mánadagur 19. juni 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 112 - 14. juni 2006
Næsta ár fer tað fyrsta
gassið ígjøgnum
leiðingarnar úr
Ormen Lange-
økinum á
Haltenbankanum.
Fyrireikingarnar
hava tá tikið tíggju ár,
men verkætlanin er
eisini tann størsta og
torførasta av sínum
slagi.
Olja
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
_____________________
Eftir tí, sum Stavanger
Aftenblad hevur fingið
at vita, benda tær fyrstu
metingarnar á, at 300
milliardir rúmmetrar av
gassi eru í Ormen Lange-
keldunum. Við dagsins prísi
svarar tað til 180 milliardir
krónur.
Til sammetingar kann
nevnast, at í norska partinum
av Frigg-økinum, sum
nú hevur framleitt gass í
20 ár, eru 110 milliardir
rúmmetrar. Troll-økið er
sostatt tað einasta, sum er
størri enn Ormen Lange.
NTB 3. september 1997
______________________
Eftir at hava borað í 72 dagar
er pallurin Ocean Alliance
nú um at vera liðugur á
Ormen Lange-økinum, og
úrslitið vísir seg at vera sera
gott. Pallurin hevur borað á
890 metra dýpi og niður á
3.000 metrar. Royndirnar
vísa, at har er nógv gass,
men eingin olja.
NTB 6. oktober 1997
______________________
British Petroleum hevur
funnið nógv gass á Ormen
Lange á Haltenbankanum.
Fyribilsmetingar benda á, at
talan er um einar 100 til 150
milliardir rúmmetrar. Fyrr
hevur Hydro funnið eina
stóra gasskeldu á Ormen
Lange.
NTB 27. august 1998
______________________
Tað var í 1997, at
boripallurin Ocean Alliance
fann eina gassleið á Ormen
Lange-økinum í einari
helling á Haltenbankanum.
Kanningar hjá Norsk Hydro,
sum stóð fyri boringini, vístu
skjótt, at talan var um eina av
teimum størstu gassleiðunum
á norska landgrunninum.
Nakað seinni fann British
Petroleum so enn eina
gasskeldu á Ormen Lange,
og nú var greitt, at leiðin er
tann næststørsta í norskum
øki. Bara Troll-leiðin hevur
meiri gass.
Tær fyrstu kanningarnar
vístu, at tað fór at verða ein
stór avbjóðing at fáa gassið
upp. Eitt var, at dýpið á
leiðini er millum 900 og
1.100 metrar, men tey
jarðfrøðiligu viðurskiftini
undir havbotninum vóru
heldur ikki vanlig. Tað
vísti seg, at Ormen Lange
er á rygginum á einum
stórum omanlopi, sum var
á havbotninum fyri umleið
8.000 árum síðani, og tí var
jarðfrøðin øðrvísi enn tað,
sum jarðfrøðingarnir vóru
vanir við.
Omanlopið fyri 8.000 árum
síðani hendi, tá ein partur
av landgrunshellingini við
Storegga leyp. Jarðfrøðingar
halda, at tað vóru rembingar
í jarðløgunum aftan á
ta seinastu ístíðina og
broytingar í veðurlagnum,
sum elvdu til lopið. Benið
eftir omanlopið er einar 300
kilometrar breitt, og lopið
fór einar 800 kilometrar út
í djúphavið. Ormen Lange-
brunnurin er einar 1.500
metrar undir havbotninum
ella ímillum 2.400 og
2.600 metrar niðan fyri
sjóvarmálan.
Undir fyrireikingunum
hevur Norsk Hydro sjálvandi
kannað, um vandi er fyri,
at tað aftur fer at leypa í
hellingini. Bæði norskir
og altjóða viðurkendir
serfrøðingar av ymsum
slagi hava verið við í hesum
kanningunum, og í 2002
komu teir til ta niðurstøðu,
at eftir teirra tykki eru ikki
útlit fyri fleiri omanlopum
á leiðini.
66 mia. krónur
Á heysti í 2003 samdust
feløgini, sum høvdu fingið
tillutað loyvi á Ormen
Lange, um, hvussu leiðin
skuldi
útbyggjast
og
gagnnýtast. Feløgini høvdu
Ormen Lange – ein risi
Gassið verður fyrst flutt av
feltinum til Nyhamna í Noregi og
higani víðari gjøgnum rørleiðing
til Bretlands
Eisini føroyingar eru við at byggja hetta risastóra gassanleggið nær Aukra í Noregi