Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 115 - 19. juni 2006 ] Feltið í oddinum hóttir við at skera niður í fimm lið, og umframt KÍ tykjast meistararnir úr B36 at hava trupulleikar við at fylgja við hinum Formula-deildin, 13. umfar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Av teimum fýra dystunum hetta vikuskiftið hevði tann í Fuglafirði helst mest óvænt­aða út­fallið, um stiga­ talvan skal nýtast sum baro­ metur fyri tað, sum rokn­ ast kundi við. Hinvegin stað­festir form­kurvan, at ÍF seinastu um­førini hevur savnað fleiri stig saman enn klaks­vík­ing­arnir, og tí var hetta kanska slettis ikki heilt so óvæntað, tá alt kom til alt. Hetta staðfesti tó tendens­ in, sum hevur verið gald­ andi fyri KÍ seinastu vik­ ur­nar, har tað bert er stór­ sigurin í Vági, sum lýsir nakað upp millum úrslitini, sum fyri tað nógva hava verið vónbrot. Seinastu sjey dystirnir hava bara kastað sjey stig av sær, og tað er altso ikki nóg mikið, um haldast skal fast í oddinum. Sterk GÍ-verja Av liðunum í oddinum er KÍ eisini heilt greitt liðið, sum hevur veikastu form­ kurvuna í løtuni, og við kom­andi uppgerðum móti HB (heima) og NSÍ (úti) tykist tað nú verða sann­ leikans tími hjá KÍ. Formkurvan tykist annars staðfesta, at tað verða HB, NSÍ og GÍ, sum skulu stríð­ast við EB/Streym um odda­sessin í deildini. Serstakliga hava teir í Havn og í Runavík verið óførir við stigasavnanini, men tað skal ikki gloymast, at GÍ í fyrsta dystinum í trett­ anda umfarinum tók alt við sær úr Gundadali, har HB vitjaði. Eitt úrslit, sum eisini staðfesti týdningin av sterku GÍ-verjuni, sum við 11 málum er tann verjan í landinum, sum hevur latið fægstu málini ígjøgnum. Veikt B36-álop Júst verjuparturin varð utt­ an iva fremsta orsøkin til, at B36 í fjør kundi lyfta FM-steypinum á seinasta leikdegi, og árstalsfelagið í Havn er eisini liðið, sum hevur latið næst fægst mál ígjøgnum. Sammett við árið í fjør, so er talan tó langt ífrá um somuu defensivu styrki. Í fjør læt B36 einans 17 mál fara ígjøgnum í 27 dystum, og við 13 málum longu nú, verður trupult at halda fast í framúr góðu hagtølunum. Hinvegin er málskjóting­ in hjá B36 lítið økt sammett við gullárið. Í fjør skoraði B36 38 mál í 27 dystum, meðan talið higartil er 17 mál í 13 dystum. Og bæði á form- og stigatalvuniv svíð­ur tað fast, at talan bara gjørdist um javnleik, tá VB/Sumba vitjaði í 12. um­farinum. VB/Sumba standa veikir Í botninum tykist tað enn standa greitt, at talan fyrst og fremst verður um dyst millum B68, ÍF og VB/ Sumba. Av hesum trimum eru suðuroyingarnir teir, sum í løtuni standa nógv veikastir, og stóri spurn­ing­ urin hjá teimum verður, um teir kunnu venda byttuni, tá B68 kemur á vitjan komandi umfarið. Tilsvarandi dystin hevur VB/Sumba longu vunnið eina ferð í ár, og tað man ivaleyst geva gott mót til mongu áskoðarnar, sum roknast kann við, nú jóansøka er. Tað skerst tó ikki burtur, at samstundis sum hugt verð­ur at formkurvuni, so skal eisini hugsast um, at tað er ójavnt, hvussu ofta tey seks ovastu hava verið partur av innanhýsis uppgerðum hesar seinastu ferðirnar. Hjá B36 og EB/ Streymi er talan um fýra slíkar uppgerðir seinastu seks umførini, meðan tað hjá GÍ, KÍ, NSÍ og HB er talan um tríggjar slíkar uppgerðir. Hetta undirstrikar kanska eisini tunga sjógvin, sum klaksvíkingar í løtuni eru partur av, meðan tað hinvegin helst gevur B36 eina vón um, at tað enn ber til at toga seg uppeftir. Komandi umfarið Umframt kravið um at vinna dystir móti niðaru liðunum, so eru tað tó meira enn nakað annað innan hýsis dystirnir í oddinum, sum eru avgerandi fyri gongdina í oddastríðnum. Í so máta verður talan um tvinnar oddadystir komandi umfarið. Tann fyrri longu mikukvøldið, tá HB fer á vitjan í Klaksvík, og tann dystin verður tað ikki minst spennandi at vita, hvussu harða dystarskráin við Inter­tot-bólti hevur ávirk­ að HB-liðið. Seinni topp­ dysturin verður í Gøtu, har NSÍ kemur á vitjan. Hinir dystirnir eru Skála- EB/Streymur, B36-ÍF og so botngysarin í Vági, har VB/ Sumba leygardagin tekur ímóti B68. Formkurvan Seinastu seks dystirnir Lið Stig HB 13 NSÍ 13 GÍ 12 EB/S 11 B36 9 ÍF 8 KÍ 6 Skála 6 B68 3 VB/S 1 Holst endaði árið við máli Christian Lamhauge Holst endaði kappingarárið við einum sigri á Lolland-Falster Alliancen (LFA), og Holst var ein av málskjúttunum í 4- 3 sigrinum. Tað stóð tó einki til hjá Lyngby í longum løtum, tí LFA kom fram um 1-0 og 2-0, áðrenn Lyngby svaraði aftur. Síðani legði LFA seg fram um 3-1 við 10 monnum, men tað var ikki nóg mikið til at vinna dystin. Lyngby minkaði til 3-2, og tveir minuttir fyri leiklok javnaði Christian Lamhauge Holst. Í yvirtíðini skoraði Lyngby sigursmálið. Sigurin var tó ikki nóg mikið til at flyta upp í superliguna, tí Randers vann eisini sín dyst og helt seg frammanfyri Lyngby Randers og Vejle í superliguni Eftir seinasta umfar í donsku 1. deild um vikuskiftið er tað greitt, hvørji tey nýggju liðini í superliguni næsta kappingarár verða. AGF og SønderjydskE mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina, og fyri tey skulu tvey onnur jútsk lið, Vejle og Randers, spæla í superliguni. Vejle tryggjaði sær longu fyri einari viku síðani uppflytingina, og í gjár vann Randers seinasta dystin 2-0 á Braband og flutti upp saman við Vejle. KÍ um at missa takið FAKTA Tapið hjá KÍ fyri B68 seinasta umfarið tykist vera tekin um ein lítla formniðurgongd, sum í løtuni er um at kosta klaksvíkingunum luttøku í oddastríðnum Mynd: Álvur