mánadagur 19. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
25
fólk av Stavanger-leiðini
vestur um hav.
Ídnaðarbýur
Tað tók tó ikki langa tíð hjá
Stavanger at menna seg aftur
eftir kreppuna, og nakað
undan aldarskiftinum gekk
aftur tann rætta vegin. Tað
var aftur fiskivinnan og
serstakliga fiskaídnaðurin á
landi, sum legði grundarlagið
undir framburðin, og fyrst í
1920-unum var Stavanger
vorðin ein nútímans ídn
aðarbýur. Hesi árini vaks
fólkatalið í býnum úr 30.000
í 1900 til 44.000 í 1920.
Fiskavirkini á landi virk
aðu fisk til altjóða marknaðin,
so menn, sum fyrr høvdu
verið í handverksvinnuni
ella umborð á handilsskipum,
arbeiddu nú við at niðursjóða
fisk. Men vandi er í hvørjari
vælferð, og tað vísti seg, at
vinnulívið var ov einstáttað,
og at Stavanger var ov nær
tengdur at viðurskiftunum í
umheiminum, tí at kalla øll
framleiðsla var tengd at
keypiorkuni í øðrum londum.
So tá kreppan ímillum teir
báðar heimsbardagarnar fór
at gera vart við seg, rakti hon
Stavanger serliga meint.
Árini frá 1930 til 1934
vóru merkt av stórum
arbeiðsloysi, og minkandi
inntøkurnar gjørdu, at
kommunan noyddist eisini
at avmarka sítt virksemi, og
tað bøtti ikki um støðuna. Í
1934 vendi gongdin aftur
tann rætta vegin, men týska
hersetingin undir heims
bardaganum elvdi aftur til
trupulleikar og tær av
markingar, sum ein herseting
ber í sær.
Oljubýur
Miðskeiðis í sekstiárunum
byrjaði oljuleitingin í Norð
sjónum, og hendan nýggja
vinnugreinin skapti eina
heilt nýggja støðu. Stavanger
hevði tann fyrimun, at býurin
lá rættiliga høgliga fyri, og
harafturat kundi hann bjóða
hesari nýggju vinnuni góð
havnarviðurskifti og gott
flogsamband, og harafturat
var býurin so mikið stórur,
at hann kundi bjóða vinnuni
tað mesta, sum henni tørv
aði.
Bæði teir lokalu politik
ararnir og vinnulívsfólk
gjørdu alt fyri at tekkjast
oljuvinnuni, tí menn vildu
fegnir hava arbeiðspláss
burturúr. Stór, altjóða olju
feløg settu seg niður í
býnum, og tað lokala vinnu
lívið legði seg eftir at fáa
sáttmálar sum veitarar hjá
teimum stóru feløgunum.
Hetta gjørdi, at Stavanger
gjørdist tann týdningarmesti
oljubýurin í Noregi, og
hendan støða bleiv av álvara
staðfest í 1972, tá Stórtingið
samtykti at lata almenna
oljufelagið Statoil og olju
fyrisitingina hava høvuðsstøð
í býnum.
Hendan menningin helt
fram tey næstu árini, og
býarmyndin var merkt av
bæði privatari og kommu
nalari vælferð. Men tey
seinastu 25 árini hevur tað
almenna táttað í, og tað er
ikki sørt, at tey í Stavanger
hava hug at leggja lands
myndugleikarnar í Oslo
undir at tálma vøkstrinum í
býnum.
Vitan og mentan
Tað stóra virksemið í sam
bandi við oljuvinnuna hevur
havt ovurstóra ávirkan á
Stavanger-leiðina. Í 1970
búðu 80.000 fólk í býnum,
men nú liggur talið um
115.000. Vøksturin stavar
bæði frá norskum og út
lendskum tilflytarum, og tað
er ikki ov nógv sagt, at tey
fremmandu, sum serliga
komu úr Vesturevropa og
USA, settu sín sjónliga dám
á býarmyndina.
Hesin stóri og fjølbroytti
vøksturin hevði politiskar,
sosialar og mentanarligar
avbjóðingar við sær, og hesi
árini er nógv hent á tí
mentanarliga økinum, eitt
nú innan leiklist og tónlist,
samstundis sum býurin
hevur fingið fleiri søvn
afturat.
Á útbúgvingarøkinum og
granskingarøkinum hevur
menningin eisini verið stór,
tí tað verður hildið at vera
ein fyritreyt fyri einari
vælvirkandi nútímans vinnu.
Háskúlin í Stavanger gjørdist
ein tann størsti í landinum
við umleið 7.000 lesandi,
áðrenn skúlin fyri fimm
árum síðani fekk støðu sum
lærdur háskúli við heitinum
Universitetet i Stavanger.
(Kelda: www.stavanger.no)
Túsundtals fólk til
festival á bryggjuni í
Stavanger