Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 112 - 14. juni 2006 Eingin veit við vissu, nær tey fyrstu settu seg niður í Stavanger, men søgufólk hava valt 1125 sum tað árið, býurin varð grundlagdur, tí tá varð farið undir at byggja dómkirkju á staðnum, sam­ stundis sum Stavanger gjørdist bispasetur. Hóast eingi fornfrøðilig prógv eru fyri, at fólk búðu har frammanundan, er lítil ivi um, at okkurt hús man hava verið har. Stavanger verður fyrstu ferð nevndur í einum lov­ kvæði til kongin Magnus Ólavsson í 1042, men tað er ivasamt, um navnið sipar til eina ávísa búseting ella fjørðin. Síðst í 12. øld og í 1205 verður Stavanger nevndur í ymsum keldutilfari, og í teimum sæst, at talan er um búsetingina ella býin. Tað man hava havt samband við, at arbeiðið at byggja dómkirkjuna var liðugt í 1160, og at Ólavskleystrið stóð í gerð, og tí hevur búsetingin fingið býardám. Ikki tí, talan var ikki um nakran bý eftir nútíðar meti, tí tey nógvu fyrstu árini búðu ikki meiri enn eini 100 til 150 fólk har, og tey flestu vóru knýtt at kirkjuni og kleystrinum. Tað er ivaleyst rætt at rokna Stavanger sum kirkjubý alla miðøldina og fram til trúbótina í fyrru helvt av 16. øld. Tær næstu øldirnar vóru merktar av búskaparligum framburði, men kortini kom fólkatalið ongantíð upp um 2.500. Orsøkin til tann avmarkaða fólkavøksturin var í stuttum, at ímillum 1650 og byrjanina av 19. øld misti Stavanger fleiri almennar stovnar, sum høvdu hildið býnum uppi upp ígjøgnum ta mangan truplu miðøldina. Harafturat megnaði býurin ikki at gera seg galdandi á vinnuøkinum eins og t. d. Bergen, sum hevði stórt gagn av útflutn­ ingsvinnunum hesi árini. Fyrst í 16. øld búðu ikki meiri enn umleið 100 fólk í Stavanger. Ein avleiðing av trúbótini var, at bispasetrið bleiv lagt undir kong, men tey næstu árini tók ein nýggj vinna seg upp í býnum og fram við strondini har um vegir. Bøndurnir bygdu sær sagverk, og skotsk og niðurlendsk skip komu at keypa við. Skjótt komu útlendskir listarmenn eisini til býin, og miðskeiðis í 17. øld var Stavanger ein mentanarmiðstøð. Men hetta virksemið gagnaði ikki býarfólkinum sjálvum. Tey livdu í fátækradømi og kærdu sína neyð, men eingin lurtaði eftir teimum. Eisini á annan hátt var mótburður, og í 1682 noyddust tey at góðtaka, at bispasetrið bleiv flutt suður til Kristiansand. Trý ár seinni var afturgongdin fullkomin, tí tá misti Stavanger teir fyrimunir, sum eitt býarsamfelag tá hevði. Sild og sigling Tað var ikki fyrr enn fyrst í 19. øld, at Stavanger menti seg aftur og gjørdist ein lutfalsliga stórur býur eftir tátíðar meti. Um hetta mundið tók tann várgýtandi sildin seg uppaftur, og skjótt var sildavinnan tann týdn­ ingarmesti vinnuvegurin, og ta næstu hálvu øldina menti býurin seg nógv sum handilsbýur. Men úrtøkan var ymisk frá einum ári til annað, og í 1870-árunum fór av álvara at ganga tann skeiva vegin aftur. Men tá var býurin nógv broyttur, og eftir umleið 60 árum var fólkatalið vaksið úr umleið 2.300 upp í umleið 25.000. Í hesum árunum var Stavanger ikki bara vorðin ein vinnulívsbýur, men eisini ein sjóvinnubýur við einum stórum handilsskipaflota, og í kjalarvørrinum á tí gjørdist skipasmíð eisini ein týðandi vinna. Fleiri túsund menn úr Stavanger og leiðunum kring býin forvunnu til lívsins uppihald á øllum heimsins høvum, og tað hevði við sær, at Stavanger gjørdist staðið, har ymisk ávirkan uttaneftir gjørdi seg meiri galdandi enn í øðrum norskum býum. Eitt nú var býurin høvuðsstøð hjá fráhaldsrørsluni og ikki minst missjónsrørsluni, sum av álvara fekk fótafesti har um hetta mundið. Kreppa og flyting Síðst í 1870-unum minkaði sildafiskiskapurin burtur í at kalla einki, og tað gjørdist byrjanin til eitt tíðarskeið við stórari afturgongd og kreppu. Nøkur fá ár seinni kom sjóvinnan í trupulleikar orsakað av kreppu á altjóða flutningsmarknaðinum, og tað hevði við sær, at skipini høvdu ov lítið ella kanska einki at føra, og nógv teirra máttu tí leggjast og seljast. Ein avleiðing av hesum var eisini, at arbeiðið á skipa­ smiðjunum steðgaði upp. Øll tey stóru reiðaríini og handilshúsini í býnum fóru á húsagang, og sjómenn, skipasmiðir og aðrir løn­ takarar mistu sína inntøku. Mong sóu sær ongan annan møguleika enn at flyta úr býnum, og mong teirra endaðu í tí streyminum, sum um hetta mundið var úr Evropa til Ameriku, har møguleikarnir tóktust óteljandi og óendaligir. Fleiri savnaðu sær so frægt av peningi, at tey kundu fáa eina koyggju vestur um Atlantshavið, men tað vóru eisini mong, sum tóku til takkar við einum plássi í lastini. Teir fyrstu norðmenninir, sum fóru til Ameriku, fóru við teimum stóru segl­skip­ unum, men um hetta mundið vóru teir fyrstu dampararnir farnir at sigla ímillum Liverpool og New York ella Quebec. Tað var tí vorðið lætt at ferðast, og tey næstu 25 árini fóru umleið 10.000 Stavanger – ein skiftandi søga Stavanger í søgu Árni Joensen fartekst@mail.dk Skulu vit taka saman um søguligu gongdina í Stavanger tey seinastu 200 árini, so hevur hon verið merkt av einum støðugum skifti ímillum framburð og kreppu.