er talan um sjúku í familjuni hjá Kamal, og at hetta er orsøkin til, at hann ikki kom aftur leygardagin. Sami spælari var annars partur av liðnum hjá B71 fyri nøkrum árum síðani, men ta ferðina hvarv hann brádliga, uttan at nakar visti hví. -mørk Formuladeildin aftur í 3-2 Føroyskur fótbóltur verður aftur at síggja í 3-2, sum verður sent kl. 19.25 í kvøld.