Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 115 - 19. juni 2006 ] Miðvallar­stríðs­mað­ urin var vónbrotin av tepra tapinum, men staðfestir, at eyguni nú mugu vend­ast móti kom­andi uppgávuni, sum verður í Vági á jóansøku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Julian Johnsson duldi ikki fyri, at talan var um stórt vónbrot, tá teir noyddust stiga­leysir av Svangaskarði sunnudagin. – Eg skal ikki siga, at talan var um ein so øgiliga góðan fótbóltsdyst. Men vit spæla fult upp til teir, og vit skapa eisini nakrar møguleikar. Vit skora bara ikki upp á tað, sum vit skapa, meðan teir skora, tá fáa ein veruligan møguleika, og so er søgan ikki stórt longur enn tað sama. Og tað er kanska eis­ ini akkurát munurin á einum liði í ovaru hálvu og einum botnliði. Hóast hetta, so heldur Juli­ an avgjørt ikki, at toftamenn hava nakra orsøk at fella í fátt. – Avrikini seinastu vik­ur­ nar hava avgjørt verið góð­ kend, men marginalarnir vilja líka sum ikki í okkara part. Hinvegin, so vita vit, at tað serliga eru ÍF og VB/Sumba, sum vit skulu kappast við í botninum, og fyrst og fremst ræður um at halda hesa aftanfyri. Sjálvandi eru tað framvegis 42 stig eftir at spæla um, men talan verður kortini um serstakliga týdningarmiklan dyst, tá vit spæla í Vági kom­ andi vikuskifti. Teir hava heima­vøll, og tað er jóan­ søka, so tað verður uttan iva ein sera harður dystur, heldur Julian. Hugsar enn um landsliðið Seinasta árið hevur Julian verið burtur frá fótbóltinum við krossbandsskaða, og enn hevur hann bara einar fýra dystir í beinunum, síðani hann aftur kom á vøllin. Men hóast hetta, so ivast stríðsmaðurin ikki í, at málið hjá sær aftur er at koma á landsliðið. – Tað er sjálvandi ikki til mín at gera av, men sjálvandi er tað málið. Sjálvandi rest­ ar enn nakað, áðrenn dystar­ venjingin er nóg góð, men tað er bert háttur at fáa hetta upp á pláss. Og tað er við venjing, sigur Julian. Við 61 landsdystum á kontini er Julian tann spælarin, sum eigur triðju flestar dystir fyri Føroyar. Símun skoraði í Intertoto-dysti Leygardagin spældi íslendska felagið Keflavík í Intertoto kappingini hjá UEFA. Dysturin var á heimavølli ímóti írska liðnum Dungannon Swifts, og íslendska liðið vann heili 4-1. Føroyski spælarin Símun Samuelsen setti gongd á málskjótingina, tá ið hann í 16. minutti skoraði til 2-01. Keflavík skoraði trý mál afturat, áðrenn írska liðið svaraði aftur við einum máli stutt fyri leiklok. Símun Samuelsen byrjaði á vøllinum, og spældi fram til fimm minuttir fyri leiklok, tá ið hann varð skiftur út. FCK leitar í Svøríki FC Keypmannhavn keypti í farnu viku svenska álopsspælaran Fredrick Berglund frá Esbjerg. Berglund hevur verið millum bestu álopsspælararnar í Danmark seianstu tvey árini, og nú eru donsku meistararnir farnir avstað við honum. FCK er eftir øllum at døma ikki liðugt við at leita eftir svenskum styrki, tí nú skrivar Aftonbladet, at FCK er sinnað at keypa vinstra bakkin hjá IFK Gøteborg, Oscar Wendt, fyri 6,5 milliónir krónur. Talan gjørd ist ongan tíð um spruttandi álopsfótbólt, men eftir eina væl vanda deyðbóltsstøðu eydnaðist B36 at skora avgerandi mál­ ið 10 minuttir fyri leiklok Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað varð sum so sagt hampu­liga væl í leikskránni hjá B68. Har ljóðaði stað­ festingin, at tað uttan iva varð truplari hjá B68 at spæla heimadyst móti B68, sum júst hevði kiksað við 2-2 javnleiki móti VB/ Sumba, heldur enn at spæla úti­dysti móti einum KÍ-liði, sum júst hevði vunnið 7-1 móti sama VB/Sumba. Bundu um verjupartin Sannleikin í hesum kom í øllum førum greitt til sjónd­ ar í hugburðinum, sum B36 hevði til dystin. Verjandi føroyameistararnir vóru full­greiðir um, at ráð ikki vóru til fleiri kiksarar móti niðaru støddu liðunum, um stevið við oddinum skuldi haldast, og tí varð ansað væl eftir, at eingi býtt mistøk vórðu framd í dystinum. Tá heimamenninir eisini lógu hampuliga djúpt á vøll­inum, gav hetta úrslit í nógvum spæli á miðjum vølli, meðan møguleikarnir at skora vóru hampuliga fáir. Ikki minst, tí skróvturri vøll­ urin gjørdi tað sera trupult at seta menn av, og ikki so sjáldan hekk leðurkúlan eftir, tá snaringar vórðu royndar. B36 megnaði tó í ein­støk­ um førum at skapa vanda­ støður við at spæla eftir miðásini, meðan tað hjá B68 serstakliga var við upp­ spæli í vinstru síðu, har ein væl upplagdur Øss­ur Hansen var títtur í avbjóð­ ingunum. Deyðiligur deyðbóltur Fyrstu løtuna av seinna hálv­leiki kundu vertirnir kanska eisini lagt seg á odda. Í einum trimum før­ um var heilt nær við, at mál spurdist burturúr, men Jákup Mikkelsen stóð har, sum hann skuldi standa, tá harðast leikaði á, og so líðandi fekk B36 tiltvingað sær yvirvágina í dystinum. Tað tóktist eisini geva meira sprell í B36-álopið, at Símun Hansen varð send­ur á vøllin fyri Obi seinastu 25 minuttirnar. Sand­oyingurin tóktist ikki hava somu trupulleikar av undirlendinum, sum fleiri av viðspælarunum, og ta ferð­ina var talan eisini um heilt góða skotroynd, sum tó smeyg sær dygst omanfyri tvørtræið. Og Símun átti eisini sín lut í málinum, sum gav B36 øll stigini. Talan var kanska fyrst og fremst um eitt mál, sum staðfesti týdningin av deyðbóltum. B36 tók stutt hornaspark til Santos, sum langaði bóltin móti handara stólpa. Har stóð Símun til reiðar at senda inn fyri aftur, og so kundi Sylla stúta bóltin í kassan. Botnbrak í Vági Seinastu løtuna tók B36 fólk­ið langt aftur, og út­skift­ ingarnar bendu greitt tann vegin, at leiðslan skuldi verjast. Tann setningurin eydnað­ ist eisini, og soleiðis helt B36 fast í fjarstøðuni upp til oddin, sum altso enn er fýra stig burturi. Í so máta skerst ikki burtur, at B36 iðraði seg um javnleikin fyri viku síðani, tá mest sum allir møguleikar vórðu mis­ nýttir. Sunnudagin var liðið munandi meira effektivt í so máta, og tí mundi sig­ urin helst kennast eyka søtur. Komandi vikuskifti er heimadystur móti ÍF á skránni, og enn ein sigur her kann føra B36 heilt nær oddinum, um væl vil til. B68 skal tá á jóansøku í Vági, og tað bendir á ein sannan botngysara, har vinn­arin kann skapa sær nakað av luft. B68-B36 0-1 (0-0): Gestirnir vóru effektivari B36 B68 Talan var um væl vanda deyðbóltsstøðu, sum vissaði B36 sigurin. Ein sigur, sum eisini ber við sær, at meistararnir enn hanga við í oddinum Mynd: Álvur Haraldsen Julian er svangur eftir landsliðsbólti