mánadagur 19. juni 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Brúðgommurin
á máltalvuna
Talan var um fína upphiting til brúdleypið
hjá eldra beiggjanum, tá Samuelsen-
menninir hjá EB/Streymi løgdu fyri við
málskjótingini sunnudagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir hjá EB/Streymi noyðist eftir øllum at døma at vera
Ronnie Samuelsen fyriuttan, tá teir komandi sunnudag
skulu spæla útidyst móti Skála.
Brúdleyp stendur nevnliga á skránni hjá víkamanninum,
og so má fótbóltur vera fótbóltur fyri eina tíð. Eisini
hóast brúðgommurin er ein sera týðandi partur av EB/
Streyma-miðvøllinum, sum sunnudagin skal dystast
móti Skála. Og í verandi støðu er hvør einasti dystur so
sera týdningarmikil partur av oddastríðnum.
Men hóast støðuna á talvuni, so vil Ronni ikki
staðfesta, at brúdleypið varð lagt øðrvísi, um hann
hevði vitað av góðu støðuni, sum liðið nú er í.
– Vit løgdu ætlanirnar longu í januar mánaði. Og tað
er ikki bara sum at siga tað, um høli skulu finnast til
slíkar veitslur. Sjálvandi royndi eg at finna okkurt hol í
kalendaranum, men tað var nú ikki fyrr enn í juli, og tá
var eingin kjansur at finna nøkur høli. Skuldu vit bíða
longur enn hetta, so var tað ikki fyrr enn í september,
og so leingi vildi komandi konan ikki bíða, sigur hann
flennandi.
– Men sjálvandi er tað keðiligt, at eg ikki fái verið
partur av dystinum. Eg má bara vóna, at tað ikki fer at
stilla liðið verri til dystin. Klára teir at vinna á Skála,
so fer tað at síggja hampuliga gott út hjá okkum. Og
undir øllum umstøðum eru allir spælararnir bodnir í
brúðarhús sunnudagin. Teir eru sjálvandi eisini við í
brúdleypinum, men tá eru teir vónandi meira róligir,
sigur altso Ronnie Samuelsen.
Fult til Fótbóltsskúlar
Áhugin
fyri
árligu
fótbóltsskúlunum
hjá
Fótbóltssambandinum er sera stórur. Tað er
longu einar tvær vikur síðani, at boðað varð frá,
at tað var fult til skúlan á Toftum. Og undan
vikuskiftinum boðaði FSF so frá, at øll plássini
eisini eru umbiðin til Fótbóltsskúlarnar í Havn
og í Sandavági. Seinastu plássini á einum FSF-
fótbóltsskúla eru at finna á skúlanum, sum verður
hildin í Vági.
EB/Streymur høvdu
ikki stórvegis trupul
leikar av heima
dystinum móti
VB/Sumba, sum ikki
megnaði at fylgja fína
úrslitinum seinast
upp
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
So er EB/Streymur aftur
oddalið. Uttan stórvegis
hóvasták megnaði saman
sett liðið at basa gestunum
úr VB/Sumba, og í góð
veðrinum, sum var kring
alt landið, kundu Eiðisfólk
staðfesta, at tey pt. eiga
sterkasta fótbóltsliðið í For
mula-deildini.
Fingu lítlan hvøkk
Tað lá mest sum alla tíðina
í luftini, at talan ikki skuldi
verða um annað enn tryggan
heimasígur.
Gestirnir løgdu seg frá
byrjan langt aftur á vøll
in, men hóast teir soleiðis
royndu at tippa fyri gjøg
numspældum
mótstøðu
álopum, so var talan um
rættiliga greiða yvirvág til
heimaliðið.
Hinvegin sýndu gestirnir
tó eisini, at teir hava dygdir
í kontraspælinum. Nakrar
ferðirnar royndu teir at
spæla skjótt niðaneftir, og
ta einu ferðina mátti René
Tórgarð í EBS/treyma-
málinum taka tvørtræið til
hjálpar, tá Birgir Jørgensen
langaði til.
Fyrri hálvleikur var tó
ikki hálvrunnin, áðrenn EB/
Streymur fekk hol á, tá Hans
Pauli Samuelsen fylgdi
skoti frá Sorin Anghel upp,
og so var at kalla leyst og
liðugt. Málið gav vertunum
neyðuga friðin til at seta
seg á dystin, uttan at teir
kortini vágaðu alt ov nógv
frameftir, og tí fekk VB/
Sumba ikki longur koyrt
ætlaða kontraspælið.
Skotvenjing
Restina av fyrra hálvleiki
gjørdist talan mest sum
um skotvenjing móti mál
inum
hjá
VB/Sumba.
Ronnie Samuelsen økti til
2-0, eftir at Marcin Dawy
í fyrstu atløgu hevði vart
fyri stútara frá Egili á Bø.
Bárður Olsen økti til 3-
0 við frálíkum langskoti,
og Egil á Bø rundaði av,
tá hann sendi innlegg frá
einum sera væl uppløgdum
Knút Vesturtún í kassan.
Eftir steðgin var talan tó
ikki um somu álopsskolu
móti vitjandi liðnum. Við
trimum – og síðani fýra
– málum í skjáttuni, hevði
EB/Streymur ikki tørv á
at leggja alt ov nógv fyri,
meðan VB/Sumba ikki tókt
ist áhuga í at tveita serliga
nógv fólk frameftir, og á
tann hátt lata verjuna meira
upp enn tað sama.
Kunnu styrkja
støðuna
Sigurin lyftir EB/Streym
upp aftur á oddasessin,
sum teir ikki hava átt sein
astu vikuna, og vil væl til,
kunnu teir seta seg enn
tryggari á hendan komandi
vikuskiftið. Tá skal EB/
Streymur á vitjan á Skála,
har heimaliðið tó tykist vera
um at koma fyri seg eftir
eina meira enn trilvandi
byrjan upp á kappingarárið.
Undir øllum umstøðum
verður tá neyðugt við hægri
effektiviteti frá EB/Streymi,
sum misnýtti hópin av møgu
leikum sunnudagin, men
soleiðis vil ofta verða, tá
talan er um einvegis ferðslu
størsta partin av dystinum.
VB/Sumba skal tá spæla
stevnudyst móti B68, og
tá er kravið heilt einfalt trý
stig, um liðið skal gera sær
vónir um at leggja seg í
oddin aftur.
– Sjálvandi royndu vit eisini at flyta dystin móti Skála,
men tað vísti seg ikki at vera møguleiki fyri, sigur komandi
brúðgommurin
Mynd: Sofus D. Johannesen
EB/Streymur-VB/Sumba 4-0 (3-0):
Funnu lættliga á toppin
Gert Hansen og liðfelagarnir høvdu lætt spæl, tá teir sunnudagin vunnu seg aftur á oddasessin í
Formula-deildini
Mynd: Sofus D. Johannesen
John Petersen
setti punktum
Leygardagin spældi Skive seinasta dystin í
Danmarksseriuni í hesum kappingarárinum.
Undan seinasta umfari hevði liðið tryggjað
sær uppflyting til 2. deild, men punktum
varð sett við einum málríkum sigri í Grenå.
Tað gekk lívliga aftur og fram, men endin
var, at Skive vann dystin 5-3. Seinasta málið
í dystinum skoraði føroyski John Petersen
tveir minuttir fyri leiklok.
EB/Streymur
VB/Sumba